mikudagur 24. november 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 225 - 24. november 2004
Nr. 225 - 24. november 2004
5
Konsertin við Magna
Christiansen í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði vardi í
næstan tríggjar tímar.
Lagið var óføra gott
millum fólk, og
høvuðspersónurin
sjálvur fekk mest sum
ikki afturhald
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Magni Christiansen var í
rætta essinum, tá ið hann
hevði konsert í Fuglafirði
leygarkvøldið.
Stóra country og gopel-
konsertin gjørdist ikki bara
stór, hon gjørdist eisini
drúgv, og tað hevði eingin
nakað ímóti.
Magni Christiansen fór á
pallin stutt eftir klokkan
átta, og hann helmaði ikki í
fyrr enn klokkan var við at
gerast ellivu.
Hann hevði ein stuttan
steðg undir konsertini, men
annars var hann miðdepilin
á pallinum. Hann sang still-
ar gospelsangir, lívligar
countrysangir, og so fekk
hann sjálvur, Shakin Ste-
vens, eisini rásarúm í
skránni.
Tað besta burtur úr
løtuni
31 ára gamli Magni Christi-
ansen hevur seinnu árini
verið millum fremstu gos-
pelsangararnar í landinum.
Hann hevur givið tríggar
fløgur út, og nú kemur tann
fjórða útgávan fyrsta dagin.
Gospelsangarin úr Kvívík
hevur spælt nógv seinastu
tíðina, og hann er væl
dámdur. Hann dugir væl at
fáa tað besta burtur úr løt-
uni – um tað so skal gerast
við stillum gospeltónleiki
ella svingandi country hjá
fyrimyndunum úr statun-
um.
Soleiðis var eisini í
Fuglafirði leygarkvøldið.
Tey stívliga 300 fólkini
fingu eina óføra góða og
fjølbroytta konsert.
Áhoyrararnir vóru í øllm
aldri – bæði børn, ung, til-
komin og eisini fleiri eldri
fólk vóru komin at lurta, og
tey fingu tríggjar góðar
tímar saman við Magna
Christiansen og hansara
tónleikarum
Nógvir tónleikarar
Bólkurin hjá Magna var
mannaður við royndum og
ungum tónleikarum, og
samansetingin riggaði væl.
Heili 12 fólk vóru á pall-
inum: Ólavur Øster gittar,
Dánjal Zachariassen trum-
mur, Eydun Johannesen
bass, Jákup Zachariassen
steel gittar, Pætur Dahl
Christiansen gittar, Jóhann-
es
Ólavsson
tangentar,
Daniel Nielsen violin, Petur
Háberg Jacobsen akk. gittar
og kór, Elin Madsen kór og
Vivi Hammer kór.
Øll gjørdu sítt til, at
framførslan hepnaðist væl
– alt frá tí róliga og væl
spælandi Ólavi Øster til
tann unga og framfýsna
violinspælaran
Daniel
Nielsen.
Tey spældu kendar sálm-
ar, countrysangir hjá monn-
um sum Buck Owens,
Randy Travis og Alan
Jackson.
Hvat við Shakin
Stevens?
Magni Christiansen er ikki
bara kendur sum gospel-
sangari. Hann er eisini
kendur sum íðin fótbólts-
fjeppari, og so er tað alt
hatta við Shakin Stevens.
Popptónleikarin, sum í átta-
tiárunum pløgdi allar hitt-
listarnar
ígjøgnum
við
sínum lívliga og meina-
leysa poppi, hevur vunnið
hjartað á Magna Christian-
sen, og tá Magni var klapp-
aður uppaftur til eyka-
nummar, var einki at gera.
Tá stóð Shakin Stevens á
skránni, og tað var ein fínur
endi á eini góðari konsert,
har fólk ikki keddu seg eina
løtu, hóast konsertin gjør-
dist drúgv.
Um stutta tíð ber til at
uppliva Magna Christian-
sen á fløguni »Eg gleðist so
hvørt jólakvøld«.
