mikudagur 24. november 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 225 - 24. november 2004
Nr. 225 - 24. november 2004
7
Óhapp á Fámjinsvegnum
Í nógva kavanum,
sum var um viku-
skiftið, vóru tað ikki
bert persónbilar, sum
komu illa fyri. Í Suð-
uroynni kom ein
kavaruddari nevniliga
í stórar trupulleikar,
tá hann brádliga gleið
út av vegnum og fór
bóltandi eftir bønum.
Førarin náddi akkur-
át at leypa úr maskin-
uni, og søgan kundi
lættliga havt endað
nógv verri
KAVARUDDING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Oyvindur
Brimnes
frá
Landsverk sigur, at talan er
um eina rættiliga stóra
gravimaskinu, eina so-
nevnda gummiged, sum um
vikuskiftið fór útav vegnum
oman ímóti Fámjin.
Hann dugir tó ikki at siga
akkurát hvat tað er, sum er
hent.
– Tað hendir ofta, at
kavaruddararnir fara nakað
út av vegnum. T.d. at eitt
hjól fer útav. Men førarar-
nir megna sum oftast at
beina maskinuna innaftur á
vegin, uttan stórvegis hóva-
sták. Eg dugi ikki at siga
júst hvat tað er, sum er hent
her, men hetta er ikki
nakað, sum plagar at henda
ofta hjá Landsverk, sigur
Oyvindur Brimnes.
Hann sigur tó, at har,
stóra maskinan fór útav, er
eitt ógvuliga knapt sving á
vegnum, og tað kann
kanska hava havt sína
ávirkan á, at maskinan fór
útav. Umframt tað, var jú
nógvur kavi, so stóra mask-
inan er allarhelst er gliðin.
Sum skilst, var talan um
eina rættiliga ógvusliga
hending.
– Førarin var til arbeiðis
og ruddaði kava, tá gravi-
maskinan brádliga, av eini
ella aðrari orsøk, fór út av
vegnum.
Førarin
mátti
leypa út úr maskinuni, og
náddi tað akkurát, áðrenn
maskinan fór bóltandi runt
og endaði niðri í bønum. So
vítt sum eg havi hoyrt,
breyt førarin nøkur rivja-
bein, men kom annars ikki
til skaða, tíbetur, greiðir
Oyvindur Brimnes frá. Tað
kundi nevniliga lættliga
havt endað heilt galið.
Hann leggur afturat, at
har, sum maskinan fór útav,
var eingin autoverja og at
talan helst var um eitt
hendiligt óhapp.
Verður ikki afturgjørd
Hóast tað tíbetur var lítil og
eingin mannsskaði, so fór
maskinan rættiliga illa, tá
hon fór bóltandi ígjøgnum
bøin.
Oyvindur Brimnes sigur,
at talan var um eina gamla
maskinu, sum allarhelst
ikki verður gjørd aftur.
– Vit hava longu keypt
eina nýggja gravimaskinu,
og tað var bara ein spurn-
ingur um tíð, áðrenn hin
gamla skuldi setast. Hin
nýggja verður í løtuni nýtt í
samferðsluhavnini,
men
kemur nú inn fyri hina
gomlu, sigur hann.
Av tí, at maskinan er
landsins ogn, var hon ikki
tryggjað. Tað er nevniliga
ikki loyvt at tryggja lands-
ins ognir, veit Oyvindur at
siga.
Tí var tað kanska heppið
í óhappinum, at tað var ein
gomul maskina, ið allíka-
væl skuldi setast nú, ið fór.
Spurdur, um suðuroying-
ar so kunnu vænta sær, at
vegirnir verða ruddaðir eins
skjótt næstuferð kavi kem-
ur, svarar Oyvindur, at tað
skulu teir ikki vera bangnir
fyri.
– Vit hava góðar maskin-
ur til at rudda kava við, so
tað verður neyvan nakar
trupulleiki, staðfestir hann
at enda.
