Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 127 10 Træið setir Føroyar á mentunnar­kortið Tað var ein stórhending fyri føroyska mentan, tá ið Norðurlandaráðið valdi at lata Bárði Oskarson heiðursløn fyri bókina Træið ÁRNI GREGERSEN T að kom óvart á mong, tá ið tað bleiv alment, at heiðursløn Norður­ landa­ráðsins fyri barna­bókmentir, var latin Bárði Oskarson úr Føroyum. Men tá ið tað var avdúkað, hvør fekk virðislønina, var valið væl fagnað millum ment­ unn­arfólkini í Oslo hetta kvøldið. -Eg má siga, at Føroyar vóru nevndar óteljandi ferðir hetta kvøldið í Oslo, sigur lands­ stýris­kvinnan við menta­mál­ um, sum eisini var til staðar í Oslo hetta kvøldið. Bárður Oskarson sjálvur var ikki til staðar. Honum barst frá, tí hann dagin eftir skuldi út at ferðast og kundi sostatt ikki vera í Oslo. -Men eg royndi at fylgja við á heimasíðuni hjá norska sjónvarpinum, men sambandið rigaði so illa at eg gavst, fortelur hann. -Eg gjørdi ymiskt heima hjá mær sjálvum og eg haldi eg stóð og vaskaði upp, tá ið onkur ringdi at siga mær tillukku. Tástanio fekk eg at vita, at eg hevði vunnið heiðurslønina, sig­ur Bárður Oskarson. Føroyski rithøvundurin var bæði glaður og stoltur, tá ið tað gjørdist greitt, at hann fekk virð­is­lønina. -Hetta fer at gera bókina kenda, samstundis, sum tað eis­ ini er eitt herðaklapp, leggur hann afturat. Báðrur Oskarson er í ferð við eina nýggja bók. Hann arbeiðir burturav sum rithøvundur og teknari. Hann fekk fyrr í heyst virðislønina hjá Útnorður­ráðn­ um. Steðgar á Tað var kendi svenski barna­ bóka­rithøvundurin, Gunilla Berg­strøm, sum handaði virðis­ løn­ina. Hon segði, at vinnandi bók­in er ein, sum torir at taka sær stundir í einum veruleika, har vit alla tíðina verða bumb­ ard­erað av inntrykkum. Tá ið bøkur fáa virðislønina, so verður altíð tosað um at um­ seta hana til onnur mál. Tað kostar sjálvandi pengar. Í hes­ um føri er støðan ein onnur. Bókin er longu umsett til danskt, enskt og fleiri onnur mál. -Eitt annað við hesi bókini er, at hon er so almenn. Tá ið eg var saman við mentunn­ar­ nevnd­ini hjá ráðnum segði ein norð­maður, at tað er ongin trupul­leiki við bókini hjá Bárði Oskarson. Hon hevur ikki fyri neyðini at verða umsett, tí hon fortelur seg sjálv, fortelur Rig­ mor Dam, landsstýriskvinna. Gott fyri føroyska mentan Tað var sjálvandi Bárður Osk­ arson, sum fekk heiðurslønina, men føroyska lands­stýris­ kvinn­an við mentamálum ivast ikki í, at hetta hevur alstóran týdn­ing fyri føroyska mentan, sum heild. -Hendan virðislønin er tann størsta um okkara leiðir. Øll tosa um Føroyar og vilja hava at vita, hvat annars hendir á før­oyska mentannarpallinum, sig­ur hon. Spurd um hetta fer at gera tað lættari at fáa pengar til mentan á fíggjarlógini, svarar hon púra greitt ja. -Hetta vísir, at bara vit brúka eitt sindur av pengum, so mun­ ar tað so væl. Tað vita føroyskir politikarar. Tí hava vit aftur fyri komandi ár hækka játt­an­ ina á fíggjarlógini, sigur Rigmor Dam Soleiðis var grundgevingin frá nevndini, sum lat prísin: I en tid hvor alting synes at skulle op i tempo, har vi valgt at belønne en fortælling, som tør tage sin tid. I en virkelighed, hvor vi hele tiden bliver bombarderet med indtryk, har vi valgt et værk, som bruger få ord og enkle billeder til at præsentere en både morsom og dybsindig fortælling. Værket udmærker sig både ved et højt kunstnerisk niveau og ved en stor tillid til læserens evne til at undres og tænke selv. To venners passiar efterlader spørgsmålet om, hvorvidt det går an at stille sig tilfreds med andres erfaringer, eller om man måske er nødt til at risikere noget, for at få stillet sin nysgerrighed over, hvad der er uden for vores horisont. Med små detaljer og nuancer formår Bárður Oskarsson med sin billedbog Træið at skabe en sjældent fornøjelig læseoplevelse for både store og små og får derfor dette års pris. Bárður Oskarson fekk norðurlendsku virðislønina fyri Træið. Við fylgja 350.000 krónur Niels Jákup Thomsen tók móti heiðurslønini í Oslo týskvøldið Rigmor Dam, landsstýriskvinna, er errin og glað um, at ein føroyskur rithøvundur fekk hesa stóru heiðursløn