Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 127 13 kannað fyri tíggju sløg av plasti og tilsamans funnu gransk­ar­ar­ nir níggju ymisk sløg av plasti. Í miðal vóru 20 bitlar av plasti funnin í hvørjum av fólkunum. Úrslitið av granskingini kom kort­ini ikki óvart á granskaran Philipp Schwabl, ið stóð fyri kanningunum, av tí at man áður hevur funnið mikroplast í djórum. Í hernað móti plasti Tað vaksandi fokus, ið er á árini av plast og mikroplasti í náttúr­ u­ni, hevur eisini elvt til, at fleiri av heimsins londum hava tikið stig til at savna meira vitan um evn­ið og basa trupulleikunum. Í Føroyum samtykti løgtingið í fjør at taka undir við einum til­mæli frá Útnorðurráðnum, ið mælti til at londini í útnorðri saman gera kanningar av mikr­ o­plastinnihaldi í havsins livandi tilfeingi, umframt út­breiðslu av plastdálking í norður­ atlantshavi. Harumframt varð mælt til at gera neyðug átøk at steðga dálking av høvunum og eggja til átøk, sum endurvinna plast­burturkast. Aðrastaðni er man tó farin mun­andi harðari til verka. Í fleiri londum í Afrika hevur man millum annað sett forboð fyri brúk av plastposum. Á odda fyri hesum gongur Kenja, sum í fjør samtykti eina lóg, ið setti for­boð fyri at framleiða, selja og inn­flyta plastposar. Revsingin fyri at bróta lógina er upp til fýra ár fongsulsrevsing og bøtur millum 120.000 til 240.000 krónur. Sambært enska blaðnum the Guard­ian, so hevur forboðið gjørt ein mun. Áðrenn tað bleiv sett í verk, fann man plast í maga­num hjá trimum út av tíggju djórum, ið blivu slaktað, men er talið síðan forboðið mink­ að til eitt út av tíggju djór­um. Mikroplast Aðrastaðni hevur man sett meira fokus á at steðga f r a m ­ leiðslu­na av vør­ um, ið inni­halda mikro­plast. Tað er ikki so lætt, tí mikro­ plast er í einum rúgvu av teimum vørum, ið vit brúka hvønn dag, so sum bil­dekk­um, gummisólum undir skóm og í klæðum. Og sam­bært eini frágreiðing hjá danska Umhvørvisstýrinum frá 2015, so stavar 99 prosent av øllum mikroplasti frá slit av bildekkum, gummisólum, máling og so framvegis. Ymisk átøk verða kortini gjørd fyri at minka um hesa dálking­ar­keldu. ES kunngjørdi fyrr í ár, at ætlan­in er at áleggja vinnuni at av­marka brúkið av mikroplast í vør­ um. Harumframt hevur man sett sum mál, at alt plast á ES- mark­naðinum skal í 2030 kunna endur­nýtast, meðan nýtslan av ein­nýtisvørum av plast skal av­ markast. ES kom eitt stig nærri hes­ um máli­num í farnu viku, tá ES-parla­mentið samtykti, at ban­na ella avmarka allari nýtslu av einnýtisvørum sum súgvi­rør, vattpinnar, ein­gangs­knív­ ar og gaflar, ballón­pinn­ ar, ein­nýtiskoppar og mat­vøru­inn­pakk­ ing í skúmplasti. Forboðið verður sett í verk í 2021. Harumframt bleiv eisini sam­tykt, at frá 2022 skulu lok á plast­fløsk­ um og mjólka- og djús­pakk­ um ikki kun­na skiljast frá sjálv­um ílati­ num. Eisini bleiv sam­tykt, at rokn­ ing­in fyri upp­rudd­ ing­ini av burtur­kastað­ um plasti skal send­ast til framleiðararnar og inn­flytar­ arnar av vøruni. Einstaki brúkarin Tann einstaki brúkarin hevur eisini møguleika at minka um sína egnu nýtslu av mikroplasti. Danska brúkararáðið Tænk hevur fýra góð ráð til teirra, ið ynskja at sleppa undan mikro­ plast í innkeypskurvini. Mælt verður til at keypa klæð­ir, ið einans eru framleidd av bummull, ull, líni, silki og øðrum evnum frá náttúruni. Nylon, polyester og onnur til­ evnað klæðir kunnu innihalda mikro­plast. Harnæst verður mælt til at velja bummullklútar, ið ikki inni­ halda plast. Hetta tí at svampar, klút­ar og bustir til uppvask og reingerð kunnu innihald plast, ið verður niðurbrotið til mikro­ plast. Triðja ráðið er at hyggja eftir svana­merkinum og ES-blómuni á vørunum, tí hesi hava ikki lov at innihalda mikroplast. At enda verður mælt til at taka niður appina Beat the Micro­bead. Við henni ber til at kan­na vørurnar í handlinum og síggja um tær innihalda mikro­ plast. HALLUR@SOSIALURIN.FO AV PLAST Hvat er mikroplast Sambært danska Umhvørvis- og Matvøruráðnum er mikroplast plaststykkir, ið eru millum 1μm og 5mm. Skilt verður millum mikroplast, ið verður framleitt sum mikroplast og brúkt í vørum, og mikroplast, ið verður brotið niður til mikroplast eftir at hava verið partur av størri eindum. - Á odda fyri hesum gongur Kenja, sum í fjør samtykti eina lóg, ið setti forboð fyri at framleiða, selja og innflyta plastposar. Revsingin fyri at bróta lógina er upp til fýra ár fongsulsrevsing og bøtur millum 120.000 til 240.000 krónur.