hósdagur 1. november 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 127
9
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Fiskivinnan
ÚR STEVNUSKRÁ MIÐFLOKSINS UM FISKIVINNUNA
“Ágóðin av sølu av tilfeingisrættindum eigur í eini líðandi tilgongd at
gerast av inntøkum landskassans, tó uttan at beinleiðis tilfeingisrenta
verður løgd á vinnuna”
Fiskurin á grunnum okkara er ogn hjá øllum føroyingum í felagsskapi. Tí
eigur rætturin at gagnnýta tilfeingið at verða latin fyri ávísan prís, sum
verður goldin í landskassan. Hesin prísur er í dag voðin alt ov høgur og
er vorðin eitt haft um beinini á vinnuni. Tí vinnan rindar ikki einans fyri
tilfeingisrættindi við kassa eitt. Vinnan rindar eisini fyri síni rættindi við
at lúka lógarásett krøv, sum almenni mynduleikin setir sum treyt fyri
rættindini. Sostatt gjalda reiðaríini fyri rættindi millum annað við at:
· Skip ikki sleppa at landa uttanlanda til høgri prís enn í Føroyum
· Tey skulu gjalda hýrur sambært menningarsátmálunum
· Allur fiskur skal um føroyskan kaikant
· Partar av veiðu skulu um uppboðssølu í Føroyum
· Tey eru avmerka av anti-trust reglunum
· Útlendskur kapitalur skal út úr vinnuni
Øll lógarkrøv og allar avmarkingar fyri vinnuligum fralsi í tilfeingisvinnuni
eru ásett fyri at verja landsins virð mótvegis reiðarínum. Allar avmarkingar
minka um møguleikan hjá vinnuni at vinna meiri pening; hetta fyri at
verja landsins almennu áhugamál. Sostatt er gjaldið fyri at gagnnýta
tilfeingið samansett av beinleiðis gjøldum og almennum lógarásettum
avmarkingum
Miðflokkurin heldur tí, at beinleiðis tilfeingisgjøldini eru vaksin upp um
øll sømulig mørk og eiga at minkast aftur, Hetta tí vinnan frammanundan
er bundin av mongum avmarkingum fyri at tryggja m.a. føroysk
arbeiðspláss og virksemi. Avleiðingin av, at til dømis allur fiskur fer um
føroyskan kaikant hevur seinastu árini skapt sera stórt virksemi á landi.
Hetta virksemi hevði als ikki verði, um skip landaðu uttanlands.
Miðflokkurin heldur, at við at stýra vinnuni politiskt við lógarásettum
krøvum og avmarkingum, sum ganga samfelagnum øllum, rinndar
vinnan sína tilfeingisrentu. Tí er ongin orsøk til at leggja eyka
tilfeingisrentu á vinnuna. Heldur eiga vit at lóggeva soleis, at um vinnuni
verður áløgd tilfeingisrenta, eiga almennau lógarkrøvini samsvarandi at
linka. Ta er skilaleyst at taka vinnumøguleikarnar frá vinnuni. Tá verða
øll taparar; vinnan tapir, landskassin og vælferðarsamfelagið tapir,
arbeiðs plássini hvørva
Fiski- og alivinnan kappast ikki innanhýsis við hvønnannan í Føroyum:
tær kappast á heimsmarknaðinum. Miðflokkurin vil tryggja vinnuni
kappingarførar treytir og karmar bæði skattliga og viðvirkandi lógar-
krøvum.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
torshavn.fo
Grundstykkið er uml. 12.000 fermetrar til víddar og verður selt sum tað er
og liggur. Stykkið verður matrikulerað burtur úr matr.nr. 139b, Hoyvík.
Kommunan skilar sær rætt til at regulera stødd og skap á grundstykkinum
eftir endaliga uppmáting.
Nýtslan av økinum
Grundstykkið verður selt at nýta til vinnuligt virksemi.
Byggisamtykt
Matr. nr. 139b á Skarðshjalla liggur í umráðispartinum B8 í almennu
byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, har ásetingarnar sambært
kap. 4, §15 eru:
• Loyvt er einans at byggja hús til vinnuvirkir, herundir
umsitingar- og tænastuvirki, verksmiðjur, goymslur og tílíkt
og til tænastuvirksemi, ið hevur samband við hesi
• Virkini í hesum umráðispartinum skulu kunna flokkast í
umhvørvisflokkunum 4 til 6 sambært reglum hjá Tórshavnar
kommunu.
Kostnaður
Grundstykkið verður selt til hægstbjóðandi. Tó er ásettur ein minstiprísur
áljóðandi kr. 675,00 fyri fermeturin. Sostatt skal boðið frá tilboðsgevara
innihalda kr./fermetur.
Bjóðar tilboðsgevari ásetta minstaprísin, og annar tilboðsgevari bjóðar
hægri prís, skulu tey, ið hava boðið ásetta prísin, hava møguleika til at
koma við nýggjum boði.
Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til at havna øllum boðum.
Freist
Áhugaðir keyparar skulu boða kommununi frá í seinasta lagi týsdagin
13. november 2018 kl. 12.00
Skrivlig boð verða at lata kommununi í afturlatnum brævbjálva saman við
váttan frá peningastovni um tøka fígging. Tilfarið verður hildið í trúnaði, til
avgerð er tikin í málinum.
Brævbjálvin skal verða merktur uttaná:
• Boð uppá grundstykki á Skarðshjalla
• Umframt navn á boðgevara
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Marius Müller, tekniskan stjóra
á telefon 215309, teldupostur marius@torshavn.fo
Grundstykki til vinnuligt
virksemið á Skarðshjalla til sølu
Atkoma
á Skarðshjalla
Uml. 12.000 m2