Sosialurin hevur tosað
við føraran av maskin-
uni, men hann ynskir
ikki at gera nakrar við-
merkingar til málið
Tað kundi lættliga endað nógv verri, tá stóri kavaruddarin hjá Landsverk brádliga fór út av fámjinsvegnum í øllum kavanum, sum var um vikuskiftið. Førarin
náddi akkurát at leypa úr maskinuni, áðrenn hon fór bóltandi ígjøgnum bøin. Hann breyt nøkur riv, men tað var tíbetur tað einasta, ið hendi við honum.
Mynd: Áki Bertholdsen
Tey, ið hava glett seg
til at sluppin West-
ward Ho, ið eftir
drúgvar og umfat-
andi umvælingar
uttanlands, skuldi
koma aftur á Havn-
ina í oktober/novem-
ber mánaði, mugu nú
brynja seg við toli.
Sluppin kemur nú
væntandi ikki fyrr
enn til várs, hóast alt
WESTWARD HO
Eydna Skaale
Á heimasíðuni www.west-
wardho.fo stendur nú at
lesa, at sluppin allarhelst
ikki kemur aftur til Føroya
enn, hóast hon eftir ætlan
langt síðani átti at havt
verið her.
Sluppin liggur í løtuni á
eini skipasmiðju í Skot-
landi, og umvælingin verð-
ur ikki liðug fyrr enn í
seinast í november ella
einaferð í desember mán-
aði. Hon skuldi uppruna-
liga vera liðug í september
ella oktober.
Stóra seinkingin kemst
av, at í avtaluni við skotsku
skipasmiðjuna stendur, at
um skipasmiðjan fær ann-
að
umvælingararbeiði,
ímeðan arbeitt verður uppá
Westward Ho, so skal hitt
arbeiðið takast fram um
Westward Ho.
Í august og september í
ár vóru millum annað tvey
føroysk skip verið til um-
vælingar á skipasmiðjuni í
Fraserburgh, og hetta hev-
ur tí verið við til, at seinka
arbeiðnum uppá sluppina.
Av tí, at tað er hægsta
vetrartíð, tá sluppin nú
ætlandi verður liðug, hevur
nevdin í grunninum Slupp-
in gjørt av, at Westward Ho
skal vera liggjandi í Fraser-
burgh veturin yvir.
So tey, ið spent bíða eftir
sluppini, mugu brynja seg
við toli, tí væntandi kemur
hon nú ikki fyrr enn í apríl
mánaði komandi ár.
Westward Ho aftur útsett
Havnarsluppin Westward Ho, sum í longri tíð hevur verið uttanlands til umvælingar, kemur
nú væntandi ikki aftur til landið fyrr enn í apríl mánaði komandi ár. Hetta kemst av nógvum
seinkingum í umvælingararbeiðnum, sum ikki verður liðugt fyrr enn í desember. Síðani fer
sluppin at liggja í Skotlandi fyri veturin
Næsta ár fer niður-
gongdin í búskapin-
um rættiliga at
merkjast, og tá fer
privatnýtslan eisini at
minka. Niðurgongdin
gongur fyrst út yvir
luksusvørur, men
vaksandi arbeiðsloysi
og fráflyting verða
eisini avleiðingar,
heldur búskaparfrøð-
ingur
BÚSKAPUR
Eyðun Klakstein
Aftugongdin í føroyska
búskapinum fer næsta ár at
fáa avleiðingar fyri privat-
nýtsluna hjá føroyingum,
og serliga í seinnu helvt av
2005 fer tað at síggjast aft-
ur í øllum hagtølum.
Tað sigur búskaparfrøð-
ingurin Magni Laksáfoss.
– Tað er eingin ivi um, at
privatnýtslan fer at minka
næsta ár, men kreppan
verður als ikki so umfat-
andi sum í 90'unum, sigur
hann.
