Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-10-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. oktober 2018 · Nr. 126 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvør dagur er ein gáva - Eg havi eitt gott lív, hóast eg eri sjúkur. Eg gleði meg hvønn dag, eg vakni, og eg eri takksamur fyri at vera á lívi og vera saman við teimum, eg eri góður við, sigur 62 ára gamli, Claus Tvernø, sum fyri hálvum fjórða ári síðan fekk tríggjar mánaðir at liva í. Hann er við í einari royndarverkætlan á Ríkissjúkrahúsinum Vilmund Jacobsen Tá danin, Claus Tvernø, fekk at vita, at hann hevði krabba­ mein í brisinum ella búkspýtt­ kertlinum og livrini, var tað sam­stundis við boðunum um, at hann helst bara hevði tveir mánaðir eftir at liva í. Men, hálvt fjórða ár seinni er hann framvegis á lívi – og orsøkin er eitt nú ein roynd­ arviðgerð, stuðlað av danska Krabbameinsfelagnum. Claus Tvernø er í viðgerð í tí, sum verður rópt Stig 1-eindin (Fase 1-enheden) á Ríkis­sjúkra­ húsinum. Her fáa nakrir krabba­meinssjúklingar, sum eru uppgivnir og ikki hava aðrar møguleikar, royndar­við­ gerð við nýggjasta heilivági sum er. Royndarverkætlan Claus Tvernø er við í hesi roynd­arverkætlan, sum er stuðlað av Knæk Cancer, og sum snýr seg um at menna hætt­ir, har mátað verður við blóð­royndum, um nýggju krabba­meinsviðgerðirnar virka. Og fyri Claus Tvernø eru úrs­litini rættiliga positiv. - Krabbameinið heldur sær í friði, og skanningar vísa av og á, at knútarnir eru teir somu – og onkuntíð minni, sigur hin 62 ára gamli, sum býr í Hillerød. Yvirlæknin, Morten Mau- Sør­ensen, er leiðari av Stig 1-eindini á Ríkissjúkrahúsinum, og hann er fegin um góðu úrs­ litini. - Tað er tíverri óvanligt, at sjúklingar við krabbameini í brisinum liva so leingi sum Claus. Men, royndarviðgerðin hevur gjørt, at sjúkan hjá hon­ um nú er undir eftirliti, sigur yvirlæknin. Nýggjur heilivágur Tað er hálvt fjórða ár síðan, at Claus Tvernø fekk at vita, at hann hevði krabbamein í brisi og livur, og læknin segði seg rokna við, at hann bert hevði nakrar fáar mánaðir eftir at liva í. Tað var ógvuliga friðarligt í bilinum, tá Claus Tvernø og kon­an koyrdu heim av sjúkra­ húsinum eftir hesi boð. Í fyrstuni varð roynt við kemoterapi, men, sum tíðin gekk, gjørdist virknaðurin eing­in, og í juni í 2016 vóru ikki fleiri tilboð til Claus Tvernø um viðgerð. Hann setti seg kortini í sam­ band við læknarnar og vildi hava at vita, um immunterapi kanska kundi verið ein møgu­ leiki. Men, soleiðis var tíverri ikki. Hann fekk í staðin eitt til­ boð um at luttaka í einari roynd­arverkætlan við einum heilt nýggjum slagi av heili­ vági. Hesin heilivágur er gjørd­ ur til at raka genetiska brekið – rópt MET – ið er orsøkin til hansara krabbasjúku. Viðgerðin fevnir um tvær tablettir um morgunin og tvær um kvøldið, og tá heilivágurin skal takast, skal hann fasta tveir tímar fyri tøku av heili­ vágn­um og ein tíma eftir, at heili­vágurin er tikin. Hjáárinini hava víst seg ser­ liga við vamli og vektøking. Claus Tvernø hevur tikið 16 kilo uppá. Orsøkin er væta, sum hann hevur trupult við at sleppa av við, tó at hann tekur vatn­drívandi heilivág. Claus takksamur Men, Claus Tvernø virðismetir hvønn eykadag, hann hevur fingið, síðan hann fekk kalda deyðadómin. Áður fylti arbeiði nógv, men í dag brúkar hann tíðina upp á tað allar týdningarmiklasta – túr­ar á motorsúkkluni saman við vinum og saman við konu og teirra trimum børnum um­ framt tveimum tjúkbørnum. - Eg havi eitt gott lív, hóast eg eri sjúkur. Eg gleði meg hvønn dag, eg vakni, og eg eri takk­samur fyri at vera á lívi og vera saman við teimum, eg eri góð­ur við, sigur Claus Tvernø. Kelda: cancer.dk HEILSA Claus Tvernø saman við yvirlæknanum, Morten Mau-Sørensen, sum leiðir Stig 1-eindina á Ríkissjúkrahúsinum Mynd: Tomas Bertelsen Áður fylti arbeiði nógv, men í dag brúkar Claus Tvernø tíðina øðrvísi – saman við vinum á motorsúkklu og ikki minst saman við familjuni - Eg eri takksamur fyri at vera á lívi og vera saman við teimum, eg eri góður við, sigur 62 ára gamli, Claus Tvernø