hósdagur 1. november 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 127
12
HALLUR AV RANA
P
last er allastaðni og
ongastaðni sæst tað
betri, enn tá vit fara til
handils. Fruktirnar eru
pakkaðar inn í plast ella verða
tær koyrdar í plastposar, mikro
plast er í fleiri av kosmetikk
vørunum, fleiri av vørunum
eru pakkaðar inn í plast og um
kundin ikki hevur egnan posa
við, so eru posarnir, ið matvøru
handlarnir selja at lata vøruna í,
eisini gjørdir av plast. Og tá vit so
at enda koyra kortið ígjøgnum
og gjalda fyri vørurnar, er tað
við einum plastkorti.
Tað er kortini eitt relativt
nýtt fyribrigdi, at plast fyllir so
nógv í gerandisdegnum hjá fólki.
Tað sæst millum annað í eini
frágreiðing, ið Plastic Europe,
tað er felagsskapurin fyri evro
peiskar plastframleiðarar, lat
út hondum fyri tveimum árum
síðan. Frágreiðingin vísti, at
framleiðslan av plasti í 1950
var 1,5 milliónir tons. Í 2015 var
hendan framleiðslan vaksin til
322 milliónir tons.
Havið sum ruskpláss
Men sambært umhvørvisfelags
skapinum Greenpeace, verður
einans 9 prosent av plastinum
endurnýtt, meðan 12 prosent
verður brent. Sostatt verður
nógv tann størsti parturin tveitt
ur til viks, men onkrastaðni má
tað enda.
Ein frágreiðing, sum World
Economic Forum gjørdi í 2015,
gevur eina ábending um hvar ein
partur av hesum plasti endar.
- Tað flýtur við plasti í heims
høvunum, og tekur mannaættin
seg ikki saman og steðgar við
tveita í havið, verður um fá ár
tíggjur meira plast í havinum
enn fiskur, var niðurstøðan í
frágreiðingini.
Sambært frágreiðingini er
nýtslan av plasti tjúgufaldað
seinastu fimti árini, og næstu
tjúgu árini verður nýtslan aftur
tvífaldað í mun til tað, hon er í dag.
- Um hildið verður fram sum
nú, kunnu vit vænta, at fyri
hvørji trý tons av fiski í havi
num í 2025, verður eitt tons av
plasti, skriva granskarar í frá
greiðingini.
Lagt verður aftrat, at við
verandi gongd verður samlaða
vektin av plasti í heimshøvunum
í 2050 størri enn samlaða nøgdin
av fiski.
Arktisk
Gransking, ið verður umrødd
aðrastaðni í temanum, vísir, at
tað plast, ið verður tveitt á sjógv
í Atlantshavinum, verður flutt
norðureftir við havstreyminum
og endar í Arktisk og Barents
havinum. Føroyar liggja sostatt
miðskeiðis í streyminum av
plast, ið verður borið framvið
okkara oyggjar.
Greenpeace kunngjørdi í
summar eina kanning, ið stuðlar
hesari meting. Frágreiðingin
viðgerð plastdálking í arktiska
økinum og byggir á royndirnar
hjá einum kanningarliði, ið
gjørdi nakrar kanningar fyrstu
mánaðirnar í ár. Í sjey út av átta
royndum, ið kanningarliðið
hevði tikið av havfløtuna, fann
man mikroplast.
Harumframt blivu níggju
royndir gjørdar við einum troli,
harav man fann mikroplast í
tveimum av royndunum.
Ókendar avleiðingar
Enn er tó óvist hvørja ávirkan
hetta hevur á fiskin, ið svimur í
føroyskum sjóøki, men higartil
kanningar vísa, at fiskurin á
landgrunninum ikki er serliga
dálkaður.
Hinvegin vísa kanningar í
okkara grannalondum, at plast
verður funnið í umleið fimm
prosent av ávísum fiskasløgum.
Men meðan tað enn er óvist
hvussu stóra ávirkan plastdálk
ingin hevur á fiskin á okkara
sjóleiðum, so veit man, at ávísir
sjófuglur er illa dálkaður av
plasti. Sjúrður Hammer, PhD
í lívfrøði, vísti í eini framløgu
til uttanlandsnevndina hjá
løgtinginum í fjør, at føroyska
gransking vísir, at 91 prosent av
øllum havhesti kring Føroyar
hevur plast í sær. Harumframt
varð víst á, at plast frá sjófugli
endar í skúgvi, sum síðan dregur
tað niðan í hagan.
Mikroplast í menniskjum
Tað vakti ans í farnu viku, tá
eitt toymi av eysturríkskum
granskarum fyri fyrstu ferð
kundu staðfesta mikroplast í
skarni hjá fólki.
Tilsamans kannaði eitt lið
av granskarum átta fólk úr Ev
ropa, Japan og Russlandi og
mikroplast var funnið í skarni
num frá øllum átta. Skarnið varð
Mikroplast
TEMA: Mikroplast
EIN HEIMUR
- Um hildið verður fram sum nú, kunnu vit vænta, at fyri hvørji trý tons av fiski
í havinum í 2025, verður eitt tons av plasti, skrivaði World Economic Forum í eini
frágreiðing frá 2015 um vaksandi nøgdirnar av plasti og mikroplasti í havinum