Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. oktober 2018 · Nr. 126 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hann hevur verið bæði tíðindaleiðari og mentanarleiðari, men nú er hann fluttur upp á ovastu rók í kringvarpinum. Ivan Hentze Niclasen bleiv fríggjadagin settur sum stjóri í Kringvarpi Føroya Danjal av Rana Hann er føddur á Tvøroyri, men sum fimm ára gamal flutti hann við foreldrunum til Havnar. - Eitt sindur av suðringinum er eftir í mær kortini, tí so skjótt eg komi heim til for­ eldrini ella vitji í Suðuroy, tosi eg suðuroyarmál aftur, sigur hann við einum brosi. Hóast hann hevur arbeitt í miðlaheiminum mest sum alt arbeiðslívið, er hann ikki út­ búgvin sum journalist. Hann er søgufrøðingur og hevur har­umframt ein mastergrad í al­heimsgering og integrasjón. - Eg havi ongantíð starvast beinleiðis við útbúgvingar­øk­ in­um, men tað hevur sjálvandi gjørt mær væl ílatnan til nógv­ ar sendingar og evni, sum vit hava havt í Kringvarpinum, sig­ur nýggi kringvarpsstjórin. Uttan fyri Kringvarpið er tað serliga borðtennis, sum hev­ur fylt nógv. Tað var í Fram, at hann lærdi at spæla og byrj­ aði at venja. - Sjálvur bleiv eg ongantíð ordiliga góður, men eg taki mær æruna av, at beiggi mín (Pet­ur Niclasen, fleirfaldur føroya­meistari) bleiv so góður, sigur hann. Sjálvur var hann lands­liðsvenjari í fleiri ár. - Eg havi altíð havt áhuga í borðtennis, so eg fór til Svøríki, sum tá var undangonguland í borðtennis og heimsmeistari, at nema mær vernjara­útbúgv­ ing. Eg var so landsliðsvenjari á fimm oyggjaleikum, um­ framt at eg eitt skifti var for­ mað­ur í borðtennissam­band­ in­um, greiðir hann frá. Innanvitarin er nú stjóri Møguleikin at gerast kring­ varps­stjóri kom væl við hjá tvøra­manninum, tí í summar flutti hann heim aftur til Før­ oya við familjuni. - Seinastu árini havi eg búð í Viborg, har konan hevur und­ ir­víst á einum studenta­skúla. Hon hevur nú fingið starv á Glasi, og tí fluttu vit í summar til Miðvágs, haðani hon er frá. Tí havi eg seinastu árini flogið ómetaliga nógv millum Før­oy­ ar og Danmark. Við seinastu kringvarps­ stjór­unum hevur kringvarps­ stýrið roynt seg við ymiskum loysn­um. Dia Midjord var journal­ist, men tað vóru Ann­ ika Mittún og Johnny í Grót­in­ um ikki. Ivan Hentze Niclasen er ikki journalist, men kortini má sigast, at stýrið hesaferð hev­ur valt eina innanhýsis loysn. - Eg byrjaði í bandasavninum í Sjónvarpi Føroya og gjørdi onkrar frílanssendingar fyri sjón­varpi samstundis. Í 1995 flutti eg til Bornholm, har eg starv­aðist hjá TV2 í tvey ár, for­telur hann. Tá programmleiðarastarvið í Sjónvarpi Føroya stóð honum í boði, flutti Ivan Hentze Nicla­ sen heimaftur. - Hetta var meðan Tróndur Djurhuus var stjóri. Tá fevndi programmleiðarastarvið um all­ar sendingarnar í Sjónvarp­ in­um, tíðindaleiðslu, doku­ment­ ar­filmar, barnatilfar, und­ir­ hald og ítrótt, alt samalt, sigur hann. Seinni bleiv deildin býtt í tvey, áðrenn Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya blivu løgd saman í Kringvarp Føroya. Ivan Hentze Niclasen helt fram sum programleiðari, áðr­ enn hann í 2008 bleiv redakt­ ør­ur. Eftir eitt orlov í Danmark, bleiv hann redakturu í doku­ ment­ardeildini og ment­anar­ lig­ur samskipari í Kring­varp­ in­um, ein leiklut, sum hann hev­ur havt til nú. - Ein kann tí trygt siga, at eg kenni stovnin væl. Eg havi roynt stórt sæð alla fram­ leiðslu í húsinum, men kanska ikki so nógv útvarp. Eg havi ar­ beitt bæði við tíðindi og ment­ an. Eg havi verið redaktørur í Degi og Viku í nógv ár og redakt­ørur á størri sendingum og valsendingum. Eg havi enn­ tá verið Gekkavertur einaferð, vegna forfall, sigur Ivan Hentze Niclasen. Heilt nýggj leiðsla - Eg føli meg tí væl ílatnan til stjórastarvið, við tað at eg havi roynt leiklutirnar bæði sum journal­ist, redaktør, projekt­ leið­ari og deilarleiðari á stovn­ in­um, sigur hann. Kringvarp Føroya er í eini ser­støðu í løtuni, tí umframt at nýggjur stjóri júst er settur, skulu nýggjur tíðindaleiðari og mentanarleiðari setast, um­ framt at nýtt stýri skal veljast. STÝRIÐ VALDI INNANHÝSIS LOYSNINA - Eg føli meg tí væl ílatnan til stjórastarvið, sigur Ivan Hentze Niclasen