hósdagur 1. november 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 127
7
ur. Tað var stoyturin frá hjarta
startaranum, sum gjørdi undur
verkið, sigur Óli Djurhuus.
Sólbjørg Djurhuus hevði tá
verið vekk í heilar 8 minuttir
uttan at anda.
Tað var ein stórur lætti hjá
manninum, Óla Djurhuus, tá
hon vaknaði upp aftur. Og
hann dylir ikki fyri, hvørjir
tankar fóru ígjøgnum høvdið
á honum, meðan hon lá niðri
á jørðini uttan vit í hesar átta
minuttirnar.
- Eg sá bara eina jarðarferð
fyri mær. Tað má eg ærligt ásan
na. Eg var bangin fyri, at hon var
farin, sigur Óli Djurhuus.
Bleiv koyrd til Havnar
Sjúkrabilurin kom nakað aftaná,
hon vaknaði upp aftur. Hon varð
koyrd til Havnar, og æðrarnar
til hjartað vóru so tiptar, at hon
varð send beint niður til Dan
markar á Ríkissjúkrahúsið dag
in eftir.
- Hon fekk ta hjálp, hon kundi
fáa her í Havn, og so fór hon niður
til Keypmannahavnar morgunin
eftir við fyrsta flogfarinum, sig
ur Óli Djurhuus, sum hevur siglt
við Strandfaraskipum síðstu 26
árini.
Á Ríkissjúkrahúsinum bleiv
hond tikin um hana, og hon er í
dag komin væl fyri seg. Tá mann
fær hjartamassagu fer allur
kroppurin meira ella minni úr
lið, og tað tekur tíð at koma fyri
seg eftir slíkan umgang. Sólbjørg
Djurhuus hevur tað gott í dag,
og um einar 14 dagar fer hon til
arbeiðis aftur.
- Heppið, at tað
hendi við Áir
Tá Óli Djurhuus hugsar aftur á
hesa hendingina við Áir 19. sep
tember, hugsar hann, hvussu
heppið tað var, at støðan var,
júst sum hon var. Hjartastopp
kann mann fáa allastaðni, og
av øllum støðum í Føroyum
fekk Sólbjørg hjartastopp við
Áir, meðan fólk vóru rundan
um hana. Hesi fólkini vóru
beinanvegin til reiðar at hjálpa
henni og enntá bróta inn í
brandskúlan fyri at heinta
hjartastartaran.
- Fyri so vítt var tað øgiliga
heppið, at tað hendi við Áir. Um
eg hevði verið einsamallur við
henni onkra aðrastaðni langt
vekk frá øllum, so veit eg ikki,
hvussu tað hevði verið, hugsar
Óli Djurhuus.
- Eg hevði ikki klárað at
hildið lív í henni so leingi, tað
trúgvi eg einki uppá, sigur Óli
Djurhuus.
Hann sigur, at fólkini, ið hjálp
tu til, eiga lívið í konu síni í dag.
- Mann kann siga, at tey eiga
lívið í henni. Øll tey, sum hjálptu
til, góvu henni kunstigan anda
drátt og hjartamassagu. Í allari
óeydnu var tað heppið, at tey
vóru til staðar og til reiðar at
hjálpa henni, sigur Óli Djurhuus.
Í dag er hjartastartarin, sum
var inni í brandskúlanum við
Áir, komin útum at hanga.
PATURE@SOSIALURIN.FO
Soleiðis veitst tú, um
ein persónur hevur
fingið hjartastopp
Kanna, um persónurin hevur mist
vitið. Tak í akslarnar og ruska
varliga. Tosa hart við persónin. Um
persónurin ikki letur við seg koma,
er viðkomandi uttan vit.
Kanna, um persónurin hevur
vanligan andadrátt. Skapa fría
andaleið við at boyggja høvdið
lættliga afturá og lyfta høkuna upp.
Hygg eftir, um bringan fer upp og
niður. Merk eftir við kjálkanum, um
tú følir andadráttin og lurta eisini.
Er persónurin uttan vit, og hevur
hann ella hon ikki vanligan
andadrátt, so er talan um
hjartastopp.
Tá skalt tú ringja 112 umgangandi,
og inntil tá skalt tú royna at fáa
persónin til lívs aftur við kunstigum
andadrátti ella hjartamassagu.
Dugir tú ikki hetta frammanundan,
verður tú vegleiddur av vakthavandi.
Er ein hjartastartari nærindis, skalt
tú fara eftir honum, ella senda
onkran annan eftir honum, um onnur
fólk eru til staðar. Tú verður eisini
her vegleiddur av alarmsentralinum.
Kelda: Hjertestarter.dk
Á www.hjartastartari.fo ber til at síggja,
hvar í Føroyum, hjartastararar eru til
taks. Har er eisini vegleiðing í, hvussu tú
brúkar ein hjartastartara.
Umleið 250 fólk vóru møtt
upp fyri at hoyra um søguligu
hvalastøðina við Áir á
Mentanardøgum hjá Sunda
kommunu í september