týsdagur 30. oktober 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. oktober 2018 · Nr. 126
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Vit vistu væl, at hervilig
sjúka hevði fingið fasta
tøkur á honum. Kort
ini kom tað sum ein
skelkur mánamorgunin
15. oktobur, tá tíðindi
bórust um, at Arnbjørn
Borgarlíð
ikki
var
millum okkum longur.
Ein starvsfelagi hevði
lagt árarnar inn fyri
seinastu ferð.
Arnbjørn var ein sera
gløggur og evnaríkur
maður, men róligur og
stillførur
sum
hann
var, gekk hann ikki og
veipaði við ørmunum,
heldur gekk hann stillis
liga um hurðarnar. Hann
var ikki ein, ið tosaði
nógv. Tó kundi hans
ara djúpa klára rødd
onkuntíð hoyrast við
einari viðmerking um
okkurt av dagsins mál
um. Tí hóast hann ikki
brúkti so nógv orð, hevði
hann sínar meiningar
um tey flestu viðurskifti.
Presturin nevndi í talu
sínari í Vesturkirkjuni,
tann dagin Arnbjørn fór
til jarðar, at hann var
so vælskipaður. Hetta
kunnu vit, sum arbeiddu
saman við honum á Sjó
manskúlanum,
seinni
Vinnuháskúlanum, ikki
annað enn vera samd í.
Hann var sjáldsama
vælskipaður í øllum,
hann fekst við í sínum
arbeiði. Hetta, saman
við
bæði
breiðu
og
djúpu
fakligu
førleikunum,
gjørdi,
at tey arbeiðsøki, har
Arnbjørn hevði ábyrgd,
vóru væl umgingin.
Tað, sum varð latið úr
hondum hansara, var
vælgjørt og ikki minst:
altíð
væl
gjøgnum
hugsað, áðrenn tað var
latið úr hondum. Av tí
sama var tað eisini lætt
og hugaligt at arbeiða
saman við honum. Hann
var ongantíð bangin fyri
at geva av síni vitan, tá
hann varð spurdur.
Ein fyrrverandi lærari
á
Sjómansskúlanum
segði einaferð: ”Tað er so
deiligt at hava skeið sam
an við Arnbirni. Eg óruddi
og Arnbjørn ruddar”.
Hann bar stóran alsk
til okkara móðurmál, og
hann var altíð góður í
ráðum á økinum, tí eisini
her hevði hann førleika
framum tey nógvu. Nú
er ongin Arnbjørn at
spyrja um hetta ella hatta.
Arnbjørn hevur gingið
sína seinastu vakt, onnur
hava tikið við og soleiðis
má tað bara vera.
Vit á Vinnuháskúla
num
hava
mist
ein
góðan, dugnaligan og
væl dámdan starvsfela
ga, og hann fer at vera
saknaður av okkum.
Tó er missurin og sakn
urin størstur hjá tykkum,
sum sita eftir og hava
mist ein góðan mann,
pápa, verpápa og abba.
Starvsfelagarnir á
Vinnuháskúlanum.
Minningarorð um Arnbjørn Borgarlíð
Johan Mortensen
Á heysti ár 2000 seldi
eg seinastu lastina av
føroyskum villum laxi.
Hetta vóru 12 tons frá
TÚGVUSTEINI.
Hesin
ediligi og vakri fiskur
var veiddur norðanfyri
Føroyar á økinum har
føroyskur, skandinavisk
ur og islendskur laxur
hevur gingið á heimsins
besta beiti frá Árilds
tíð. Eg seldi laxin til ein
kunda í Dublin sum eigur
eitt stórt roykjarí. Eg
forvitnaðist, hvat hann
gjørdi við hesa exclusivu
og dýru rávøru, jú, hann
roykti laxin, og siðani var
hann seldur fyri ein sera
høgan prís til jødiskar
samkomur í New York,
har hann varð nýttur í
sambandi vid Sabattina,
har máltíðin skal vera
kosher, og har tað ikki
verður hugt eftir prísi
num.
Eg havi ofta huxað, at
hetta er eitt skúladømi
uppá marketing. Hví gera
vit føroyingar so lítið við
slíka marknaðarføring og
selja til kundasegmentir,
har
optimalur
prísur
fæst fyri vøruna! Annars
hoyra vit í dag lítið og
onki um marknaðarfør
ing og sølu av okkara
fiskavørum, hóast hetta
er grundarlagið undir
okkara samfelag sýnist
hetta ikki at hava serliga
stóran ans.
Umleið 2001 varð so
semja um at gevast við
veiðuni eftir villum laxi,
og var tað navnframi
íslendarin Orri Vigfusson,
sum fekk hetta í lag.
Orri
keypti
føroysku
kvotuna og kvotuna hjá
øðrum
strandalondum.
Orri var greiður yvir, at
ovurhonds altjóða veið
an eftir villum laxi og
hóttanin frá hinum alda
laksinum, sum sleppur
út, fóru at beina fyri villa
laxinum og serliga tann
laxastovnin, sum heldur
til í islendsku áunum.
Ætlanin hjá Orra eydn
aðist, og hevur hann
bjargað laxastovununum
í islendsku áunum. Laxa
veiðan í Islandi er í dag
ein risainntøka hjá Is
landi og hevur nógv at
siga fyri ferðamanna
vinnuna.
Nógv
kend
fólk fiska har á hvørjum
sumri,
millum
annað
Eric Clapton og George
Bush.
Orri
Vigfusson
átti nógvar vinir bæði
her á landi og kring allan
heimin. Hann var ein
úrmælingur og ein hin
besti sendimaður Íslands,
vit eru nógv sum sakna
hann.
Ein villur laksur er
veruliga ein uppliving ;
liturin, allir fjaðrarnir,
tjúkka sporlið, ljósareyði
liturin, muskulaturur av
at berjast við havstreym
arnar og so eyðkendi
smakkurin.
Tað var langt síðani, eg
hevði sæð ein villan laks.
Nú brádliga eitt kvøldið í
oktober í áarføri kemur
ein
vinmaður,
Føroya
besti
laxaveiðumaður,
til mín við einum villum
laxi. Hesin laxur hevði
funnið vegin aftur til
Leynará, har hann varð
klaktur, hevði bart seg
gjøgnum lús og kemikali
ir og so enda sítt lívsskeið
á Leynarvatni, ein stór
fingin gáva, sum eg var
sera fegin um.
Tað var ein stór løta at
hava henda lax á hondum
og at njóta sjónina av
hesum fullkomna skapn
ingum og so hin eyðkendi
lukturin av slibuni. Síðani
varð
hann
hegnisliga
royktur av Sjógæti. Tað
var ein sublim løta at
royna hann, smakkurin
so himmalskur – og hann
verður goymdir til jóla
borðið.
Vit eiga at seta lax út í
føroyskum áum í stórum
nøgdum. Somuleiðis eiga
vit aftur hava økir í Før
oyum, har ongin aling
er loyvd hinum villa
laxinum og villa sjósíla
stovninum at frama!
VILLUR LAXUR
Orri Vigfusson