týsdagur 30. oktober 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 31. oktober 2018 · Nr. 126
TÍÐINDI
Sólva Lindenskov Róadóttir
Fríggjadagin 26. oktobur
var hitt síðsta blaðið hjá
Trúboðanum
prentað.
Trúboðin er málgagn
ið hjá Kristiligu Heima
missjónini í Føroyum.
Fyrsta blaðið kom út
undir seinna heimsbar
daga í 1943. Trúboðin
hevur verið eitt prentað
blað tey seinastu 75 árini,
men frá november mán
að í ár verður tað bert
tøkt á alnótini – sum
tíðindaportalur.
Símun Persson Jacob
sen, formaður í Kirkjuligu
Heimamissiónini, sigur,
at ætlanin hevur leingi
verið at tillaga Trúboðan
soleiðis, at hann røkkur
út til fleiri menniskju, har
tey eru. Og tey flestu eru
í dag tøk á netinum, har
tað mesta av tilfarinum
verður lisið. Tískil velur
Trúboðin at fylgja lesara
num og flyta yvir á netið,
sigur hann.
- Tað er meira ein menn
ing enn eitt niðurlag.
Trúboðin fer ongan veg,
vit velja bara at røkka út til
fleiri lesarar, sigur Símun
Persson Jacobsen. Fyri
okkum er tað ein partur av
veruleikanum, at lesarin er
meira á alnótini enn áður,
og hetta velja vit at gera til
ein fyrimun, sigur hann.
– Eisini hava vit ein
serligan áhugabólk, sum
sjáldan verður rokkin í
almennu miðlunum, tí
skil gerst hetta ein fyri
munur, at vit kunna
røkka út til ein breiðan
skarða í mun til áðrenn,
tá vit prentaðu blaðið.
Tíðarhóskandi
Øssur Kjølbro, blaðstjóri
á Trúboðanum, kemur
at virka sum leiðari og
»redaktørur« á Trúboða
num. Øssur Kjølbro kem
ur at hava ábyrgd av til
farinum, sum verður lagt
út, soleiðis at tað verður
hildin ein ávís góðska, og
at gagn fæst av nýggja
møguleikanum.
Eisini
verður tað umráðandi,
at kundin allatíð hevur
møguleika at lesa fesk
tíðindi, hetta fyri at Trú
boðin eisini kann gerðast
ein vani, at man dagliga
hyggur á heimasíðuna
trubodin.fo og lesur tað,
sum verður skrivað.
Nýggja
menningin
gevur eisini Trúboðanum
møguleika at stýra, hvat
kemur út og nær, so
leiðis at alt gerst meira
tíðarhóskandi, og áhuga
málini
gerast
meira
tíðarbær,
heldur
enn
at tað gerst neyðugt at
nýta aðrar portalar sum
millumlið á alnótini.
Áðrenn avgerðin bleiv
tikin at gerast ein heima
síða heldur enn eitt blað
vóru nógvir møguleikar
umrøddir. Men av tí at
lesarin fyriheldur seg á
alnótini, bleiv tað enda
liga avgerðin at skriva
tíðindi á netinum.
- Soleiðis kunna vit
gerast meira nærverandi
og nútíðarhóskandi fyri
lesararnar. Tað ber eisi
ni í størri mun betri til
at gera ein dagsordan,
og samstundis umrøða
evnir, sum eru uppi at
venda her og nú. Hetta
letur eisini upp fyri fleiri
møguleikum
hjá
Trú
boðanum at mennast við
livandi myndum, sam
røðum og annað. Her,
sum vit byrja nú, kunna
vit millum annað opna
fyri einari størri rørslu,
tað ber til at leggja tíðindi
út dagliga og skapa rák og
tos í samfelagnum, tá tað
nemur við átrúnað, sigur
Símun Persson Jacobsen.
- Av og á má man
traðka út um tryggu
karmarnar og veruliga
hugsa, hvat næsta stigið
skal vera. Spurningurin
hjá okkum var so, um
man skal halda á við at
stríðast við einum blaði,
ella um næsta stig skal
beina leið fyri nýggjum
møguleikum, sigur Símun
Persson Jacobsen.
- Tá eg var ungur í
missiónshúsinum, hetta
man vera umleið 20-30 ár
síðan nú, vóru vit nøkur
fá ung, sum ikki dugdu at
spæla nakað ljoðføri. Vit
keyptu so trummur og
ljóðføri, og eitt hálvt ár
seinni øktist trongdin at
læra seg at spæla. Uppá
sama máta kann man
hyggja eftir hesari menn
ing,Trúboðin byrjar her
við okkara heimasíðu, og
vit mennast og veksa so
herfrá.
– Hetta er ein visjón,
og
vit
kunna
halda
fram við at mennast
sum heimasíða. Okkara
høvuðsmál er at gerast
ein partur av dagliga
vananum hjá lesaranum,
sigur
Símun
Persson
Jacobsen.
Tann
2.
novembur
klokkan
16.00
verður
nýggja heimasíðan hjá
Trúboðanum almanna
kunngjørd. Í hesum sam
bandi bjóðar Trúboðin
øllum áhugaðum í KFUM
& K í Klaksvík at fegn
ast um næsta stigið hjá
Trúboðanum.
TRÚBOÐIN: VIT VILJA RØKKA
ØLLUM ÁHUGABÓLKUNUM
Símun Persson Jacobsen
Øssur Kjølbro
Blaðið Trúboðin er farið í søguna, men Kristiliga Heimamissiónin fer nú
at leggja stóra orku í at reka nýggjan internetportal