hósdagur 1. november 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 127
21
fata okkum sjálvi neiligt.
– Vit síggja hetta við
nýføðingum.
Um
ikki
barnið alla tíðina hevur
møguleikan at lesa and
litið hjá mammuni av,
veit tað ikki hvar tað er,
og gerst ólukkuligt. Og er
mamman ólukkulig, so er
tað júst tað, sum nýføðing
urin lesur í speglingini. Ein
tunglynd
ella
deprimerað
mamma kann saktans leggja
eitt tunglynt barn at brósti,
sigur hann.
At vera øðrvísi
Øll eru øðrvísi á onkran
hátt og tað kann fáa
ein til at kenna
seg skeivan.
–
Alt
sum
kann føra til, at vit kenna
okkum
øðrvísi,
kann
vekja skomm. Eg eri
reyðhærdur,
eg
eri
dummur, eg eri klók
ur, eg eri for lítil, eg
eri for stórur, eg eri
for klænur eg eri for
tjúkkur, eg eri sálar
liga sjúkur, eg eri
sálarfrøðigur, eg eri
ógvuliga sólbrend
ur, eg havi ongan
lit og so víðari.
– Og móthug
takið kann vera, at
alt sum ger meg
serligan, kann gera okkum
errin.
– Essensurin í hesum er, at
skomm og skuldarkenslur eru
neyðugar, men yvirtaka tær
lívið, bróta tær niður. Skomm
in peikar á, at vit eru nakað, at
vit hava týdning. Tað ber til at
siga, at skomm er ein kensla.
Skommin inniber tað fantast
iska í at vera sæddur og tað
ræðuliga í at onnur hyggja eft
ir einum. Skommin er sum ein
stemmugaffil í okkara lívi,
sum sigur okkum, hvat vit eru.
– Skommin kemur eisini til
sjóndar í klandri millum tvey,
sum vit halda snúgva seg um,
at annar parturin skal vinna.
Men maktkampar snúgva seg
slett ikki um makt, men um
maktarsloysi. Tað eru bara
taparar, tá íð tvey klandrast.
– Eg haldi, at man kann siga,
at skomm er hvørki góð ella
ring, hon er bara har. Hon
kann hjálpa okkum og hon
kann bróta okkum niður. Tað
er eins og við streymi. Streym
ur hjálpir okkum og rekur alt,
vit hava brúk fyri. Stikk
ontaktin gevur okkum frælsi,
men so skjótt vit fara at pilka
inni í stikkkontaktini, kann
hon gerast deyðilig. Skommin
snýr seg um sympati og em
pati. Skommin ger, at nakað
lendir á ein menniskjaliga
hátt. Um tað, at vit sýna
kærleika ikki verður møtt við
kærleika, kennist hetta, sum
at vit verða sligin, sigur Lars J.
Sørensen.
ØDD
M
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard.
»Ein kann
hava fingið so
lítlan nærleika,
at yvirgreb
kennast sum
kærleiki.«
Alice Miller (sveisiskur
sálarfrøðingur 1923-2010)
Lars J. Sørensen hevur verið sálarfrøðingur
alt lívið. Hann er í dag ein nógv umbiðin
fyrilestrarhaldari og hevur granskað nógv
í hvat skomm, sum øll bera í okkum, er fyri
nakað. Hann kemur til ta niðurstøðuna, at
skomm er bæði gagnlig og niðurbrótandi