mikudagur 24. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 225 - 24. november 2004
Nr. 225 - 24. november 2004
3
Alduorkuverk
um trý ár
Í 2007 fer heimsins
størsta alduorkuverk at
lata dønum elektriskan
streym. Tað skrivar blað-
ið Nordjyske Stiftstid-
ende.
Verkið skal eftir ætl-
anini setast upp við
Horns Rev uttan fyri
Esbjerg og fer at kosta
góðar
100
milliónir
krónur. Við Horns Rev
hava danir 80 stórar
vindmyllur, sum fram-
leiða elorku til brúkarar
á landi, og granskararnir
siga, at um nøkur fá ár
verður tað líka bíligt at
framleiða elorku við
alduorku sum við vind-
orku.
Bretar eru í ferð við at
byggja sær eitt aldu-
orkuverk. Tað verður í
Wales og verður ætlandi
tikið í nýtslu næsta ár,
skrivar Nordjyske Stifts-
tidende.
Illa umtóktur
leiðari
Albanski meirilutin í
Kosovo hevur gjørt av at
velja Ramush Haradinaj
til forsætisráðharra, og
tað hevur fingið øði í
tann serbiska minnilut-
an.
Ramush
Haradinaj
stóð á odda fyri einum
albanskum
hernaðar-
bólki í krígnum í Ko-
sovo, og serbarnir vilja
vera við, at hann er
sekur í krígsbrotsverki.
Teir vísa eisini á, at fyri
stuttum var hann tríggjar
ferðir til avhoyringar hjá
krígsbrotsmannadómstó
linum. Nógvir albanar
halda eisini, at hann
hevur lagt ovurhonds
nógvar pengar undir seg
tey seinastu árini.
Tað hevur eisini vakt
undran, at ST-leiðslan í
Kosovo hevur góðtikið,
at Ramush Haradinaj
verður forsætisráðharri,
men leiðarin í ST-um-
sitingini, danin Søren
Jessen-Petersen, hevur
sagt, at hann noyðist at
viðurkenna
avgerðina
hjá albanska meirilutan-
um.
Virus kostar
milliardir
Tey, sum hava teldu,
kunnu rokna við at fáa
fleiri
virusvitjanir
í
framtíðini, tí serfrøð-
ingar vænta eina veru-
liga virusbylgju um ikki
so langa tíð.
Joakim von Braun,
sum er virusserfrøðing-
ur hjá svensku fyritøk-
uni Symantec, sigur við
Aftonbladet,
at
teir
fyrstu seks mánaðarnar í
ár vórðu ikki færri enn
45.000 nýggir ormar
avdúkaðir, og tað er
nógv meiri enn onnur ár.
Virusálopini
kosta
ovurhonds nógvar peng-
ar. Sambært einum yvir-
liti hjá Computer Eco-
nimics gjørdu virusini
Love Bug, Mydoom og
Sobiq skaða fyri næstan
15 milliardir dollaar. Tað
ringasta var kortini Love
Bug, sum gjørdi um seg
í 2000, og sum gjørdi
skaða fyri næstan níggju
milliardir dollarar.
Joakim von Braun
sigur við Aftonbladet, at
tað verður verri enn.
Hann væntar, at virus-
álopini fara at økjast
nógv tey bæði næstu
árini, og at tey fara at
gera skaða fyri munandi
meiri pengar enn tey
álopini, sum vit hava
havt higartil.
Málið slept
Týska ákæruvaldið hev-
ur gjørt av at sleppa
einari ákæru ímóti rock-
sangaranum Ian Gallag-
her.
Upprunin til málið var
ein bardagi á einum
vertshúsi í Múnchen fyri
tveimum árum síðani.
Ian Galagher var mitt í
rokanum, og løgreglan
vil vera við, at hann
sparkaði ein løgreglu-
mann. Hann bleiv tikin
og avhoyrdur fleiri ferð-
ir, men sambært ákæru-
valdinum eru vitnifrá-
greiðingarnar so ymisk-
ar, at tað letur seg ikki
gera at ákæra hann fyri
ágang ímóti løgregluni.
