Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 127 17 HALLUR AV RANA T rupulleikarnar við mikroplast og plast­ dálk­ing bleiv av álvara sett á breddan í løg­tinginum í fjør, tá árliga til­ mælið frá Útnorðurráðið var til viðgerðar í tinginum. Mill­um tey trý tilmælini frá ráð­num hesaferð, var nevniliga eitt til­ mæli um mikroplast og plast­ dálk­ing. - Útnorðurráðið heitir á før­ oyska landsstýrið, íslendsku stjórn­ina og Naalakkersuisut í Grønlandi um at seta í verk kann­ingar av innihaldinum av mikroplast í havsins liv­andi tilfeingi, umframt av plast­ dálking í teimum norður­atlant­ isku havøkjunum. Úrslitið av kanningini ynskist lagt fyri Út­norðurráðið í 2018, skrivaði ráðið í tilmælinum til tey trý parla­mentini í útnorðri. Tað var eitt einmælt løgting, ið tók undir við tilmælinum, og sama søga endurtók seg í Grønlandi og Íslandi, har parla­ mentini tóku undir við at seta eina tílíka kanning í verk. Á dagsskránna Kári P. Højgaard er formaður fyri føroysku sendinevndini til Útnorðurráðið og limur í for­ mans­skapinum hjá ráðnum. Hann greiðir frá, at ráðið setti málið á dagsskránna, tí økið er í løtuni merkt av manglandi vitan. - Orsøkin til, at vit settu málið á dagsskránna, er tí tað hevur verið nógv frammi og spurn­ingurin er reistur, um hvørja ávirkan dálkingin hevur á okkum. Tað vita vit ikki í løtu­ ni. Tá vit løgdu uppskotið fram hevði man ikki staðfest hvørja ávirkan mikroplast hevur á menniskjur, men var tað tá funnið í toski í Grønlandi. Har­ um­framt veit man, at tað er rætti­liga útbreitt allastaðni í havi­num, sigur Kári P. Højgaard. Løgtingsmaðurin vísir á, at havsins tilfeingi hevur ovur­ honds stórar týdning fyri londini í útnorður og tí er tað týdningarmikið, at man tekur hetta í álvara og kannar hvørja ávirkan tað hevur á náttúruna og djóralívið í Norðuratlantshavinum. - Uppskotið leggur upp til at finna út at hvat mikroplast er, hvørja ávirkan tað hevur og hvat man kann gera fyri at minka um tað. Tað sum livur í havinum er jú til­veru­grundarlagið í Føroyum og Grønlandi og ein stórur part­ur av bruttoinntøkuni hjá Ís­landi, sigur Kári P. Højgaard og leggur afturat. - Treytin fyri at vit fram­ haldandi kunnu marknaðarføra okkum sum at hava heimsins rein­asta hav er, at vit kunnu vísa á, at havið er reint. Tí kann tað hava stóra ávirkan á út­flutningin, um man finnur mikro­plast í føroyskum havøki. Á breddan í Norðurlandaráðnum Fyrr í vikuni var formansskapurin í Útnorðurráðnum á fundi við formansskapin í Norður­landa­ ráðnum í samband við árs­ aðal­fundin hjá Norður­landa­ ráðnum í Oslo. Á fundinum bleiv samstarvið millum ráðini við­gjørt og avgjørt varð, at skipa fyri einum felags evnisfundi um tvey ár. - Tvey evnir vóru nevnd, ið kundu vera áhugaverd at við­ gjørt og ávirkar øll norður­lond. Tað var talgildingin av norður­ lendska økinum og mikroplast í havinum, greiðir Kári P. Høj­ gaard frá. Sostatt verður tað eitt av hesum báðum evnum, ið ráðini skulu viðgera, tá tey koma saman í 2020, og sjálvur vónar Kári P. Højgaard, at tað verður mikro­plast. - Talgilding hevur nógv at siga, men eg trúgvi mikroplast og dálkingin av havinum er størsta avbjóðingin, ið stendur fyri framman. Vit hava orsøk at stúra fyri, at norðurlond, har havsins tilfeingi er týdn­ ingar­mikið, kunnu enda í eini keðiligari støðu, um tað frætt­ ist millum keyparar, at okkara vøra ikki er fyrsta floks. Tí er tað týdningarmikið, at vit kun­ nu ganga undan og vera við til at minka ella steðga dálk­ingini, heldur enn bíða til skað­in er hendir. Kann man sum norður­ lond gera nakað í felag, so trúgvi eg, at man fær gjørt nakað, ið munar, sigur Kári P. Højgaard. HALLUR@SOSIALURIN.FO MIKROPLAST ER STØRSTA AVBJÓÐINGIN FYRI FRAMMAN - Vit hava orsøk at stúra fyri, at norðurlond, har havsins tilfeingi er týdningarmikið, kunnu enda í eini keðiligari støðu, um tað frættist millum keyparar, at okkara vøra ikki er fyrsta floks. Tí er tað týdningarmikið, at vit kunnu ganga undan og vera við til at minka ella steðga dálkingini, heldur enn at bíða til skaðin er hendir, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Útnorðurráðnum Uppskotið legg­ ur upp til at finna út at hvat mikro­plast er, hvørja ávirkan tað hevur og hvat man kann gera fyri at minka um tað. Tað sum livur í havinum er jú tilveru­grund­ar­ lagið í Føroyum og Grøn­ landi og ein stórur partur av brutto­ inn­tøkuni hjá Íslandi Kára P. Højgaard er formaður fyri føroysku sendinevndina í Útnorðurráðnum