– Umframt niðurgongd í
brúkinum hjá fólki, fara vit
eisini at síggja størri ar-
beiðsloysi og fráflyting úr
Føroyum. Mín meting er, at
eini 1500 fólk fara at flyta
av landinum næstu árini,
sigur Magni Laksáfoss.
Sæst ikki aftur á
tølunum enn
Nýggjar uppgerðir hjá Hag-
stovu Føroya vísa, at meðan
vinnan hevur sett ferðina
niður og langt frá innflytir
eins nógva útgerð sum fyri
einum ári síðani, hevur
afturgongdin ikki fingið tey
privatu at seta fótin á
bremsuna. Innflutningurin
til beinleiðis nýtslu var
fyrstu átta mánaðirnar í ár
eins stórur og hann var
somu tíð í fjør.
Hetta kemur ikki óvart á
búskaparfrøðingin.
– Tað tekur tíð, áðrenn
fólk minka um brúkið, hó-
ast tey vita, at niðurgongd
verður. Ikki fyrr enn tey
rættiliga síggja og merkja
afturgongdina kemur ein
broyting,
sigur
Magni
Laksáfoss.
– Alt svingar ikki í takt í
búskapinum, og tí fara vit
ikki veruliga at merkja
niðurgongdina fyrr enn
næsta vár. Tá fer venda at
koma í, og gongdin fer at
síggjast aftur í øllum tølum
fyri seinnu hálvu í 2005.
Fyrst rýkur luksus
Magni Laksáfoss er ikki í
ivi um, hvussu niður-
gongdin í búskapinum fer
at merkja privatnýtsluna.
Fyrsta teknið er, at bila-
sølan minkar, og hetta
teknið hevur verið eyðsýnt
seinasta árið. Øll tøl frá
Bileftirlitinum vísa, at skrá-
setingin av nýggjum per-
sónbilum minkar støðugt.
– Tað eru fyrst luksusvør-
urnar, sum fólk gevast at
keypa. Síðani minkar keyp-
ið av húsarhaldstólum og
líknandi, og klædnasølan
verður eisini ávirkað. Sølan
av matvørum verður ikki
ávirkað í sama mun, tí har
fáa fólk ikki spart í sama
mun sum við luksusvørun-
um, sigur Magni Laksá-
foss.
Ein triðingur av
kreppuni
Magni Laksáfoss heldur, at
sparingin hjá tí almenna fer
at styrkja niðurgongdina í
búskapinum, og tá ið ali-
virksemið
næsta
árið
steðgar, fara arbeiðsloysið
og fráflytingin eisini at
vaksa.
– Nógv av teimum fyrstu,
sum mistu arbeiðið í ali-
vinnuni, hava klárað at
funnið sær nýtt arbeiðið,
men tað verður verri hjá
teimum síðstu, sum missa
arbeiðið. Tá verður ikki
arbeiðið til allar hendur, og
tá kann ein møguleiki ger-
ast at fara av landinum fyri
at finna arbeiði.
– Longu í ár verður frá-
flyting úr Føroyum, og hon
fer at vaksa næsta ár. Frá-
flytingin verður als ikki
tann sama sum í 90'unum,
men eg vænti at fleiri
hundrað fólk fara at flyta av
landinum. Samanumtikið
rokni eg við, at niður-
gongdin
í
búskapinum
verður ein triðing av tí, sum
vit upplivdu undir krepp-
uni, sigur Magni Laksá-
foss.