Heilt
snikkaleysur
sleppur Ian Galagher
kortini ikki, tí han skal
rinda 400.000 krónur í
bót, men tað man hann
hava ráð til.
UTTAN ÚR HEIMI
Trý starvsfólk hjá ST,
sum hava sitið gíslar í
Afganistan í næstan
fýra vikur, sluppu
leys í gjár
GÍSLATØKA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tey trý ST-starvsfólkini,
Annetta Flanigan úr Norð-
urírlandi, Angelito Nyan úr
Filipsoyggjunum og Shqipe
Hebibi úr Kosovo, vórðu
burturflutt í mi´ðbýnum í
afganska høvuðsstaðnum
Kabul tann 28. oktober.
Gíslarænararnir
kunn-
gjørdu seinni, at teir vóru
úr einum bólki hjá Taliban-
rørsluni, og teir kravdu, at
allir útlendskir hermenn
skuldu fara úr Afganistan.
Varð kravið ikki eftirlíkað,
fóru teir at avrætta tey trý
ST-starvafólkini.
Í gjár sluppu tey leys. Af-
gansku
myndugleikarnir
sýttu fyri at greiða frá,
hvussu tey vóru sloppin
leys, men amerikanskar
keldur søgdu, at hermenn
vóru komnir fram á gísla-
rænararnar og høvdu fríað
gíslarnar. Sambært keldun-
um doyðu tríggir gísla-
rænarar í atsóknini, og ein
fjórði varð særdur.
Annetta Flanigan, Ange-
lito Nyan og Shqipe Hebibi
fóru til Afganistan at hjálpa
afgansku myndugleikunum
við forsetavalinum, sum
var tann 9. oktober. ST-um-
boð søgdu í gjár, at tey
høvdu tað gott, hóast tey
hava sitið gíslar í næstan
fýra vikur.
Mahmoud Abbas
verður tað almenna
valevnið á palestinska
forsetavalinum í
januar
VAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tá Yasser Arafat doyði,
bleiv fyrrverandi forsætis-
ráðharrin Mahmoud Abbas
valdur til nýggjan formann
í PLO, og nú er avgjørt, at
hann skal stilla upp til
palestinska forsetavalið.
Men sambært einari velj-
arakanning, sum lærdi há-
skúlin í Nablus hevur gjørt,
ætla bara 24 prosent av
veljarunum at geva Mah-
moud Abbas krossin. Sama
kanning vísir, at teir flestu
palestinararnir halda ikki,
at hann er førur fyri at taka
við palestinsku leiðsluni
eftir Arafat.
Heldur
ikki
Ahmed
Qurie, forsætisráðharri, er
høgt í metum ímillum pale-
stinar. Bara fýra prosent
siga, at tey høvdu atkvøtt
fyri honum, stillar hann
upp til forsetavalið, og 56
prosent halda heldur ikki,
at hann er egnaður at vera
forsætisráðhari.
Kanningin hjá lærda há-
skúlanum í Nablus avdúkar
eins og ein kanning í sep-
tember, at tann fongslaði
Fatah-leiðarin
Marwan
Barghouti er betur umtókt-
ur enn teir leiðandi politik-
ararnir. Barghouti situr í
fongsli í Ísrael, men tað
ljóðar, at hann ætlar at stilla
upp kortini. Í september
søgdu meiri enn 50 prosent
av palestinunum, at tey
vildu hava hann at taka við
eftir Arafat.
Gíslar slopnir leysir
24 prosent vilja hava hann
Nógvastaðni hava fólk mótmælt, at umboð fyri ST vórðu burturflutt. Her eru tað fólk í Kosovo, sum ganga við myndum av
gíslunum
Mynd: Reuters
– Men landsstýrið
hevur ikki givið
skipum loyvi til at
trola eftir sild á
hesum leiðum, tí
vandi er fyri, at
uppíblanding verður
av smáum upsa og
øðrum fiskasløgum,
sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður
SILD
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri fekk Saksaberg
nakað av sild við nót á
Sandoyarbankanum.
