Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 127 8 BankNordik tvífaldar avlopið Fyrstu níggju mánaðirnar hevur BankNordik havt framgongd allastaðni aftur ímóti í sama tíðarskeiði í fjør ÁKI BERTHOLDSEN   Í eini fráboðan sigur Bank­ Nordik, at fyri skatt er úrs­l­itið 286 milliónir teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár, og tað er tvær ferðir so nógv, sum tað var í fjør, tá ið tað var 143 milliónir. Av tí sama vænta tey eisini, at tá ið alt árið er gjørt upp, fer úrslitið at vera betri, enn tey høvdu sett sær sum mál. Tey høvdu sett sær sum mál, at nettoúrslitið í ár fór at liggja ímillum 190-240 milliónir, men hava tey hækkað tað til 240- 280 milliónir.  – Tað gongur væl í Føroyum, og tað sæst eisini í rokn­skap­in­ um hjá BankNordik. Inn­tøk­ur­ nar eru hækkaðar, og vit kunnu staðfesta, at øll okkara virkis­ øki standa seg væl. Vit síggja framgongd í bankavirksem­in­ um, tryggingarvirkseminum og í ognarsøluni, og tað eru vit væl nøgd við,   sigur Árni Ellefsen, for­stjóri í BankNordik. Rentuinntøkurnar eru fram­ vegis ein avbjóðing, tí rentan er so lág, men hesum vigar hóvligi útlánsvøksturin upp ímóti. So­ statt eru inntøkurnar frá før­ oyska virkseminum hækkaðar fýra prosent ársins fyrstu níggju mánaðir samanborið við sama tíðarskeið í fjør.   Virksemið hjá dótturfeløg­ un­um hjá BankNordik hevur eis­ini roynst væl higartil í ár. Kappingin á føroyska trygging­ armarknaðinum er hørð, men hóast hetta eru inntøkurnar hjá Trygd vaksandi. Úrslitið áðr­enn skatt er fýra milliónir teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár, samanborið við 11 milliónir í sama tíðarskeið í fjør.  Trygd hevur goldið 55 milli­ ón­ir í skaðaendurgjøldum, sam­ an­borið við 42 milliónir í sama tíðarskeið í fjør. Sam­stund­is hev­ur Skyn selt metnógvar ogn­ir í ár, og alt bendir á, at 2018 verður eitt uppaftur betri ár enn 2017, sigur bankin.  Útlánini hjá bankanum hækk­aðu úr 9,5 milliardum teir fyrstu níggju mánaðirnar í fjør til 10 milliardir og innlánini eru hækkað úr 13 milliardum upp í 13,2 milliardir. Handverkarar roykja mest Næstan triði hvør handverkari festir sær í hvønn dag EYÐUN KLAKSTEIN 2 5 prosent av før­oy­ ing­um siga, at teir roykja dagliga ella av og á. Tað vísir árliga heilsu­ kann­ingin, sum Gallup Før­ oy­ar hevur gjørt fyri Fólka­ heilsu­ráðið. Gongdin seinnu árini hev­ ur verið, at alt fleiri før­oy­ ingar roykja, men framvegis verð­ur ein fjórðingur rokn­ að­ur sum roykjarar. Heilsukanningin hevur bólkað roykjararnar eftir út­ búgv­ing, og hetta yvirlit vísir, at fólk við hand­verk­ ara­útbúving roykja mest –  næstan triði hvør hand­ verk­ari festir sær regluliga í. Fólk, sum bert hava grund­skúlaútbúgving, eru næst­størsti roykjarabólkur –  31 prosent av teimum roykja. Síðani koma tey við mið­námsútbúgving – 29 pro­ sent av teimum roykja. Yvirlitið vísir, at tess longri útbúving fólk hava, tess minni roykja tey. Bert 10 pro­sent av teimum, sum hava 6 ára og longri út­búgv­ ing, roykja regluliga. 530 fólk vóru við í heilsu­ kann­ingini hjá Fólka­heilsu­ ráðn­um. Nýggjur vara­stjóri settur í Sjúkra­hús­verkinum Royndur danskur lækni verður nú læknafakligur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum ÁKI BERTHOLDSEN L andsstýriskvinnan í heilsu- og innlendis­ mál­um, Sirið Stenberg, hev­ur gjørt av at seta Thomas Schiøler sum lækna­ fak­ligan varastjóra fyri Sjúkra­ hús­verk Føroya.  Thomas Schiøler er 58 ára gam­al og serlækni í klinisk bio­ kemi. Hann hevur OLAU I-III leiðslu­útbúgving frá Læge­for­ en­ingen umframt diplom­út­ búgv­ing í leiðslu.  Thomas Schiøler hevur drúgv­ar læknaligar royndir, eisini sum yvirlækni og leið­ andi yvirlækni á donskum sjúkra­húsum.  Harafturat hevur Thomas Schiøl­er drúgvar royndir sum senior­granskari á DSI, sum sekretariatschef í danska Heilsu­stýrinum og sum yvir­ lækni í danska Heilsustýrinum. Nýggi varastjórin við lækna­ fakligari bakgrund tekur við starvinum tann 1. desember 2018 Fólk eta færri ferðir frukt Føroyingar eru ikki so raskir at eta frukt, sum teir hava verið EYÐUN KLAKSTEIN 4 7 prosent av føroy­ ingum eta frukt fýra ferðir um vikuna ella oftari. Tað vísir nýggja heilsu­ kann­ingin, sum Gallup Før­ oy­ar hevur gjørt fyri Fólka­ heilsu­ráðið. Hetta tal er tað lægsta, sum er skrásett, síðani árligu kanningarnar byrjaðu í 2003. Fyri 10 árum síðani søgdu tveir av trimum føroyingum, at teir ótu frukt fýra ferðir um vikuna ella oftari. Nú er tað minni enn annarhvør, sum sigur seg gera tað. Tølini úr heilsukann­ing­ un­um vísa, at seinastu árini hev­ur gongdin verið, at færri fólk eta frukt fýra ferðir um vik­una ella oftari. Í 2009 var talið 65 prosent, men síðani er tað støðugt lækkað og er nú komið niður á 4 prosent. BankNordik roknar við, at avlopið í ár fer at verða millum 240 og 280 milliónir krónur Fólk við handverkaraútbúgving roykja meira enn onnur Thomas Schiøler verður nú partur av leiðsluni í sjúkrhúsverkinum