Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 127 19 fyri at brúka einnýtiskoppar. Men tað krevur, at mann minnist til tað og útger seg við onkrum, sum mann eigur heimanífrá. Alt nýtist heldur ikki vera so lætt, sigur Borghild á Fløghamri. Tað ber eisini til at endurnýta tað plastið, mann hevur og fær, vísir hon á. Tað kann vera ein posi, sum mann brúkar so ofta sum gjørligt, inntil hann skrædnar, og tað kann vera ein eskja av onkrum slag, sum mann kann vaska og brúka til goymslu ella frakt av einhvørjum. Ein annar máti at hugsa endur­nýtslu uppá er við at seyma sínar egnu posar av goml­ um toyi, og hetta hava nakr­ir limir í VistGrøði nevniliga eisini gjørt, og hesir posarnir verða seldir í handlinum í Tróndar­ gøtu. Vinnan má gera endurskoðanir Emballaga gevur í fleiri førum meining, tá tað kemur til varð­ veitslu og haldføri, men tá embal­lagan ikki hevur nakra hægri meining enn hetta, skilir Borg­hild á Fløghamri ikki, hví fyri­tøkur ikki hugsa nýggjar og um­hvørvisvinarligari leiðir. - Eg haldi ikki, mann skal fram­leiða emballagu bara orsak­ að av útsjóndini á vøruni, men heldur fyri týdningin av hald­ føri­num ella reinførinum. Tað má geva meining, um mann skal fram­leiða plastemballagu, sigur hon og vísir á, hvussu óneyðugt tað er fyrst at hava sodavatns- og øldósir í dósum og so aftur at hava plast rundan um dósirnar. Ein stórur partur av ábyrgd­ ini við plastdálkingini liggur hjá fyritøkunum, sum fram­leiða vørur­nar við nógvu plast­embal­ lagu­ni, og tí eigur vinnan fyrst og fremst at endurskoða sínar mátar at framleiða uppá, heldur Borg­hild á Fløghamri. Men her kann vanligi forbrúkarin eisini gera sítt til at ávirka vinnuna. - Keyparar mugu eisini seta krøv til, hvat mann vil hava, tí um eftirspurningurin av plasti og emballagu broytist, so fer vinn­an eisini at endurskoða mát­an at gera tað uppá, sigur hon. Nøgdir limir í VistGrøði Tey sjálvbodnu í VistGrøði royna at vera úti um seg og vera til staðar til tiltøk kring land­ ið, har tey spreiða boð­skap­in um alternativar mat­van­ar- og loysnir. Nýggir limir leggj­ast aftrat so hvørt, og aftur­meld­ ingarnar frá limunum eru sera góðar. - Øll taka ordiliga væl ímóti tí, og fólk tíma hetta væl. Tey koma við nógvum hugskotum og for­ telja, hvussu tey gera heima við hús, so tað eru eisini nógv áhuga­verd prát, um hvat og hvussu mann kann loysa ymiskt uttan at fara til tær lættastu loysn­irnar, sigur Borghild á Fløg­hamri. Natúrligar og vistfrøðiligar vør­ur í leysari vekt verða rað­ festar í VistGrøði, og lokalt framleiddar matvørur hava eisini stóran týdning. Har­um­ framt er tað týdningarmikið fyri VistGrøði at veita limum sínum vørur, sum eru framleiddar undir rætt­vísum arbeiðsviðurskiftum. Tekur tíð at fáa nýggjar rutinur Borghild á Fløghamri hevur lagt merki til, at tað tekur tíð at venja seg við ein nýggjan lívsstíl, men mann kann altíð byrja í smáum, held­ur hon. - Tað tekur tíð at innarbeiða nýggj­ar rutinur. Men tá mann fyrst venur seg við eitt, so koma hini tingini natúrliga aftrat, tí mann byrjar at hugsa uppá aðrar mát­ar og hyggja eftir heiminum uppá ein annan máta. Í tí at mann í dag so ofta verð­ur mintur á at fara væl við um­hvørvinum, hevur Borghild á Fløghamri góðar vónir til, at tey yngru ættarliðini fara at vera dugnaligari til at fin­na nýggjar loysnir fyri at minka um stóru plastnýtsluna bæði í gerandisdegnum og í vinnu­lívi­ num. - Eg rokni við, at tey komandi ættar­liðini fara at finna fleiri alternativir til, hvussu mann kann gera. Eg haldi, tað er øgiliga gott, at børn og ung síggja og fáa eina vitan um, at tað ber til at liva øðrvísi. Tað eru nokk tey, sum koma at broyta okkara máta at liva uppá, sigur Borghild á Fløg­hamri. PATURE@SOSIALURIN.FO Handilin, sum er opin 1-2 ferðir um vikuna fyri limum, liggur á Tróndargøtu í Havn Selt verður í leysari vekt, og kundarnir hava sjálvir krukkur ella íløt við sær til handils í VistGrøði