hósdagur 1. november 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 127
20
– Tað er einki annað í lívinum, sum bindir okkum meira saman enn
skommin, ikki eingang kærleikin, sigur Lars J Sørensen, sálarfrøðingur
JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD
– Øll bera skomm, og skommin er
viðfødd, vit sleppa ikki undan
skommini, hon er her fyri at læra
okkum at stýra gjøgnum lívið og
spurningurin er, hvussu vit møta
skommini, um hon sleppur at tyngja
okkum niður, ella um hon kann læra
okkum nakað.
Tað sigur 76 ára gamli Lars J.
Sørensen, sum hevur verið ovasti
sálarfrøðingur á Psykiatrihospitalet
í Nykøbing Sjælland í árunum 1979-
2015. Hann helt fyrilestur í Føroyum
mikudagin fyri føroyskum psyko
terapeutum. Tað var Psykoterapeut
Felag Føroya, sum skipaði fyri.
– Eg havi verið 43 ár í psykiatriini,
skal eg skammast yvir, at eg havi
verið so leingi og ikki havi havt
evnini at skifta á starvsleiðini? Ella
skal eg vera errin av tí ? Her er altíð
ein samrøða millum meg og meg
sjálvan, og samrøðan snýr seg um,
hvørja mynd av mær sjálvum, eg
skal koma út við til míni medmenn
iskju.
– Vit tiga, tí vit eru bangin fyri,
hvussu onnur síggja okkum. Og
okkara innari dómari tegir ongantíð.
Tað er sjálvasta paradísið fyri eitt
menniskja at verða sædd ella av
dúkað. Men spurningurin er, hvussu
vit verða sædd? Alt sum ger, at vit
kenna okkum øðrvísi, kann vekja
skommina. Og tí geva vit sjáldan
okkara medmenniskjum eina sanna
mynd av, hvussu vit eru, hvussu vit
hugsa, og vit geva kanska heldur
ikki okkum sjálvum hesa myndina.
Tola ikki at vera sædd
– Við viðføddu skommini kann tað
vera torført at verða sæddur. Vit
duga ikki at taka í móti kærleikan
um. Tað kann kennast skammfult,
at nakar sær okkum, vísir okkum
kærleika, tí vit halda ikki, at vit hava
uppiborið hetta. Vit hava skomm av
at verða sædd, og skommin er eisini
í tí fantastiska at verða sæddur.
– Skommin hevur nakað at gera
við, hvussu vit skilja okkum sjálvi.
Og skuldarkenslan sum fylgir við, er
í fluttari merking ferðslureglarnir í
sjálvum lívinum. Tann viðfødda
skommin gevur okkum í einum eina
kenslu av okkara innasta menniskja
og kensluna fyri okkara medmenn
iskjum. Viðfødda skommin evnar
bæði okkara fatan av okkum sjálv
um, og eisini hvussu vit fata okkara
medmenniskju sigur Lars J Søren
sen, sálarfrøðingur.
Hann heldur, at tann tillærda
skommin kann vera at fjala seg fyri
øðrum menniskjum og ikki minst
fyri eins egna sjálvkritikki.
– Skommin er ein grundkensla.
Tað snýr seg als ikki um, at koyra
skommina undir teppið, men at
møta henni í tí sum er. Tí skommin
kann fáa okkum at flyta okkum
tann vegin, vit eiga.
Og her kemur tvørstøðan hjá
menniskjanum. Hesin innari dialog
urin. Eru vit góð nokk, eru vit ikki?
Tora vit at trúgva, at vit eru nakað
og síðani halda samráðingarnar
fram inni í einum sjálvum.
– Ein kann spyrja seg sjálvan and
søgnina í tí heilt vanliga hugtakin
um, at nakað er ov gott til at vera
sætt. Nakað er so gott, at tað ikki er
til at bera. Hvussu kann nakað vera
so gott, at tað ikki ber til?
Skomm bindir okkum saman
– Skomm bindir okkum saman. Tað
er ikki modernað at skammast, men
vit gera tað alíkavæl og alla tíðina.
Tað er skommin, sum setir okkum
upp á pláss, so skjótt vit eru saman,
og enntá, tá íð vit hugsa um hvønn
annan. Tað er einki annað í lívinum,
sum bindir okkum meira saman enn
skommin, ikki eingang kærleikin,
sigur Lars J. Sørensen, sálarfrøðing
ur.
– Og vit sleppa ikki undan
skommini, hon vísir, at vit eru
nakað sum menniskju. Tá íð nakað
hendir í lívinum, sum hevur týdn
ing, uttan mun til hvat, so hevur tað
týdning at varðveita javnvágina, at
verða sæddur, ella ikki at verða
sæddur ella at onnur eygu eru á
okkum. Eg kann einans varðveita
meg sjálvan, við at hava menniskju
kring meg, sum kunnu spegla,
hvat hevur týdning fyri meg. Og
á hendan hátt gerst skommin ein
vegleiðari,
sigur
Lars
J.
Sørensen, sálarfrøðingur.
At vera øðrvísi
Tað er einki galið í at kenna
skomm leggur Lars J. Søren
sen stóran dent á.
– Viðvíkjandi skommini
snýr tað seg alt ikki um at
bjarga nøkrum úr nøkrum,
men at møta tí sum er og á
tann hátt gerst tað, sum er,
til at bera. Ongar kenslur
eru skeivar. Spurningurin
er alla tíðina hvussu vit
taka í móti kenslunum.
– Tað er stórur munur
á, at vera sæddur fyri tað tú ert, og
at tað verður hugt eftir tær. Tað
seinna vekir skommina. Og sterkar
kenslur eru pínufullar. Ókendar
kenslur eru eisini pínufullar og
kenslur, sum tú ber inni í tær
sjálvum og sum tú ikki torir at siga
fyri nøkrum eru eisini pínufullar.
–
Ganga
vit
við
nógvum
týdningarmiklum inni í okkum
sjálvum, hava okkara medmeniskju
ikki
møguleikan
at
spegla
okkum, og tað kann føra
til, at vit ikki verða
virðismett
sum
menniskju, og
tað
kann
aftur
føra
til, at
vit
SKOMMIN ER VIÐFØ
– ØLL BERA SKOMM
»Ein kann
hava fingið so
lítlan kærleika,
at nærleiki
kennist sum eitt
yvirgreb.«
Alice Miller (sveisiskur
sálarfrøðingur 1923-2010)