Teir gjørdu nakrar túrar,
har teir fingu upp í eini 50
tons á teimum fyrru túrun-
um.
Fiskirannsóknarstovan
kannaði sildina, sum skipið
legði upp í Kollafirði, og
kanningarnar vístu, at um-
leið 1/3 av veiðini var norð-
havssild, sum gýtir um vár-
ið og 2/3 hetlandssild, sum
gýtir um heystið.
Spenningur
At norðhavssild var uppi í
veiðini á Sandoyarbankan-
um fekk menn, sum eiga
pelagisku skipini og teir,
sum eru við hesum skipum,
at gerast spentar, tí kanska
var hetta ein ábending um,
at norðhavssildin er í ferð
við at taka uppaftur gamla
ferðamynstrið.
Og tað er júst ferða-
mynstrið, sum er ein týð-
andi táttur – og partvís ein
stríðsspurningur – í tí býti
av sildini, sum er millum
strandalondini, har Noregi
heldur seg fáa ov lítið í sín
part.
Eftir at Saksaberg hevði
borið við sildina á Sandoy-
arbankanum, ringdi ein
nótaskipareiðari til Sosialin
og helt fyri, at nú áttu før-
oyingar at sent hvørja
»fjøl« út á bankan fyri at
fáa staðfest hvussu nógv
sild, talan er um á okkara
leiðum.
Ikki steðgaður
Tað hevur verið sagt, at
fiskiskapurin hjá Saksa-
bergi varð steðgaður av
landsins
myndugleikum,
men hesum vísir landsstýr-
ismaðurin í fiskivinnumál-
um, Bjørn Kalsø, aftur.
– Vit hava valt at halda
okkum til kvotuna av norð-
havssild, men í hesum før-
inum lótu vit Saksaberg
royndarfiska við nót. Tað
hevur helst ikki loyst seg
hjá teimum, tá ið veðrið
gjørdist meira ruskut, og
sildin stóð djúpt. Fiskiskap-
urin fjarðaði burtur, og tí
fór Saksaberg aðrastaðni at
royna.
Bjørn Kalsø viðgongur
tó, at landsstýrið ikki hevur
givið skipum loyvi til at
trola eftir sild á hesum leið-
um, tí vandi er fyri, at
uppíblanding verður av
smáum upsa og øðrum
fiskasløgum.
– Tað hevur verið eitt
ávíst trýst frá pørtum av
vinnuni at sleppa at trola
eftir sild, men hetta hava vit
so higartil ikki givið loyvi
til, sigur landsstýrismaður-
in í stuttari viðmerking.
Sosialurin royndi í gjár at
fáa eina viðmerking frá
Jákupi Jacobsen, reiðara á
Saksabergi, men hann sat á
fundi, tá ið vit frættu úr
Gøtu.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður:
Vit steðgaðu ikki Saksabergi
Søgur hava gingið um, at føroyskir myndugleikar steðgaðu royndini hjá Saksabergi sum bar við sild á Sandoyarbankanum herfyri,
men hesum afturvísir landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø
Mynd: Jens Kr. Vang
– Men tað ger einki,
um nakrar norðhavs-
sildir sleppa inn í
føroyskan sjógv –
uttan neyðturviliga at
verða dripnar, sigur
Hjalti í Jákupsstovu,
leiðari á Fiskirann-
sóknarstovuni
SILD
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leiðarin á Fiskirannsókn-
arstovuni, Hjalti í Jákups-
stovu, heldur ikki, at talan
hevur verið um tær heilt
stóru nøgdirnar av sild á
Sandoyarbankanum á hes-
um sinni.
– Men fer tað at vísa seg,
sum tíðin líður, at norð-
havssildin tekur uppaftur
gamla
ferðamynstrið,
broytist okkara samráðing-
argrundarlag eisini.
Norðmenn misnøgdir
Hjalti vísir á, at Noreg hev-
ur í seinastuni verið mis-
nøgt við býtið av heildar-
kvotuni av norðhavssild, tí
teir halda, at grundarlagið
fyri býtinum eigur at broyt-
ast.
