týsdagur 30. oktober 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. oktober 2018 · Nr. 126
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KBH
byggir
nýggja
høll á
Toftum
Vilmund Jacobsen
Tað hendir nógv hjá byggivirk
inum KBH á Toftum, sum
hevur tilsamans 30 fólk í ar
beiði.
Umframt fleiri handverkar
ar og átta lærlingar, hevur
fyritøkan eisini byggifrøðingar
og skrivstovufólk í starvi.
Fleiri stórarbeiði
Tað er nú ein tíð síðan, at KBH
avhendaði flottu býráðshúsini
í Norðragøtu og millum arbeið
ini, sum byggivirkið síðan hev
ur gjørt, er eitt nú umvælingar
og dagføringar av Norðskála
kirkju, sum varð endurvígd við
hátíðarhald seinasta sunnu
dag.
KBH er eisini í holt við at
byggja eina felags brandstøð
fyri
Eysturkommunu,
og
henda verður bygt í Leirvík.
Byggivirkið vann lisitatión
ina upp á brandstøðina, sum
verður umleið 600 fermetrar
stór, og sum ætlandi skal
standa liðug móti vári í 2019.
Í apríl mánaði næsta ár fer
KBH eisini í holt við eina aðra
stóra
byggiverkætlan,
sum
væntandi fer at taka tvey ár og
henda ætlan, sum vit fara at
hoyra meira um, snýr seg um
ikki færri enn 18 leigu-og luta
íbúðir.
KBH hevur áður bygt 42
íbúðir í Runavík.
Nýggj høll á Toftum
Tað eru longu nøkur ár síðan,
at KBH bygdi sær síni egnu,
snotuligu høli við havnalagið á
Toftum, og her eru bæði byggi
høll, skrivstovur, felagshøli, wc
og brúsur.
Helgi Johannessen, stjóri í
KBH, sigur, at byggivirkið nú
fer í holt við at byggja eina
nýggja goymsluhøll beint inn
an fyri, har verandi høllin hjá
felagnum er.
- Hetta er økið, sum vit leiga
frá Nes kommunu, og í løtuni
er kommunan í holt við at gera
grundøkið, sum er eitt sindur
trongt, nakað víðari. Sambært
avtaluni sleppa vit inn á økið
at arbeiða hin 1. november í ár.
Stjórin sigur, at KBH fer at
reisa eina goymsluhøll á um
leið 600 fermetrar á havna
lagnum, og hetta verður ein so
nevnd tjaldhøll.
- Vit gera sjálvi fundament
og gólv, og síðan kemur høllin
sum ein liðug loysn. Á henda
hátt spara vit tíð og orku, og
tað verða montørar hjá veitar
anum, sum koma at montera
tjalddúkin.
Stjórin vísir á, at teir hava
verið uttanlands og sæð slíkar
hallir, og hesar síggja bæði
robustar og nossligar út.
Marghøllin í Vági er bygd
eftir nøkulunda sama prin
sippi.
- Sperrurnar eru úr stáli, og
vit hava valt at styrkt høllina
nakað meira enn vanligt og
hava soleiðis lagt upp fyri veð
urlagnum, sum kann verða í
Føroyum, tá harðast leikar á.
Løtt at avmontera
Helgi Johannessen vísir á, at
ein slík høll verður eitt sindur
bíligari, enn um hon varð bygd
á vanligan hátt.
- Men, tað er bæði ein tíðar
spurningur og so møguleikin
at avmontera og møguliga
flyta høllina aftur, sum ger, at
vit í hesum førinum hava valt
hesa loysnina.
Hann sigur, at í prinsipp
inum kann ein slík høll flytast
á annað pláss, um tað seinni
skuldi komið upp á tal seinni.
- Um so varð, hevði undir
lendið og fundamentið, sum
vit nú fara at gera norðan fyri
verandi KBH-bygning, saktans
kunnað verið endurbrúkt til
eina aðra høll, sigur Helgi Jo
hannessen.
Goymsla burturav
Tá eitt byggivirki sum KBH
hevur so stórt virksemi, eigur
fyritøkan eisini nógva útgerð
og amboð, sum ikki nýtist at
standa inni í hita, men sum
helst ikki skuldu staðið úti í
regni.
- Umframt lyftir, ymiska út
gerð og amboð, skal nýggja
høllin eisini brúkast til at
goyma tilfar í.
Stjórin vísir á, at tað hevur
stóran týdning í planlegging
av stórum arbeiðum at hava
tingini, eitt nú vindeygu, tøk,
hurðar og annað í góðari tíð,
og ikki minst slíkum skal
nýggja høllin eisini rúma.
- Vit sleppa inn á økið um
nakrar dagar, og síðan fara vit
at planera og stoypa til jólar.
Tá tað arbeiði er gjørt, verður
klárt at seta upp konstruk
tiónina til høllina, og síðan
koma montørar upp at arbeiða
við dúkinum – alt eftir, hvussu
veðrið tá fer at hátta sær.
Helgi Johannessen væntar,
at gongur alt, sum ætlað, fer
nýggja tjaldhøllin hjá KBH at
standa liðug til várs.
FISKIVINNA
40 ára starvsdagur
Hósdagin 1. november hevur
Birita Thorleifsson 40 ára
starvsdag á Advokatskrivstovuni
í Tórshavn.
Hon byrjaði sum
skrivstovunæmingur. Birita
tekur sær av inkasso og bókhaldi.
Tað er her á havnalagnum á Toftum, at byggivirkið KBH hevur sína støð. Nýggja
tjaldhøllin skal byggjast beint norðan fyri verandi bygning
Her er Nes kommuna í holt við at gera lendið klárt, soleiðis at byggivirkið KBH kann fara í holt við at planera og stoypa fundament til nýggju tjaldhøllina