Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Eftir lógini er ikki loyvt at roykja á al­menn­um støðum og so­statt er tað heldur ikki loyvt at roykja á Vága Floghavn. So hjá roykjarum kann bíðitíðin á flog­vøllinum fella long, tá ið tey ikki sleppa at festa sær í, og tað er ikki óvanligt at síggja roykjara standa bæði kaldar og vátar uttan fyri og roykja.  Men fyri at bøta um umstøðurnar hjá roykjarum, hava tey á flogvøllinum nú gjørt eitt serligt roykirúm, har fólk kunnu guva sum teimum lystir. Roykirúmið er við útgongd nummar eitt. – Í dag bíða roykjarar ofta við at fara inn í fráfaringarhøllina til allar síðstu løtu, og tað kann órógva. Roykirúmið er heilt vanligt øðrum flogvøllum og er ein trygt fyri, at at eingin tubbaksluktur verður uttanfyri roykirúmið, og sostatt verða tey, sum ikki roykja, heldur ikki órógvað av roykjarunum, siga tey á flogvøllinum. 2. NOVEMBER 2018 Fyrr í vikuni var stórur norðurlendskur dagur í Oslo í Noregi. Norðurlandaráðið hevði sín árliga fund, og hendan dagin vórðu norðurlendsku heiðurslønirnar handaðar. Norðurlandaráðið letur heiðurslønir innan tónleik, bókmentir, umhvørvi og film. Norðurlond og tey sjálvstýrandi økini gera tilnevningar, og síðani tekur ein dómsnevnd støðu til, hvør skal vinna tær ymsu heiðurslønirnar. Føroyingar gera tilnevningar á hvørj­um ári – ikki altið í øllum bólkum – og tað er komið fyri, at Føroyar hava vunnið onkra av heiðurslønunum, men tað er rár hending. Tí var tað stórt, at ein av norðurlendsku heiðurslønunum í ár varð latin føroyskum listamanni. Bárð­ur Oskarsson vann ungdóms- og barna­bókaheiðurslønina fyri bókina »Træið«, sum hann bæði hevur skrivað og teknað. Tað er stórt fyri skaldskapin og listina hjá Bárði Oskarsson, at hann fær slíka viðurkenning, og vit føroy­ing­ ar eru fegnir um, at ein av okkara evna­ ríku listamonnum fær heiður av hesum slagi. Vónandi kann hendan skunda und­ir, at skaldskapurin og listin hjá Bárði Oskarsson kemur longur út í heim, og at áhugin fyri føroyskum skald­skapi fer at vaksa. Tað var eisini stórhending, at Barb­ ara Gaardlykke Apol varð vald sum for­ seti í ungdómsráðnum hjá Norður­ landa­ráðnum, UNR. Hetta var fyrstu ferð, at føroyingar fáa hendan álitis­ sess. Harafturat var føroyska Anna Falk­enberg vald sum varaforseti. For­ setin í ungdómsráðnum er eisini limur í formansskapinum hjá Norður­landa­ ráðn­um, og har hava føroyingar ikki havt umboðan áður. Hetta er góð viðurkenning hjá før­ oyskum ungdómspolitikarum at fáa, og nú mangla vit bert, at vit røkka stóra málinum – at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. UNR tekur undir við, at eitt nú Føroyar verða sjálvstøðugur lima­skap­ ur, og tíðin virkar alt meira fyri, at hetta skal lata seg. Í grundini eigur ikki nøk­ur forðing at vera fyri, at sjálv­ stýrandi øki sum Føroyar og Grønland fáa limaskap á hædd við hini norð­ur­ lond­ini. Stórur dagur í Oslo Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Flogvøllurin Nu er eisini pláss fyri roykjarum Barbara Samuelsen er nú byrjað í nýggja starvinum sum leiðari í Visit Tórshavn – kunningarstovuni í høvuðs­staðnum. Fyrsti arbeiðsdagurin var í gjár. – Eg havi brúkt morgunin uppá at tosa við nevndina og at læra starvs­ fólki at kenna, soleiðis at vit kunna leggja ein plan frameftir. Hetta verður ein ógvuliga spennandi og mennandi tíð, segði Barbara Samuelsen, tá ið Sosialurin hitti hana á nýggja arbeiðs­pláss­in­ um í gjár. – Tað er ein avbjóðandi tíð innan ferðavinnuna í løtuni. Ferðatalið er vaksandi, og tað hendir so ógvuliga nógv, sum ger at vit hava eina rúgvu av menningar­ uppgávum at loysa. Tað koma fleiri og fleiri ferðafólk til býin, og vit muga verða klár at taka í móti teimum, so tað eru nógv ymisk ting, sum skula setast í verk og tað er bara spennandi at fara í gongd við, sigur hon.  - Vit hava skipað ein ferða­vinnu­ politikk, so tað næsta verður, at vit fara í gongd við at seta hann í verk. Men í løtuni eru jólini á skránni. Visit Tórshavn stendur fyri at pynta til jólar í allari kommununi, tað vil siga at tendra jólatrøðini, heingja perur upp og at hugna um fyri borgararnar í kommununi, samstundis sum tað er ein hugni fyri øll, sum ferðast til høvuðsstaðarøkið, sigur Barbara Samuelsen. Barbara byrjað í nýggja starvinum Les eisini blaðið á telefonini Skommin er viðfødd Lars J. Sørensen Síða 20-21 Dálkingin kennir ikki landamørk Sirið Stenberg Tema síða 12-19 Visti tú? At 52 prosent av føroyingum eta grønmeti fýra ferðir um vikuna ella oftari Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin