Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 127 4 Tað var ein stórur dagur, tá ið Norð­ ur­landaráðið fyrr í vikuni, valdi at lata barnabókaheiðurslønina til Bárð Osk­arson. Fyrst og fremst er hetta ein stórur heiður til lítillætna, men virkna rit­ høv­undan, teknaran og málaran. Hann eigur fult rós uppiborið fyri tað sum hann hevur gjørt og ikki minst fyri bókina Træið. Ein barnabók uttan mong orð, men afturfyri tekningar, sum eggja til, at kesarin hugsar um tað sum hann sær og lesur. Men fyri føroyingar er hetta eisini stórt. Hendan virðislønin er so stór og fær so stóra umtalu, at Føroyar av álvara verða staðsettar í ment­unn­ar­ heim­inum. Virðislønin eigur at eggja okkara listafólkum til at hugsa stórt og inter­ nationalt, tí tað krevst. Lat okkum brúka hetta, sum eitt høvi at lyfta yvir­liggjaran eitt sindur upp afturat. Tillukku við virðislønini! Politiskt hevur tað veirð friðarligt hesar dagarnar, stórur partur av polit­isku skipanini hevur verið í Oslo. Andstøðan hevur roynt at gera eitt sindur vart við seg, men tað sær út til, at teir kneysar, sum hava gjørt vegin hjá smagonguni eitt sindur óslæattan, eru hølvaðir niður við veghøvlinum. Uppskotið frá Framsókn um at leingja skipanina við fiskidøgum, hev­ur sjálvandi givið høvuðubrýggj, men munnu tey ikki eisini loysa tann trupul­leikan. Ája! Mangan hava vit grenja um, at tað gongur onki serligt hjá teimum, sum troyta botnfiskastovnin undir Før­oy­ um. Men nú glógvar í aftur. Nú siga bæði útróðrarnmenn og fiskifrøðingar, at tað sær munandi betri út, bæði við toski og hýsu. Út­ róðrarbátarnir fáa nógvan fisk og í glas­kúluni hjá Havstovuni sær eisini betri út enn leingi. Hetta kann fáa optimismuna aftur í tann partin av fiskiflotanum, sum roynir á landgrunninum eftir hesum fiska­sløgum. Summir partar av tí flot­anum hava ikki fingið lu í tí til­ feingið, sum annars seinastu árini hev­ur verið at fáa undir Føroyum. Vit liva av fiski og vit tosa dagliga um, hvussu vit skulu skipa okkum. Seinastu árini hevur hetta verið ein ómeta­liga stórur partur av almenna kjak­inum og tað verður tað helst fram­vegis. Uppgávan nú er, at vit mugu díkja á fyri at virðisøkja okkara tilfeingi mest møguligt. Tær krónur, sum skulu vinnast eyka eiga at koma før­ oyska samfelagnum til góðar – heldur enn útlendskum millumhandlarum. Ája! Tað er fyrri myrkt á degnum eftir at klokkan var flutt í oktober. Tí ræður um at ansa upp­ aft­ur betur eftir í ferðsl­uni. Hetta er gald­andi fyri bil­før­ar­ar, men eisini fyri tey, sum verða róptir “bleyt­ir” trafik­ ant­ar. Oktober var ein regnmánaður og onki bendir á, at nov­emb­er verður nakað annað. Tí eiga vit at brúka vit og skil, so vit ikki gera óneyðugar vanlukkur í ferðsluni. Ája! Vikan ið fór Sæð á Facebook: Svav sum ein steinur í nátt – vaknaði aftur í grótbrotinum Tá man trýr, at komið er á botn við tápuligheitunum, eru tað altíð nakrir persónar, sum megna at lækka støði enn meira Bárður Oskarsson vinnur norðurlendsku barnabókaheiðurslønina fyri bókina Træið. 10 fólk hava søkt starvið sum mentanar- og vinnustjóri í Klaksvíkar kommunu. Barbara Gaardlykke Apool verður vald til forseta í ungdómsráðnum hjá Norðurlandaráðnum. Nýggj kanning hjá Landsbankanum staðfestir, at fjórði hvørji hús í Havn kostar yvir tríggjar milliónir krónur. Sámal Erik Hentze verður settur sum venjari hjá besta mansliðnum hjá Víkingi, sum hann eisini vandi í 2016 og 2017. Nýggj heilsu­ kanning hjá Fólkaheilsu­ ráðnum vísir, at meira enn helvtin av føroyingum viga ov nógv MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt av føroyingum eta fisk 4 ferðir um vikuna ella oftari 14% Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? at fjórði hvør maður roykir dagliga Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, seinnapartin av útsynningi og suðri og minkandi vindur. Okkurt einstakt æl og onkrir sólglottar, men út á dagin dregur samanum. Hitin millum 5 og 8 stig. Um kvøldið og náttina lækkar hann í ein sunnan og landsynning og øtlar vindin í strúk í vindi upp í skrið, 12 til 18 m/s, við hvøssum hvirlum. Samdrigið og samregn og hitin millum 7 og 10 stig. 12-18 m/s 13-20 m/s 13-20 m/s LEYGARDAGIN FRÍGGJADAGIN SUNNUDAGIN Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og suðri, 10 til 15 m/s, sum út á náttina veksur í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 20 m/s. Í hvirlunum upp í hvassan og kolandi storm, 25 til 30 m/s. Skýggjað og samregn, seinni klárar í, tó okkurt æl, og um náttina skýggjað og ælaveður. Hitin alt samdøgrið um 10 stig. Strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 20 m/s, við hvøssum hvirlum, men út á dagin makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur ælaveður, men um náttina klárari. Hitin um dagin millum 6 og 9 stig, um náttina niður í 3 til 6 stig. Heilsa Í vikuni koma árliga heilsukanningin, sum Gallup Føroyar ger fyri Fólkaheilsuráðið. Millum høvuðsniðurstøðurnar í kanningini eru, at føroyingar roykja alt minni, og nú eru tað bert 20 prosent av fólkinum, sum roykja dagliga. Kanningin staðfestir eisini, at meira enn helmingurin av føroyingum viga ov nógv. Fólkaheilsuráðið heldur eisini, at føroyingar røra seg ov lítið – bert 20 prosent av fólkinum røra seg so nógv, sum Heimsheilsustovnurin mælir til. Sprotin sigur um orðið: heilsa tað at liva væl, tað at vera frískur