Magni vildi ikki gevast
Magni Christiansen framførdi eisini okkurt hjá hetjuni hjá sær,
Shakin Stevens
12 tónleikarar vóru á pallinum til konsertina í Fuglafirði
Magni Christiansen var væl fyri, og hann helt áfram at spæla í
næstan tríggjar tímar
Áhoyrararnir, sum vóru um 300 í tali, fingu ein frálíka konsert, og teir vildu eisini hava
eykanummar
Í næstu kemur nýggj fløga við Magna Christiansen út
Postgjaldið bíligari enn vaktarfólk
Tað telur meira fyri
Vágatunnilin, at post-
gjaldið fyri at senda
rokningar út, verður
bíligari enn vaktar-
fólk við tunnils-
munnan alt samdøg-
urðið, enn tað, at
nevndarformaðurin
eisini er Postverks-
stjóri, sigur stjórin
fyri Vágatunlinum
TUNNILSGJALD
Edvard Joensen
Vágar: Tað, sum avger-
andi er fyri leiðsluna í
Vágatunlinum viðvíkjandi
nýggju innkrevjingarskip-
anini er at fáa hana so bí-
liga í rakstri, sum gjørligt.
At rokningar verða sendar
við
Postverkinum,
har
nevndarformaðurin
fyri
Vágatunlinum er stjóri,
heldur Dávur Reinert Han-
sen, stjóri fyri Vágatunlin-
um, ikki vera tann stóra
trupulleikan.
– Vit hava eitt postverk í
Føroyum, sum tekur sær av
at bera brøv út, og tað
brúka vit so, sigur hann.
Men tað, sum mest um-
ráðandi er, sigur stjórin, er
tað, at hendan nýggja skip-
anin verður bíligari enn
tann ófrívilliga skipanin,
sum verið hevur, har fólk
hevur staðið vakt við tunn-
ilsmunnan dag og nátt.
Nú er stutt fráliðið, síðan
nýggja innkrevjingarskip-
anin varð sett í verk, og hon
tykist at rigga væl, sigur
Dávur Reinert Hansen.
Bilarnir koyra nú allir í
einum rað, og eingin bíði-
røð er longur, sum seinkar
teimum, sum ikki hava
kubba.
Nógv taka seðil
Ført hevur verið fram, at
tey, sum ikki hava kubba,
kunnu sleppa undan at
gjalda, tí eingin møguleiki
er fyri at gjalda við sjálva
støðina.
Men hesum er stjórin fyri
Vágatunlinum ikki samdur
við. Hann sigur, at tað verð-
ur neyvt skrásett, hvør
koyrir gjøgnum tunnilin, og
so
verða
rokningarnar
sendar út. Og tað er ikki
tann øgiligi munurin í mun
til tað, sum verið hevur, tí
rímiliga nógv teirra, sum
koyrdu gjøgnum tunnilin
uttan kubba, valdu at taka
ein seðil við og síðani
gjalda seinni.
Nýggja skipanin legur
upp til, at fólk kunnu fara
inn á einahvørja bensinstøð
at gjalda fyri túrin, tey hava
verið gjøgnum Vágatunnil-
in. Í øðrum lagi kunnu tey
bíða, til tey hava fingið
rokning sendandi.
Dávur Reinert Hansen
ásannar, at tað eru ikki
nógv, sum velja at fara á
bensinsstøðirnar at gjalda.
Men hann metir ikki, at
útreiðslurnar til postgjald
fara at hækka munandi í
mun til tað, sum fyrr var, tí
tá var tann parturin, sum
valdi at taka seðilin við sær,
eisini rímilig stórur.
Upplýsa
Ein annar trupulleiki, sum
fleiri síggja fyri sær við
hesi nýggju skipanini, eru
teir útlendsku bilarnir, sum
koyra gjøgnum tunnilin.
Serliga verður hetta gald-
andi um summarið.
Um nú teir velja at bíða
við gjaldinum, kann tað
gerast trupult at finna teir
aftur, tá teir eru farnir av
aftur landinum, siga tey
atfinningarsomu.
Jú, tað ásannar stjórin,
men leggur dent á, at enn
hevur hesin trupulleikin
ikki verið tann stóri av
teirri einfaldu orsøk, at tað
eru fáir fremmandi bilar í
landinum hesa tíðina.
