týsdagur 30. oktober 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 31. oktober 2018 · Nr. 126
TÍÐINDI
orkuskipan, missa tey eitt
viðskiftafólk.
– Verður tað eisini í
áhuga hjá Magn og Effo
sjálvum at menna grønar
orkuskipanir, skulu tey
eisini nokk finna út av
at menna góðar skipan
ir til fólk, tí øll vilja fegin
sleppa at selja.
Magni Laksáfoss sigur,
at tað er hetta sum krevst
fyri at flyta samfelagið
rættiliga skjótt fram á
Og tað heldur hann
er
tiltrongt,
tí
eftir
hansara tykki hendur
alt ov lítið. Hann er heilt
ósamdir við tey, sum føra
fram, at tað er gongd í
ælanini at leggja um til
grøna orku. Hann vísir
á, at tvørtur ímóti er
oljunýtslan
vaksin
og
útlátið er vaksið, men tað
hendir einki – uttan at
nakrar frágreiðingar eru
skrivaðar
– Í 1997 var 95 prosent
av orkunýtsluni olja, í
dag er oljan 94 prosent
av orkunýtsluni, so tað er
synd at siga, at tað er hent
tað stóra, helt hann fyri.
Áki Bertholdsen
– Skulu vit gera okkum
vónur um at gera Føroyar
grønar, mugu vit gera tað
so lagaligt sum gjørligt
hjá teimum, sum kunnu
veita grønar orkuskipanir
av ymsum slagi.
Tað helt Ingolf S.
Olsen,
tingmaður
fyri
Tjóðveldi
á
pallborðsfundinum
á
fólkadundinum um viku
skifti.
– Skal tað verða hugs
ingur um at fáa fólk í
stórum tali at leggja um
til grønar orkuskipanir,
hevur
tað
avgerandi
týdning,
at
brúkarin
hevur ráð til at leggja
um, heldur Ingolf S.
Olsen.
Tí heldur hann, at tað
stóran týdning, at onnur
enn Sev, sleppa fram at
at gera streym.
Men
hann
leggur
kortini dent á, tað skal
vera ein fyrimunur hjá
brúkarunum, annars er
einki endamál í tí. Sam
stundis má tað vera
eitt politiskt krav, at øll
skulu fáa streym fyri
sama prís, sama, hvar
í landinum tey búgva,
sigur tjóðveldismaðurin.
– Og hava teir, sum nú
selja olju, hug at verða
við til at menna eina
grøna umlegging, eiga vit
ikki at forða teimum í tí,
leggur hann afturat.
Gularót og pískur
Ingold S. Olsen heldur
eisini, fyri at seta ferð
á
skiftið
til
grønari
orkukeldur, er tað eisini
neyðugt at finna røttu
javnvágina
ímillum
gularót og písk. Og ein
máti kann rætt og slætt
vera, at seta ein dag á,
har tað ikki longur er
loyvt at brúka oljufýr.
Hann er eisini sann
førdur um, at tað ber væl
til at gera fiskiflotan um
hvørvisvinarligari.
Eitt
nú er tað ikki óvanligt
uttanlands, at skip brúka
nattúrugass. Tað er ikki
púra grøn orka, men kort
ini nógv reinari enn olja.
Hinvegin ivast hann í,
hvussu nógv tað nyttar
at gera elbilar og grønar
orkuskipanir, mvg fríar,
og avgjaldsfríar. Hann
heldur
nevniliga,
at
gongdin hevur víst, at
í slíkum førum hava
seljararnir bara lyndi
til at taka sær so mikið
størri vinning og tí fær
brúkarin ikki ágóðan av
tí kortini.
Men hann afturvísir
kortini ikki, at tað kann
seta gongd á eitt skifti.
Annars hava bilakøn
fortalt honum, at um
fimm
ár
eru
elbilar
kappingarførir
við
bensin- og dieselbilar, so
tann menningin kemur
av sær sjálvum.
Tað skal verða so lagaligt sum gjørligt
GRØN ORKA Tað er óvist í, hvussu nógv tað hjálpir at gera grønar orkuskipanir mvg fríar
Í slíkum
førum hava
seljararnir
bara lyndi
til at taka
sær so mik
ið størri
vinning
Áki Bertholden
Fyrst og fremst hevur
tað týdning at vit halda
fast um málið um, at í
2030 skal øll orkunýtsla
á landi vera umhvørvis
vinalig. Og so verður
neyðugt at finna tær
politisku semjurnar, sum
krevjast fyri at røkka
málinum.
Tað staðfesti Kristi
anna Winther Poulsen,
tingkvinna fyri Javn
aðarflokkin, á pallborðs
fundi á fólkafundi í
Havn um vikuskiftið
Men hon heldur, at tað
verður eisini neyðugt,
bæði at eggja, og at tvin
ga fólk at leggja um til
grønar orkuskipanir.
Hon heldur, at ein
máti kann vera at seta
sum krav, at tá ið eitt
oljufýr
skal
skiftast,
skal tað vera við eina
grøna orkuskipan, tí tað
skal ikki vera loyvt at
seta nýtt oljufýr ístaðin.
Samstundis eigur tað
verða ásett við lóg, at í
2020, ella ella eitt sindur
seinni, skulu øll nýbygd
hús hava grønar orku
skipanir.
Harafturat heldur hon
eisini, at tað skal vera ein
treyt, at eftir 2030 skulu
allir bilar í Føroyum
verða elbilar.
Hon vísir á, at tað hava
danir gjørt eftir áheitan
úr ES, og tað haldi eg, er
eitt mál, vit eisini skulu
seta okkum. Og hennara
áheitan er, at tey kepa
ein elbil, næstu ferð tey
keypa el.
Nógv er eftir
Harafturat heldur Kristi
anna Winther Poulsen,
at vit eiga altíð at krevja
av okkum sjálvum, at vit
geva okkum undir al
tjóða krøv av hesum øki
num.
Hon vísir á, at ein or
søk til, at tað ikki er so
stór framdrift í ætlanini
at leggja um til grøna
orku, er, at tað er nógv
ferð á búskapinum og
fólkavøksturin
hevur
verið stórur.
Hon vísir eisini á, at
avgjøldini eru avtikin, tá
ið fólk keypa elbilar og
hitapumpur, men tað er
nógv eftir at gera.
– Er tað ein fyrimunur
fyri brúkaran at avtaka
einkarrættin einkarrætt
in hjá Sev, er tað sjálvsagt
ein møguleiki, sum eigur
at verða kannaður. Men
kravið má verða, at trygd
má fáast fyri, at prísurin
á streymi er tann sami
um alt landið.
Kristianna
Winther
Poulsen vísir eisini á, at
reiðarar eru rættiliga
afturhaldandi at leggja
um til umhvørvisvinar
ligari tøkni, og tað er alla
staðni, ikki bara í Føroy
um,
Men hon heldur eisini,
at politiski myndugleikin
eigur at umhugsa at geva
reiðarum eina gularót
fyri at eggja teimum at
leggja um, akkurát sum
at húski á landi eru eggja
at leggja um við at fáa
tað mvg frítt.
Um 12 ár skulu tað bara
vera elbilar í Føroyum
GRØN ORKA Vit eiga at áseta ein ávísan dag fyri, nær bann skal setast
fyri at brúka oljufýr og at koyra í bilum sum brúka bensin og diesel
Gagnar tað brúkarunum, havi eg einki ímóti
at einkarrætturin hjá Sev at gera streym
NÓGV ER EFTIR
Nakað er gjørt, men nógv er eftir, sigur Kristianna
Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin