týsdagur 30. oktober 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. oktober 2018 · Nr. 126
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Royna at tryggja
meirluta fyri
fíggjarlógar
uppskoti
Formliga politiska arbeiðið í Føroyum liggur stilt hesa vikuna, men
arbeitt verður fyri at fáa meirluta fyri fíggjarlógaruppskotinum
Arni Gregersen
GREINING: Áðrenn vit koma
til 1.januar skal eitt uppskot
um fíggjarlóg fyri næsta ár
samtykkjast í Løgtinginum.
Uppskotið
hevur
lands
stýriskvinnan við fíggjarmál
um, Kristina Háfoss, lagt fram,
men sum vanligt er, so verða
nógv av tølunum broytt, tá ið
fíggjarmálaráðið hevur nýggj
astu inntøkutølini í hesum ár
inum, fyrst í desember.
Men uttan mun til tølini, so
skal ein politiskur meirluti fá
ast til vega. Samgongan telir
ikki 17 tingfólk og tað vil siga,
at hon hevur ikki meirluta í
tingsalinum.
Hetta er ikki nýtt fyri sam
gonguna, tí síðani hon tók við
landsins leiðslu í september
2015 hevur talan verið um eina
minnilutassamgongu.
Tann
dagin samgonguskjalið bleiv
undirskrivað,
boðaði
Sonja
Jógvansdóttir frá, at hon tók
seg úr Javnaðarflokkinum.
Tað vil siga, at frá tí degi vóru
tey 16 í samgonguni, hóast
Sonja Jógvansdóttir tá segði,
at hon framvegis fór at stuðla
samgonguni.
Síðani hevur rumbul fleiri
ferðir verið í Javnaðarflokkin
um og tað seiansta er, at Krist
in Michelsen, borgarstjóri á
Tvøroyri, hevur boðað frá, at
hann ikki kennir seg bundnan
at tí, sum Javnaðarflokkurin
ger.
Annað rumbul
Seinastu tíðina hevur aftur
eitt siindur av rumbli tikið seg
upp í samgonguni. Tað var nú,
tá ið tær báðar Hanna Jensen
og Ruth Vang, Framsókn, løgdu
eitt uppskot fram um aat
leingja skipanina við fiskidøg
um eitt ár afturat.
Hetta setti eld í, tí tað er óvan
ligt at ein samgonguflokkur
leggur eitt uppskot fram innan
málsøki hjá einum samgongu
flokki – í hesum føri Tjóðveldi
– og serliga á einum øki, sum
landsstýrismaðurin
arbeiðir
við.
Høgni Hoydal, landsstýris
maður, hevur arbeitt við hes
um máli, samstundis, sum hann
hevur havt samráðingar við
vinnuna um eina umsitingar
ætlan.
Vinnan vil ikki vita av kvot
um, men lógin um kvotur er
samtykt í lógin um fyrisiting
av sjófeingi. Landsstýrismað
urin hevur tí kunna brúkt
kvoturnar at trýst við, hóast
hann helst veit, at kvotaskip
anin ikki er klár at seta í verk á
nýggjárinum.
Fíggjarlógin
Innanhýsisknúturin um fiski
dagarnar verður helst loystur,
men hóast tað, so skal Aksel V.
Johannesne, løgmaður, tryggja
sær, at hann hevur ein meir
luta, so tingið kann samtykkja
fíggjarlógina.
Í uppskotinum, sum lands
stýriskvinnan við fíggjarmál
um, hevur lagt fram, er eitt av
lop uppá umleið 400 milljónir
krónur.
Fyri at tryggja sær, at upp
skotið verður samtykt, noyðist
samgonguleiðarin at fríggja til
hinar politisku flokkarnar –
altso teir sum sita í andstøðu,
umframt til leysgangararnar í
tinginum.
Slíkt er ikki óvanligt, men
tað er heldur ikki óvanligt, at
tá ið andstøðuflokkar skulu
taka undir við fíggjarlógini, so
krevja teir okkurt afturfyri.
Eitt kent dømi úr Danmark
er tá ið leysgangarin Jacob
Hausgaard tók undir við einari
fíggjarlóg
hjá
sosialdemokratisku stjórnini.
Tá gjørdist hann bilsin, tá ið
Mogens Lykketoft kom og
spurdi hann, hvat hann vildi
hava afturfyri.
-Eg visti ikki hvat eg skuldi
siga, men valdi so at biðja um
ein avrúsingarstovn á Born
holm, hevur Jacob Haugaard
sagt.
Okkum vitandi, so hevur
løgmaður verið í sambandi við
Sjálvstýri og Miðflokkin. Alt er
ikki formligar samtalur, men
samtalur í nevndum og mann
og mann ímillum.
Eitt av stóru málunum, sum
enn ikki er loyst, er at seta
pening av til innkomuvegirnar
í Havn og í Runavík frá Eyst
uroyar-tunlinum. Tað sigst, at
partar av andstøðuni eru sinn
aðir at taka undir við fíggjar
lógin, verður peningur settur
av til innkomuvegirnar, um
framt okkurt annað smávegis.
Løgmaður hevur sjálvandi
eitt mál afturat, sum hann skal
loysa. Henrik Old legði frá sær
sum landsstýrismaður. Hetta
var í sambandi við eina ósemju
í samgonguni um raðfestingina
av, hvørt Fámijins- ella Dals
tunnil skuldi gerast fyrst.
Nú hevur løgmaður sagt, at
hann fer at seta nýggjan lands
stýrismann at taka sær av
samferðslumálum
í
næstu
viku.
Hvør tað verður er sjálvandi
ilt at gita, men vit vita at
hvørki Tjóðveldi ella Framsókn
halda, at Javnaðarflokkurin av
sær sjálvum eigur rætt til
landsstýrismannin, tí flokkur
in er minkaður við tveimum,
síðani
samgonguskjalið
var
undirskrivað.
Men í einum valári ber til at
gera politiskar handlar.
Tað ber eisini til, tá ið tað
snýr seg um ein nýggjan lands
stýrismann.
POLITIKKUR
Aksel V. Johannesen, løgmaður, skal tryggja sær,
at hann hevur meirluta fyri fíggjarlógini.
Jacob Haugaard, fyrrverandi danskur fólkatingslimur, gjørdist bilsin, tá
hann slapp at ynskja sær okkurt, tá ið hann tók undir við fíggjarlógini.
Kristina Háfoss,
landsstýriskvinna við
fíggjaralum, hevur lagt uppskotið
um fíggjarlóg fyri tingið.
Sonja Jógvansdóttir hevur higartil stuðlað samgonguni.