Føroyingar mugu siga
farvæl til marglæti
Næsta ár fer niðurgongdin í búskapinum rættiliga at merkjast, og tá fara føroyingar at keypa minni av luksusvørum, arbeiðsloysi
fer at vaksa, og fráflyting verður úr Føroyum, væntar búskaparfrøðingur
– Alt svingar ikki í takt í
búskapinum, og tí fara vit
ikki veruliga at merkja
niðurgongdina fyrr enn
næsta vár. Tá fer venda at
koma í, og gongdin fer at
síggjast aftur í øllum tølum
fyri seinnu hálvu í 2005,
sigur Magni Laksáfoss,
búskaparfrøðingur
Politikarar hava ført
eina ódámliga hetz
ímóti Búskaparráðn-
um, heldur Høgni
Hoydal, sum nú spyr
løgmann, hvat hann
heldur um, at Her-
mann Oskarson hev-
ur lagt frá sær sum
formaður í Búskap-
arráðnum. Formað-
urin í Tjóðveldis-
flokkinum heldur, at
landsstýrið við síni
framferð hevur elvt
til, at kritiskar røddir
verða tiptar
HETZ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– Tað hevur verið bæði
skelkandi og óhugnaligt
at síggja og hoyra ta við-
ferð, ið sitandi landsstýr-
issamgonga hevur givið
Búskaparráðnum seinastu
9 mánaðirnar.
Soleiðis sigur formað-
urin í Tjóðveldisflokkin-
um í einum munnligum
fyrispurningi, sum hann
fer at seta Jóannesi Eides-
gaard, løgmanni í løg-
tinginum í dag.
Høgni Hoydal spyr,
hvat løgmaður heldur um,
at formaðurin í Búskapar-
ráðnum hevur lagt frá sær
eftir persónlig álop á hann
frá leiðandi politikarum.
Høgni Hoydal heldur, at
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, hevur verið
tann ógvusligasti, men
hann spyr eisini løgmann
um hansara leiklut.
– Hví hevur løgmaður
ikki - heldur enn sjálvur
at eggja til álop á Búskap-
arráðið og formann tess -
vart rættin og skylduna
hjá Búskaparráðnum at
útinna tað starv, sum tí við
lóg er álagt at fremja,
nevniliga at gera sínar
metingar óheftar av polit-
iskum og vinnuligum ser-
áhugamálum, spyr Høgni
Hoydal í einum av sínum
spurningum.
Kritiskar røddir
verða tiptar
Hermann Oskarson hevur
verið í andglettinum fleiri
ferðir seinasta árið, og
eftir nýggjast frágreiðing-
ina hjá Búskaparráðnum,
sum kom í síðstu viku,
boðaði Hermann Oskar-
son frá, at hann leggur frá
sær sum formaður í Bú-
skaparráðnum.
Høgni Hoydal heldur, at
hendan avgerðin hevur
tætt tilknýti til ta viðferð,
sum Hermann Oskarsson
hevur fingið frá fleiri pol-
itikarum og einum fak-
felagsformanni.
– Við løgmanni, vara-
løgmanni og landsstýris-
manninum í Fíggjarmál-
um á odda - væl stuðlað
av fakfelagsformanni og
samgongulimum - er ein
ósaklig og persónlig hetz
førd móti formanninum í
Búskaparráðnum, heldur
Høgni Hoydal.
– Ein avleiðing av hesi
hetz er, at formaðurin í
Búskaparráðnum
hevur
boðað frá, at hann leggur
frá sær. Men avleiðingar-
nar eru eisini sera prin-
sippiellar. Eitt landsstýri
hevur við síni framferð
elvt til, at kritiskar røddir
verða tiptar - eisini tær,
sum við lóg skulu vera
kritiskar - og tað kann
breiða seg allastaðni í
samfelagnum, sigur for-
maðurin í Tjóðveldis-
flokkinum.
Jóannes
Eidesgaard
skal svara fyrispurningin-
um í løgtinginum miku-
dagin.
Høgni Hoydal
skelkaður av hetz
– Landsstýrið hevur við síni framferð elvt til, at kritiskar
røddir verða tiptar - eisini tær, sum við lóg skulu vera
kritiskar - og tað kann breiða seg allastaðni í samfelagnum,
heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum
C
M
Y
K
7
6