týsdagur 30. oktober 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 31. oktober 2018 · Nr. 126
torshavn.fo
Grundstykkið er uml. 12.000 fermetrar til víddar og verður selt sum tað er
og liggur. Stykkið verður matrikulerað burtur úr matr.nr. 139b, Hoyvík.
Kommunan skilar sær rætt til at regulera stødd og skap á grundstykkinum
eftir endaliga uppmáting.
Nýtslan av økinum
Grundstykkið verður selt at nýta til vinnuligt virksemi.
Byggisamtykt
Matr. nr. 139b á Skarðshjalla liggur í umráðispartinum B8 í almennu
byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, har ásetingarnar sambært
kap. 4, §15 eru:
• Loyvt er einans at byggja hús til vinnuvirkir, herundir
umsitingar- og tænastuvirki, verksmiðjur, goymslur og tílíkt
og til tænastuvirksemi, ið hevur samband við hesi
• Virkini í hesum umráðispartinum skulu kunna flokkast í
umhvørvisflokkunum 4 til 6 sambært reglum hjá Tórshavnar
kommunu.
Kostnaður
Grundstykkið verður selt til hægstbjóðandi. Tó er ásettur ein minstiprísur
áljóðandi kr. 675,00 fyri fermeturin. Sostatt skal boðið frá tilboðsgevara
innihalda kr./fermetur.
Bjóðar tilboðsgevari ásetta minstaprísin, og annar tilboðsgevari bjóðar
hægri prís, skulu tey, ið hava boðið ásetta prísin, hava møguleika til at
koma við nýggjum boði.
Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til at havna øllum boðum.
Freist
Áhugaðir keyparar skulu boða kommununi frá í seinasta lagi týsdagin
13. november 2018 kl. 12.00
Skrivlig boð verða at lata kommununi í afturlatnum brævbjálva saman við
váttan frá peningastovni um tøka fígging. Tilfarið verður hildið í trúnaði, til
avgerð er tikin í málinum.
Brævbjálvin skal verða merktur uttaná:
• Boð uppá grundstykki á Skarðshjalla
• Umframt navn á boðgevara
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Marius Müller, tekniskan stjóra
á telefon 215309, teldupostur marius@torshavn.fo
Grundstykki til vinnuligt
virksemið á Skarðshjalla til sølu
Atkoma
á Skarðshjalla
Uml. 12.000 m2
Bókhaldari
Vegna ein av kundum okkara søkja vit við hes um eftir bókhaldara at byrja
skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Um starvið
Bókhaldarin hevur ábyrgdina av dagliga bók haldi felagsins í tøttum samstarvi
við fíggjar leið aran. Arbeiðið umfatar alt vanligt bókhalds- og rokn skapar-
arbeiði, umframt aðrar fyri sit ingar ligar uppgávur, ið eru tengdar at bók hald -
in um.
Arbeiðsstaðurin er á skrivstovu felagsins í Eysturoy, har 10 fólk starvast.
Vit vænta, at tú hevur
•
Hug og evni til at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd umframt góð
sam starvsevni.
•
Viðkomandi royndir innan bókhald og rokn skap.
•
Neyðugar telduførleikar á brúkarastøði.
•
Kunnleiki til Navision er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Vit bjóða
•
Spennandi og avbjóðandi starv í eini av meðal stóru
útflutningsfyritøkunum í land in um.
•
Kappingarførar setanartreytir.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Heina Thomsen á tlf.
554707 ella við at senda teldupost til ht@januar.fo.
Umsóknir saman við stuttari lívssøgu, møgu lig um prógvum og viðmælum
skulu sendast til:
ht@januar.fo
ella
Januar P/F
Postboks 30
110 Tórshavn
stílað til Heina Thomsen.
Um sókn ir skulu vera okkum í hendi í seinast lagi mána dag 12. november
2018, klokkan 12.00.
Óðinshædd 13 P.O. Box 30 FO-110 Tórshavn
Tel. +298 31 47 00 januar@januar.fo januar.fo