hósdagur 1. november 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 127
15
óvæntandi lítið, tá hugt verður
eftir gransking aðrastaðni, sigur
lívfrøðingurin.
Kanningar í Danmark, Norra
og Svøríki vísa nevniliga, at um
leið fimm prosent av øllum tosk
um í summum økjum hava plast
í maganum. Hetta talið er mun
andi lægri í Føroyum.
- Av teimum kanningum av
botnfiskum, ið vit hava gjørt í
Føroyum, er talan um 0,04 til 0,3
prosent av kannaðu magunum,
har vit funnu plast. Tað er fleir
faldað minni enn tilsvarandi
gransking aðrastaðni. Man skal
sostatt kanna fleiri hundrað
magar, áðrenn man finnur eitt
stykki av plasti, sigur Sjúrður
Hammer.
Appilsinir og súreplir
Hóast tað sostatt eru ábendingar
um, at føroyskur fiskur ikki
er eins dálkaður av plasti sum
fiskur aðrastaðni, so er tað
alt ov tíðliga at byrja at reypa
av hesum. Háttaløgini innan
framdu granskingina í teimum
ymiskum londunum er so ymisk,
at tað er trupult at samanbera
úrslitini, umframt at tað eru
ávísir manglar við føroysku
granskingini.
- Tað er týdningarmikið at
undirstrika, at møguliga saman
bera vit appilsinir og súreplir.
Fiskurin vit hava kannað hevur
verið á landgrunninum, meðan
næstan øll onnur gransking
hevur verið fram við norsku,
donsku, svensku og týsku
strondunum. So vit kunnu ikki
siga, at føroyskur toskur er 10
prosent reinari enn norskur
toskur, tí man samanber ikki tað
sama. Men vit kunnu staðfesta,
at tað er lítið av plasti at finna
í fiskinum, ið vit hava fingið á
landgrunninum og á Føroya
banka síðstu tjúgu árini, vísir
Sjúrður Hammer á.
Harumframt má hædd eisini
takast fyri, at plast í fiski ikki
hevur verið eitt av fokusøkinum,
tá yvirlitstrolingar hava verið
gjørdar. Sostatt hevur man ikki
leita eftir mikroplasti.
- Endamálið við magakann
ingunum hevur ikki verið at
finna plast, men hvat fiskurin
livir av. Men tey sum hava skrá
sett hetta hava eisini skrásett
tað plast, ið er funnið. Men tað
er vert at hava í huga, at plast,
sum er minni enn 1mm, er slett
ikki við í okkara skráseting, tí
tað hevur man hvørki leitað
eftir ella sæð við berum eyga,
sigur hann.
Meira gransking neyðug
At kunna útvega hetta sam
metingargrundarlagið fyri
grannalondini er eitt av enda
málinum við nýggju gransk
ingarverkætlanini, ið Sjúrður
Hammer hevur fingið játtan til.
Men harumframt metir hann, at
tað er neyðugt at fáa meira vitan
um støðuna nærri landi.
- Tá vit finna lítið plast í fiski
á landgrunninum, meðan aðrir
granskarar finna nógv plast í
fiski nærhendis landi, reisir tað
nakrar spurningar. Harímillum
um tað er eitt samband millum
hvussu nógv plast man finnur
og hvussu nær landi man er,
sigur hann og leggur afturat.
- Hvussu støðan er nær landi
í Føroyum vita vit ikki. Vit áttu
at kent lívfrøðina í innaru leið
unum og firðunum betur, tí vit
vita tað er uppvakstrarøkið hjá
unga fiskinum, ið fer út á land
grunnin. Men tað er ein stórur
og ókendur spurningur hvat
gongur fyri seg heilt inni at landi
í Føroyum. Bæði viðvíkjandi
plasti og øðrum.
Føroyar eru ikki
endastøðin
Gransking innan plastdálking av
havhesti hevur tó áður staðfest,
at trupulleikin við plast í djórum
er minni longur norður man fer.
- Man fór at kanna plast í
maganum hjá havhesti, tí man
ynskti at vita, um man fann
minni plast, um man slapp burtur
frá dálkaða umhvørvinum í Ev
ropa. Tað gjørdi man, men tað
tók kortini granskarar á bóli,
tá man fann meira enn væntað
í Føroyum. Men man sær eitt
rák, har havhesturin er meira
dálkaður sunnanfyri okkum
og minni dálkaður norðanfyri,
sigur Sjúrður Hammer.
Um forsøgnirnar um at plast
verður flutt norðureftir við
havstreyminum halda, so kann
hetta saktans broytast næstu
árini, tó at Føroyar nokk sleppa
rímiliga lætt.
- Um forsøgnin at plast hópast
í Arktisk og Barentshavinum
heldur, so kann man rokna við
at síggja ein vøkstur í plastinum,
ið man finnur í fugli og fiski
í teimum økjum, meðan vit í
Føroyum eru vælsignaði við, at
streymurin og vindurin flytur
trupulleikan frá okkum, sigur
hann.
Hóast núverandi kanningar
taka útgangsstøði í, at tað mesta
av plastinum kemur norðueftir
úr Evropa við havstreyminum,
so eru føroyingar ikki heilt
ósekir.
- Vit leggja eisini okkara
afturat stóru mongdunum. Tað
sæst millum annað í teimum
havhestum, sum hava verið
kannaðir, har granskarar funnið
føroyskt plast og avíspappír í
fleiri magum. So tað er einki for
gjørt í, at vit í Føroyum royna at
gera okkara part fyri at minka
um plastútlát á sjógvi. Eg havi
vinfólk, sum rudda strendurnar
í Hetlandi, og fleiri ferðir hava
tey funni føroysk súrrómaíløt í
Hetlandi. Eg ímyndi mær ikki at
hetta er serliga positiv reklama
fyri Føroyar, sigur Sjúrður
Hammer.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Av teimum
fleiri túsund
magum, ið
eru kannaðir,
hava vit funnið
rættiliga lítið
av plasti.
Faktiskt er
talan um
óvæntandi
lítið, tá hugt
verður eftir
gransking
aðrastaðni