– Teir góðtaka ikki avtal-
una, sum hevur verið gald-
andi seinastu árini, og tí
hava teir noktað útlendsk-
um skipum at fiska innan-
fyri egið 200 fjórðinga
fiskimark. Teir siga seg ikki
viljað taka uppaftur sam-
starvið, fyrr enn teir fáa
meira í sín part. Hinvegin
hava føroyingar, íslending-
ar og ES-londini, sum eru
tengd at avtaluni, hildið
fast um gamla býtið av sild-
ini – og hava tikið sær rætt
til at fiska tann partin, sum
londini tá vóru samd um,
sigur hann.
Spurdur, um hann heldur,
at myndugleikarnir í Føroy-
um áttu at loyvt troling eftir
sild í føroyskum sjógvi, nú
Saksaberg fann sild á Sand-
oyarbankanum, sigur Hjalti
í Jákupsstovu:
– Sjálvandi vil ein fiski-
maður sleppa at fiska so
nógv sum tilber – og upp á
so stutta tíð sum tilber, men
vit hava eina avtalu at halda
okkum til, og eg haldi, tað
er rætt, at londini so vítt
gjørligt samstarva um hetta
tilfeingi.
Tað ger einki…
Hjalti í Jákupsstovu heldur
ikki, tað ger nakað, um
nakrar
norðhavssildir
sleppa inn í føroyskan
sjógv – uttan neyðturviliga
at verða dripnar, sum hann
tekur til.
– Eg haldi sum nevnt
ikki, at talan var um so
nógva sild í hesum umfar-
inum, men vit kunnu bara
vóna, at talan verður um
størri nøgdir, sum tíðir
líðir, sigur leiðarin á Fiski-
rannsóknarstovuni at enda.
Manningin á
Sjóstjørnuni fekk
ikki minni enn kr.
10.160 fyri tann eina
toskin, teir fingu í
farna ári
FISKAMERKIR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hósdagin, 11. november,
skipaði Fiskirannsóknar-
stovan fyri lutakasti um
tær kr. 10.000 fyri vinn-
andi fiskamerkið. Luta-
kastið fór fram í kantin-
uni á Fiskavirking í
Saltangará, og tað var
Petur Henry Mohr úr
Saltangará,
sum
tók
vinnandi seðilin undir
eftirliti
av
Tórhalli
Patursson, sum arbeiðir
hjá Landsgrannskoðan-
ini.
Tilsamans 783 fiska-
merkir eru latin Fiski-
rannsóknarstovuni sein-
astu 12 mánaðirnar. Av
teimum luttóku 736 í
lutakastinum um vinn-
ingin. Hini 47 merkini,
sum ikki vóru við í luta-
kastinum, eru annað-
hvørt latin inn av fólki,
sum hava beinleiðis til-
knýti til Fiskirannsókn-
arstovuna ella eru frá
virkjum
og
stovnum
uttanlands.
Tað var manningin á
Sjóstjørnuni, sum vann
lutakastið og tær kr.
10.000, og tað var eisini
manningin á hesum báti,
sum hevði latið flest
merkir inn, nevniliga 42 í
tali.
Vinnandi fiskamerkið
var av einum toski, sum
er merktur vestanfyri
Suðuroynna í oktober
2002.
Toskurin
varð
fingin aftur á umleið
somu leið - eitt ár seinni.
Hesin eini toskurin má
sigast at hava fingið ein
sera góðan prís. Fyrst
fekk sendarin kr. 100 fyri
fiskin umframt kiloprís-
in, sum gevur umleið kr.
160. Aftrat hesum komu
so tær kr. 10.000, sum
var virðislønin fyri at
vinna kappingina.
Sjálvandi vil fiskimaður sleppa at fiska
– Norðmenn góðtaka ikki avtaluna, sum hevur verið galdandi
seinastu árini um býtið av norðhavssildini, og tí hava teir
noktað útlendskum skipum at fiska sild innanfyri egið 200
fjórðinga fiskimark, sigur Hjalti í Jákupsstovu
Mynd: Jens Kr. Vang
Ein dýrur toskur
C
M
Y
K
3
2
Lesið
- so eru tit við