hósdagur 1. november 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 127
3
Yviri við Strond 6
Postsmoga 215
110 Tórshavn
Tel. +298 401000
bustadir@bustadir.fo
www.bustadir.fo
Starv hjá Bústøðum
STARV SUM
HÚSAVØRÐUR
Nú kanst tú søkja starv sum húsavørður hjá Bústøðum. Bústaðir hava í dag 262
leigu bústaðir, og fleiri enn 300 aðrir eru annaðhvørt í gerð ella ávegis. Okkum
tørvar fleiri hendur til rakstur og viðlíkahald av okkara íbúðum.
HÚSAVØRÐUR
Húsavørðirnir eru andlit og hendur hjá Bústøðum úteftir. Teir hava
nógv samskifti við aðrar handverkarar og okkara leigarar. Húsa
vørðirnir gera vanligar ábøtur og smærri umvælingar av bygning
um og íbúðum. Tá størri umvælingar verða gjørdar, samskipa
húsavørðirnir hetta við aðrar handverkarar.
Húsavørðirnir gera inn og útflytingarsýn í sambandi við flyting.
Harumframt hava húsavørðirnir umsjón við øllum okkara byg
ningum, taka sær av øllum tekniskum installatiónum og røkta grøn
økir og tún.
Sum nýggjur húsavørður verður tú partur av einum toymi við 4
húsavørðum og einum húsavarðarlærlingi.
UM TEG
Vit ímynda okkum, at tú ert fyrikomandi og álítandi, hevur gott
handalag, trívist við at hava nógv um oyruni, og at tú hevur hug og
evnir at veita okkara leigarum góða tænastu.
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi handverksútbúgving og arbeiðs
royndir sum elektrikari, timburmaður ella tílíkt og hevur koyrikort.
Sýn, um vælingar og annað virksemi hjá húsavørðunum fer at verða
skrásett í okkara umsitingarskipan, so vit vænta, at tú hevur teldu
førleikar á brúkarastøði. Av tí at vit hava nógv uttanumøkir at taka
okkum av, vóna vit, at tú eisini hevur hug og hegni til ymiskt
urtagarðsarbeiði.
VIT BJÓÐA TÆR
Eitt starv, har tú fært nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur innan rakstur
og viðlíkahald av okkara leigubústøðum. Vit vóna, at tú kanst byrja í
starvinum í januar 2019.
Løn sambært sáttmála.
UMSÓKN
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:
Bústaðir
Yviri við Strond 6
Postsmoga 215
110 Tórshavn
ella tpost: bustadir@bustadir.fo
UMSÓKNARFREIST
Freistin at søkja er mánadagin 19. november 2018. Væntandi verða
setanarsamrøður í viku 47. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú
venda tær til Allan Skaalum, umsitingarleiðara, á telefon 213701.
Bústaðir eru alment bústaðarfelag, ið fíggjar, umsitur og rekur leigubústaðir. Sum alment bústaðafelag tryggja vit, at skipaði viður
skifti eru á leigu og lutaíbúðamarknaðinum, at dygdin á bústøðunum er í lagi, og at umvælingar og fíggjarkarmar eru hóskandi.
Bústaðir hava í dag 262 leigubústaðir kring alt landið, og fleiri enn 300 aðrir eru í gerð ella ávegis. Hjá Bústøðum eru 21 starvsfólk.
Sí meira um um Bústaðir á heimasíðu okkara bustadir.fo