hósdagur 1. november 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 127
18
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
E
in túrur til handils
hjá limum í VistGrøði
í Havn, er ein sam
vitskuleysur túrur til
handils, har plast og oyðsl ikki
eru partur av innkeypinum. Her
hevur mann sínar egnu krukkur
ella íløt við, sum mann fyllir ta
nøgdina av mati í, sum mann vil
hava. Tað er líkamikið, um tað
eru 2 gramm ella 102 gramm, tí
tað verður selt í leysari vekt.
Uppá hendan mátan keypir
mann eftir tørvi í sítt ílat í staðin
fyri at keypa stórar pakkar
av onkrum, har mann kanska
bara hevur brúk fyri helvtini av
vøruni í frammanundan plast
innpakkaða pakkanum.
- Vit royna at finna alternativ
ar mátar at umganga nakað av tí
plastinum, sum er, og so royna
vit eisini at endurnýta tað, sum
kann endurnýtast, sigur Borg
hild á Fløghamri, sum er ein av
høvuðskreftunum í lima- og
áhugafelagnum, VistGrøði.
At koma trupulleikanum við
plastdálking til lívs er ein stór
avbjóðing, sum ikki verður loyst
eftir einum degi. Tað krevur stór
framtøk og stórar broytingar í
m.a. vinnulívinum, gerandis
degnum og felags hugburðinum.
Alt ger mun
Men tá tað kemur til hvønn ein
stakan, ber tað til at gera ein mun
við at tillaga sína plastnýtslu
eftir veruliga tørvinum og
umhvørvisvinarligum loysnum.
Her er ein máti at umhugsa sínar
mat- og innkeypsvanar, eins og
limirnir í VistGrøði gera.
- Alt ger mun, sigur Borghild á
Fløghamri, og tað er júst hetta –
at alt ger mun, sum er drívmegin
og motivatiónin hjá limunum í
VistGrøði.
Áhugafelagið
VistGrøði
hevur nærum 400 limir, sum
allir deila somu hugsjónina
um eina umhvørvisvinarliga,
heilsugóða og sosialt rættvísa
matskipan. Felagið hevur eitt
høli á Tróndargøtu í Havn, har
limirnir kunnu koma framvið
eina til tvær ferðir um vikuna,
tá tað er opið. Har ber m.a. til at
keypa nøtur, turkaðar fruktir,
kryddaríir, mjøl, oljur, hunang,
sápur og posar.
Tað er so nógv,
mann kann gera
Tess meira verður selt í leysari
vekt, tess minni emballaga
nýtist at verða brúkt til at fáa
vøruna út til kundan. Hetta er
ein av tonkunum í VistGrøði,
sum Borghild á Fløghamri held
ur, at føroysku handlarnir eisini
áttu at tikið til sín.
- Vit í VistGrøði keypa inn í
stórum nøgdum, so vit umganga
nøkur pakkilið á vegnum. Tað
kundu teir stóru handlarnir í
Føroyum eisini gjørt. Man kann
saktans eggja fólki til at hava
síni egnu net við til handils, tá
keypt verður í leysari vekt, í
staðin fyri at handlarnir bjóða
plastposar til tað, sigur Borghild
á Fløghamri og sipar m.a. til
keyp av frukt og grønmeti.
Eitt, sum ger ein stóran mun,
er at skilja ruskið hjá sær, so
brennistøðirnar kunnu burtur
beina plastið á rættan hátt, og
tað heldur Borghild á Fløghamri
hevur stóran týdning, tí tá ansa
vit eftir, at plastið ikki endar úti
í náttúruni.
Tað finnast eisini mátar, mann
kann gagnnýta vistfrøðiliga og
umhvørvsivinarliga lívvstílin
uppá, har mann enntá fær
okkurt beinleiðis burturúr sín
um innsatsi í stríðnum ímóti
matoyðsli.
- Tað kann t.d. loysa seg
at hava hønur, tí so taka tær
tann partin av matinum, sum
annars hevði farið vekk. Mann
kann eisini gera kompost, tí so
fær mann mold burturúr mat
restunum, sigur Borghild á Fløg
hamri, sum meinar, at tað gevur
meining at fara hendan vegin.
Hvat er neyðugt?
- Mann kann royna at minka
um tað, sum mann kann og har,
sum mann kann. Tað ber til at
finna alternativar loysnir – tí er
tað veruliga neyðugt at brúka
so nógv plast? spyr Borghild á
Fløghamri.
- Eg haldi, tað er ein spurn
ingur um at endurskoða, hvat er
neyðugt, og hvat ikki er neyðugt.
Tað eru fleiri ting, mann kann
gera betur, og tað eru tær smáu
broytingarnar, sum gera mun,
sigur hon.
Tað er nógv plast, vit kunnu
vera fyri uttan í gerandisdeg
num. Eitt nú plastkoppar, plast
bestikk og plastposar.
- Vit kunnu gott vera raskari
til at hava okkara egna kopp við,
tá vit fara onkrastaðni, í staðin
Mikroplast
TEMA: Mikroplast
- TAÐ BER TIL AT FINNA
ALTERNATIVAR LOYSNIR
- Tað eru fleiri ting, mann kann gera betur, og tað eru tær smáu broytingarnar, sum gera
mun, sigur Borghild á Fløghamri frá umhvørvisvinarliga matkonseptinum, VistGrøði
VistGrøði hava
javnan básar
til tiltøk kring
landið. Borghild
á Fløghamri er til
høgru á myndini