– Vit leggja stóran dent á
at upplýsa um hesa skipan-
ina og fáa sagt fremmanda-
folki frá teimum møguleik-
um, sum eru at gjalda, sigur
Dávur Reinert Hansen. So
mugu vit bara vóna, at tað
fer at bera til.
Um góðar 14 dagar eru
tvey ár liðin, síðan Vága-
tunnilin varð latin upp fyri
ferðslu, og alla hesa tíðina
hevur ólag verið á gjald-
skipanini. Bara kubbaskip-
anin hevur virkað nøktandi.
Sjálvandi hevur leiðslan
eisini kent sviðan av hesum
trupulleikanum, men kort-
ini ikki sum nakra hóttan
móti teirra tilveru, sigur
stjórin. Nú vónar leiðslan
so, at henda nýggja skipan-
in fer at roynast betri, sigur
hann.
Norðoyartunnilin
er
komin væl ávegis, og har
skal so eisini ein gjaldskip-
an finnast. Nú verður hend-
an nýggja skipanin í Vág-
um roynd, og roynist hon
væl, fer hon helst eisini at
verða rúkt í Norðoyartunl-
inum, tá tann tíð kemur,
sigur Dávur Reinert Han-
sen.
Strangari myndug-
leikakrøv ger, at neyð-
ugt verður at hugsa
um at skifta gomlu
tyrluna út, sigur
stjórin á Atlantsflogi,
Magni Arge. Tað er tó
ikki Atlantsflog, men
Føroya Landsstýri,
sum eigur tyrluna
FLÚGVING
Edvard Joensen
Eldra tyrlan,sum Atlants-
flog millum brúkar til
ferðafólkaflúgving, hevur
nátt slíkum aldri, at krøvini
fara at herðast. Tí verður
neyðugt at hugsa um at
skifta hana út, sigur Magni
Arge, stjóri á Atlantsflog.
Hann leggur tó dent á, at
tyrlan er í góðum standi og
trygg at ferðast við.
Tað er tó ikki Atlantsflog,
men Føroya Landsstýri,
sum eigur tyrluna, sigur
hann. Og hann hevur ikki
nakrar ítøkiligar ætlanir í
løtuni um útskifting, og veit
heldur ikki um, at Innlend-
ismálaráðið hevur nakrar
slíkar.
Magni Arge váttar, at
gamla tyrlan fyri fýra árum
síðan fekk eina umvæling
fyri einar fimm milliónir
krónur.
Men tað hevur so aftur
gjørt, at hon í dag er í heilt
góðum standi og lýkur øll
tey krøv, sum sett verða
henni.
Tað hevur verið frammi,
at tyrlan næsta ár verður
skerd munandi, soleiðis at
skilja, at hon tá ikki fær
loyvi til at flyta fleiri enn
átta ferðafólk.
Men tað er ikki rætt, sig-
ur Magni Arge. Hann
ásannar, at tað hava verið
krøv uppi um tiltøk í 2005,
men at tað nú er flutt fram
til 2009. Og tá verður tyrlan
so aftur tað eldri, at upp
aftur meira grund er til at
hugsa um útskifting, sigur
hann.
Men hetta er ikki øðrvísi,
enn tað er alla tíðina. Tað
verður støðugt hugt eftir,
hvat er á marknaðinum, og
nær sum frægast fæst burt-
ur úr einum møguligum
handli, sigur Magni Arge.
Strangari krøv til tyrluna
Gamla tyrlan, sum
Atlantsflog rekur, er komin so
mikið til árs, at
myndugleikalrøvini til
hennara herðast alt meir. Tí
verður neyðugt at hugsa um,
hvat gerast skal, tá nýggjar
treytir verða lagdar á um
eini fimm ár, sigur sjtórin í
Atlantsflog, sum tó leggur
dent á, at tyrlar er í góðum
standi og trygg at nýta
Savnsmynd
Hetta er nú søga. Nýggj
gjaldskipan er sett í verk við
Vágatunnilin, sum ger tað
óneyðugt at hava vaktarfólk
gangandi við tunnilin nátt og
dag
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4