Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 31. oktober 2018 · Nr. 126 - Hetta er eitt gylt høvi hjá okkum at taka visjónina hjá Kringvarpinum uppaftur. Vit skulu varðveita hana og síðani hyggja at, hvussu vit kunnu gera hana sjónligari í arbeiðs­ setn­inginum hjá okkum, sigur hann. Ivan Hentze Niclasen sigur, at tað eru serliga tvey økið, sum hann ynskir at leggja ser­ lig­an dent á komandi tíðina, men at høvuðsmálið er, at Kring­varpið í størri mun skal kenn­ast viðkomandi fyri allar før­oy­ingar. - Vit skulu fáa ein hvassari profil í kritiska journal­istikk­ in­um. Kringvarp Føroya hevur so stóra fakligheit og dugnalig starvsfólk, at vit skulu megna at menna kritiska journalist­ ikk­in meiri. Á hendan hátt skulu vit megna betri at seta ting á dagsskránna í almenna kjak­inum, sigur nýggi stjórin. - Harnæst skulu vit duga betri at koma út kring landið. Vit skulu vera meiri við­kom­ andi fyri føroyingar og fyri allar føroyingar. Vit mugu ferð­ast meiri runt kring landið, og so mugu vit royna at knekka kotuna viðvíkjandi miðla­vanunum hjá teimum ungu. Skulu gerast sjónligari úti um landið Ivan Hentze Niclasen sigur, at nú er tíð til at skapa og ró í stovn­inum aftur. - Seinastu tíðina hevur stovn­ urin verið í eitt slag av bíði­ støðu. Tað sigur seg eisini sjálvt, at tað er ikki gott fyri stovnin at vera so leingi uttan stjóra og tíðindaleiðara, hóast góð fólk hava røkt størvini sein­astu tíðina, sigur hann. Liljan Weihe, frákoyrdi tíð­ inda­leiðarin, hevur kært av­ gerðina, sum nú skal viðgerast í Fíggjarmálaráðnum. Ivan Hentze Niclasen hevur onga við­merking til málið, men sig­ ur, at tað er greitt, at vit mugu seta fólk í hasi leiðslustørvini skjótast gjørligt. Nýggi stjórin er ikki heitur talsmaður fyri at leggja redak­ sjón­ir út um landið. - Tað er so skjótt atkomiligt alla­staðni. Eg haldi ikki, at spjaldrið, sum Kringvarpið hev­ur á sær, at tað er ov snæv­ urt miðsavnað um Havnina, er heilt rættvíst, men vit eiga kort­ini at duga betur at koma út um landið, sigur hann. - Kringvarp Føroya skal kenn­ast viðkomandi fyri allar føroyingar og raka føroyingar, har teir eru. Vit skulu duga bet­ur at stinga fingurin í jørð­ ina og finna útav, hvar før­oy­ ing­urin er í dag. Tað verður fremsti málsetningurin hjá nýggju leiðsluni, sigur Ivan Hentze Niclasen. I - Kringvarp Føroya skal kenn­ast viðkomandi fyri allar føroyingar og raka føroyingar, har teir eru., sigur Ivan Hentze Niclasen Mynd: Álvur Haraldsen