hósdagur 1. november 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 127
6
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
19. september í ár var ein dagur,
sum hjúnini Óli og Sólbjørg
Djurhuus seint koma at gloyma.
Hendan góðveðursdag fyri 6
vikum síðani fekk Sólbjørg
hjartastopp uttan fyri hvala
støðina við Áir. Tíbetur spældi
alt væl av, men tað kundi endað
nógv verri, um umstøðurnar
ikki vóru, júst sum tær vóru
hendan dagin.
64 ára gamla Sólbjørg Djur
huus hevði ongantíð vitj
að hvalastøðina við Áir fyrr,
men hendan dagin var høvi
hjá almenninginum at vitja á
gomlu hvalastøðini í sambandi
við Mentanardagar í Sunda
kommunu. Hvørt ár skipar
Sunda kommuna fyri Mentan
ardøgum, og hvalastøðin við Áir
var partur av skránni, har skipað
varð fyri rundvísing í samstarvi
við Tjóðsavnið.
71 ára gamli Óli Djurhuus er
uppvaksin í Hósvík, og hann er
staðkendur við Áir. Pápi hansara
plagdi at arbeiða har, og tí hevur
hann runnið nógv við Áir sum
smádrongur. So hendan dagin
tók hann konu sína við sær til
sítt gamla spælipláss, og tað
gleddi Sólbjørg Djurhuus seg
sum vera man til.
Knappliga small hon um
Men lítla løtu aftaná tey komu
úr bilinum, hendi nakað, sum
hvørgin teirra hevði væntað.
- Vit vóru akkurát komin
úr bilinum og gingu yvir ímóti
støðini. Knappliga liggur hon
skerfløt. Eg spurdi hana, um
hon datt, men tá eg bukkaði meg
niður og skuldi til at reisa hana
upp aftur, sá
eg, at tað var
heilt galið, tí hon
var fullkomiliga vekk,
greiðir Óli Djurhuus frá.
Óli Djurhuus hvakk við og
visti ikki síni livandi ráð í hesari
løtuni, tá konan lá uttan vit á
jørðini uttan fyri hvalastøðina.
Hann var skjótur at ringja
112, tá hann sá, hvussu vorðið
var, og hann bað sjúkrabilin um
at skunda sær at koma til Áir at
bjarga lívinum á konuni.
- Eg dugi væl fyrstu-
hjálp, men eg var so kløkkur,
at eg var ikki førur fyri
at hugsa um fyrstu-hjálp
beint tá, tí eg var so illa fyri av
hvøkkinum, sigur Óli Djurhuus.
Nógv fólk vóru møtt upp at
hoyra um hvalastøðina við Áir
hendan dagin, og lukkutíð vóru
fleiri fólk til staðar, sum dugdu
fyrstu-hjálp. Tey vóru skjót at
koma Sólbjørg til hjálpar og góvu
henni kunstigan andadrátt. Ein
lækni var av tilvild eisini til staðar,
sum traðkaði til og gjørdi sítt fyri at
hjálpa Sólbjørg til lívs aftur.
Brutu inn eftir
hjartastartara
Millum øll fólkini, sum vóru
til staðar, vóru nakrir, ið høvdu
tilknýti til Trygdardepilin við
Áir, har brandskúlin (Vinnu
háskúlin) er. Teir vistu, at ein
hjartastartari var inni í skúla
num. Hjartastartarin verður
brúktur í sambandi við undir
vísing har, tí tað hevur hent seg,
at fólk eru smollin um har undir
venjing, og tí hevur ein hjarta
startari verið til taks har.
Støðan uttan fyri hvalastøði
na var spent, og tað fór at taka
eina løtu, áðrenn sjúkrabilurin
fór at koma, so menn gjørdu av
at fara eftir hjartastartaranum í
brandskúlanum.
- Men har var stongt í brand
skúlanum, sigur Óli Djurhuus.
Tað var einki annað at gera
enn at bróta inn gjøgnum hurð
ina í brandskúlanum fyri at fáa
hendur á tí, ið kundi bjarga lívi
num á Sólbjørg.
- Teir fingu so fatur á einum
krákunevi og skundaðu sær at
brúka krákunevið til at bróta
inn í brandskúlan. Tað gekk, og
teir komu út aftur við hjarta
startaranum, fortelur Óli Djur
huus.
Var burtur í 8 minuttir
Hjartastartarin bleiv so brúktur
fyri at fáa Sólbjørg at vakna upp
aftur.
- Hon fekk ein kraftigan
stoyt, og so kom hon til lívs aft
Sólbjørg fekk hjartastopp:
MÁTTU BRÓTA
INN EFTIR
HJARTASTARTARA
- Eg sá bara eina jarðarferð fyri mær. Tað má
er ærligt ásanna. Eg var bangin fyri, at hon
var farin, sigur Óli Djurhuus, sum var við at
missa konu sína, tá hon fekk hjartastopp
uttan fyri hvalastøðina við Áir í september
Sólbjørg Djurhuus
og Óli Djurhuus
búgva í Havn.
Sólbjørg er ættað
úr Klaksvík, og
Óli er ættaður
úr Hósvík
PERSÓNSSØGA: Óli Djurhuus