Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 127 16 HALLUR AV RANA T að er Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og umhvørvis­ mál­um, ið hevur polit­ isku ábyrgdina av at fremja før­ oyska partin av tilmælinum hjá Útnorðurráðnum um at kan­na og minka um plast– og mikro­ plastdálking. Og tað er eitt aktuelt evni, ásannar lands­stýriskvinnan, ið júst er afturkomin úr Oslo har Norður­landaráðið hevur havt sín ársaðalfund. - Á umhvørvisfundi í Oslo bleiv tað lagt upp til, at ráðið skal arbeiða meira við júst plast­ dálking í sjónum. So hetta er eitt mál, ið fer at fylla meira og meira. Trupulleikin rakar øll lond. Tí er tað eisini neyðugt at seta í verk felags átøk og strategiir, tí dálkingin kennir ikki landamørk, sigur Sirið Sten­berg. Havstovan ger kanningar Viðvíkjandi tilmælinum hjá Útnorðurráðnum, so er Hav­ stovan í fer við at gera nakrar kann­ingar, ið kunnu kasta meira ljós yvir ávirkanina av plast á fiska­stovnarnar. - Havstovan fer í samstarvi við Ísland, Norra og Skotland í 2019 at gera eina uppgerð um plast í magakanningum í Norðuratlantshavi. Út frá før­ oysk­um kanningum er plast funn­ið í sera fáum í magum í botn­fiski til havs og enn sjáldnari í pelagiskum fiski. Tá er talan um plast, sum sæst við berum eygum, sigur Sirið Sten­ berg. Harumframt verða kanningar eisini gjørdar í næstum av plasti í skeljum í Norra, Føroyum, Ís­ landi og Grønlandi. Tað úrslitið verður væntandi klárt næsta ár. Aftrat tí, hevur man eisini tær kanningar, ið eru gjørdar av plast í havhesti, ið geva ábend­ ing­ar um hvussu plast ávirkar djóra­lívið í Føroyum. Bíðar eftir Umhvørvisstovuni Landsstýriskvinnan hevur eisini biðið Umhvørvisstovuna at gera uppskot til tiltøk, ið kunnu setast í verk at minka um plastdálkingina í Føroyum. - Tað vænti eg at fáa fyrsta dagin. Vit muga gera nøkur til­ tøk hjá okkum sjálvum. Tí havi eg biðið tey um, at koma við ítøkiligum boðum, so man hevur okkurt at fara í holt við beinan­ vegin, sigur lands­stýris­kvinnan. Landsstýriskvinnan vil ikki koma nærri inn á hvørji til­ tøkini kunnu vera, áðrenn hon hevur fingið uppskotini, men sigur, at tey hava verið í sam­ skifti við Fíggjarmálaráðið um møguleikan at krevja hægri gjøld í samband við dálking. Greitt er eisini, at Føroyar fer ikki at fylgja altjóða rákinum og krevja hægri gjald ella seta for­ boð móti plastposum. - Okkara ungmannafelag kom við einum hugskoti at legg­ja gjald á plastposar. Men eftir at málið hevur verið við­ gjørt á samgongufundi, kann staðfestast, at politisk undir­ tøka er ikki fyri tí, sigur Sirið Stenberg. Hugburður er lykilin Sjálv metir landsstýriskvinnan, at Føroyar kemur langt á leið, um tað eydnast at broyta hugburðin hjá føroyingum til endurnýtslu. - Tað er eingin ivi um, at vit noyðast at gera tiltøk, men brúk er eisini fyri meira upplýsing um okkara forbrúk. Tað snýr seg eisini um hugburð, at fólk eru betri at taka upp eftir sær og geva sær far um, hvat tey brúka, sigur landsstýriskvinnan. Hon vísir eisini á, at sum so er einki galið við plasti, men at tað verður fyrst ein trupulleiki, um tað ikki verður handfarið rætt. - Plast er eitt fínt tilfar, tá tað verður brúkt sum tað skal. Um tað fer í skrell sum tað skal, tá man er liðugur við tað, so er tað ikki ein so stórur trupulleiki. Trupul­leikin er, tá tað fer út í náttúruna og á sjógv. IRF er byrjað við at taka móti tí klára plast­inum, men vit eru komin ov stutt á leið at endurnýta. Tað er nakað, ið vit mugu hyggja eftir saman við plastvirkunum, vinnu­ni, kommununum og øðr­ um, sigur Sirið Stenberg, sum at enda leggur dent á týdningin, at øll gera sín part fyri at minka um dálk­ingina. - Havið og náttúran eru okkara tilverugrundarlag. Man held­ur kanska, at man ikki kann frelsa alla verðina, men man kann gera nógv sjálvur. Vit hava eisini eina altjóða ábyrgd yvir­ fyri restina av verðini. HALLUR@SOSIALURIN.FO Mikroplast TEMA: Mikroplast DÁLKINGIN KENNIR IKKI LANDAMØRK - Plast er eitt fínt tilfar, tá tað verður brúkt sum tað skal. Um tað fer í skrell sum tað skal, tá man er liðugur við tað, so er tað ikki ein so stórur trupulleiki. Trupulleikin er, tá tað fer út í náttúruna og á sjógv - Vit muga gera nøkur tiltøk hjá okkum sjálvum. Tí havi eg biðið tey um, at koma við ítøkiligum boðum, so man hevur okkurt at fara í holt við beinanvegin, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, ið hevur heitt á Umhvørvisstovuna at gera uppskot til at minka um plastdálkingina hjá føroyingum