Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 127 14 HALLUR AV RANA H óast plast í sjónum er ein vaksandi tru­pul­ leiki, so eru tað enn ongar ábend­ing­ar um, at hetta fer at hava nakra víttfevnandi avleiðing fyri mannaættina. Tað kann sjálv­ andi broytast, tá meira vitan fæst um hvørjar avleiðingar plast hevur fyri menniskjur, djór og náttúruna, men sum nú er, finnast tað ongi prógv ella ábendingar fyri at plasti, sum vit finna í føroyskum fiski og fugli, gevur nakra orsøk til stúran enn. Tað metir Sjúrður Hamm­ er, PhD í lívfrøði og fiski­frøð­ ingur í Havstovuni, ið seinastu árini hevur gjørt ymiskt gransk­ingararbeiði innan plast í náttúruni. - Í nógvum førum eru tær stóru, dramatisku yvir­skrif­t­ ir­nar, um at plast fer at gera enda á øllum sjófugli og lívi í sjón­um, ikki vísindaliga rættar. Men tað eru fleiri granskarar, ið eru sannførdir um, at tað er ein vaksandi alheims trupulleiki, sigur Sjúrður Hammer. Lívfrøðingurin leggur tó greitt dent á, at tað merkir ikki tað sama, sum at tað nú er stað­fest, at plast í sjónum ikki kann fáa stórar avleiðingar fyri menniskju ella náttúruna, men einans, at tað higartil ikki er funnið nakað samband millum plast í náttúruni, djórum ella menniskjum, og álvarsamar av­ leiðingar. - Neyðugt er at vera varin við at spekulera ov nógv um av­leiðingarnar av plasti í sjón­ um. Vit kenna ikki til lang­tíðar­ árinini av at hava plast í sær. Møguligt er tað einki. Tað kann væl vera, at tað hevur onga ávirkan, at fiskur hevur plast í sær. Og tað kann eisini vera, at tað bara verður ein trupulleiki, um tað fer yvir eina ávísa nøgd. Har eru nógvir spurningar, ið miðl­ar, politikarar og onnur vilja hava svar upp á, men tað greiða svarið finst ikki enn, sigur Sjúrður Hammer. Nógv hevur verið at hoyrt síðsti vikuna um, at granskarar fyri fyrstu ferð hava funnið mikro­plast í skarni hjá fólki. Gransk­ingarúrslitið kemur ikki óvart á lívfrøðingin, tí mikro­ plast er allastaðni, men vísir hann á, at tað sum so ikki nýtist at merkja nakað serligt. - Tað sum er meira relevant er, um tað er vandamikið ella ikki. Higar­til hevur man ikki staðfest nakra negativa árin í náttúruni ella í menniskjum av at eta plast. Eg trúgvi heldur ikki upp á eina nega­tiva ávirkan fyrr enn eg síggi prógvini. Sum vísindafólk kunnu vit ikki rættvísgera nógv av øsingini, ið er um mikroplast, tí tað er lítið og einki prógv fyri, at tað kemur gjøgnum vevnaðin og út í kroppin. Tað er ikki fyrr enn tað kemur út har, at tað verður ein trupulleiki, sigur hann. Mitt í plaststreyminum Sjúrður Hammer arbeiðir mill­ um annað í løtuni við einari verk­ætlan, ið skal savna og saman­sjóða ta vitan, ið finst um plast í havinum í Føroyum, Skot­landi, Íslandi og Norra. Ein partur av verkætlanini er eisini at staðfesta, um fisk­ur etur plast. Hetta er ein verk­ætlan, ið Hav­gruppen, ein bólkur und­ ir Norðurlendska Ráð­harra­ ráð­num, stuðlar og sum hevur til enda­máls at útvega grund­ leggj­andi hagtøl um støðuna í Norðsjógvinum. - Áhugi er fyri evninum, tí ein forsøgn kom út í Science Magazine í 2017, ið vísti at plast verður borið við havstreyminu. Í greinini verður víst á, at Arktis og Barentshavið verða ein blindur vegur, har plastið frá resti­num av Atlantshavinum hópar seg upp, tí streymurin ber tað ikki víðari haðani. Føroyar liggja mitt í havstreyminum norður­eftir, og merkir tað, at streym­urin av plasti kemur beint framvið hjá okkum, vísir hann á. Ætlanin er, at verkætlanin skal kunna samansjóða gransk­ ing­ina og háttaløgini í teimum ymisku londunum, so at man fram­yvir kann samanbera tí vitan, ið er savnað innan økið. Vitan sum seinni kann brúkast at samanbera støðuna yvir tíð og staðfesta um havlívfrøðiligu for­søgnirnar halda. Lítið av plasti í føroyskum fiski Higartil hevur man í Føroyum ikki granskað nakað serligt um hvussu nógv plast er í fiski, men av tí, at Havstovan hevur gjørt yvirlitstrolingar seinastu tre­ tivu árini, hevur man kortini savn­að eina rúgvu av data, ið kann brúkast at kanna støðuna í føroyskum sjóøki. - Síðan fyrst í 90'unum hevur man kannað og skrásett til­farið í magunum hjá fiski á land­ grunni­num. Av teimum fleiri túsund magum, ið eru kannaðir, hava vit funnið rættiliga lítið av plasti. Faktiskt er talan um Mikroplast TEMA: Mikroplast RÆÐUSØGURNAR HAVA SJÁLDAN VÍSINDALIGT GRUNDARLAG - Í nógvum førum eru tær stóru, dramatisku yvirskriftirnar, um at plast fer at gera enda á øllum sjófugli og lívi í sjónum, ikki vísindaliga rættar. Men tað eru fleiri granskarar, ið eru sannførdir um, at tað er ein vaksandi alheims trupulleiki. Tað sigur Sjúrður Hammer, PhD í lívfrøði og fiskifrøðingur á Havstovuni, ið seinastu árini hevur granskað í ávirkanini av plasti í náttúruni