Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 127 23 Tað gevur mær gleði at syngja Vígdis Fjallstein Christiansen hevur innspælt nýggjan jólasang, sum snýr seg um tað, hon heldur verða týdningarmikið við jólahaldi SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR – Síðan eg var heilt lítil, havi eg vilja sungið. Minnast tit hasar »Vinarbøkurnar«, sum øll høvdu fyrr? Har kundi man skriva í hjá hvørjum øðrum, svara spurningum, festa eina mynd í og so víðari. Eg skrivaði altíð, at eg ynskti at vera songkvinna, tá eg bleiv stór. Men eg helt hetta vera eitt sindur flovisligt at skriva í, so viðhvørt skrivaði eg bara, at eg vildi verða frisør, tí tað plagdi systir mín at skriva. Hetta greiðir Vígdis Fjall­ stein Christiansen frá á bloggi sín­um, sum eitur »Sukursøtt«. Vígdis Fjallstein Christiansen deilir nógv ymiskt á blogginum, alt frá gerandisdegi til brúdleyp og annað. Í síðstu viku skrivaði Vígdis sínum bloggi, at hon var farin í gongd við at gera tónleik aftur. Í eina tíð hevur hon arbeitt sam­an við framleiðaranum Hans Poulsen í hansara studio »Intro­vers« og tikið eitt nýtt jóla­lag upp. Tá sangdreymurin gjørdist veruleiki Vígdis Fjallstein Christiansen byrjaði av álvara við sínari yrkisleið innan tónleik, tá hon í 2008 gjørdist limur í føroyska gentubólkinum Faroe5. – Tað var ein sera stuttlig og lærurík tíð. Eg lærdi, hvussu nógv tað krevur av einum, um man veruliga ynskir at satsa uppá tónleikin. Tað er ein bein­ hørð vinna, man skal virkuliga vilja tað, sigur hon. Tað eru 10 ár liðin, síðan Faroe5 bleiv sett saman, og síðan tá hevur Vígdis Fjallstein Christiansen ikki givið nakað heilt seriøst út. Hon sang sam­ an við mammu síni á einari fløgu, sum Amnesty gav út fyri nøkr­um árum síðan, men burt­ ur­sæð frá tí, hevur hon bara ar­ beitt hálvseriøst uppá ymiskar verkætlanir. – Hóast eg ikki havi útgivið nakað, havi eg alla tíð gjørt tónleik, nógvir tímar eru farnir har, eg siti framman fyri klav­ erið og spæli, sigur Vígdis Fjall­ stein Christiansen. – Tað gevur mær gleði at syngja, og nú aftaná eg havi fingið dóttur mína Hansa Sal­ oma, gevur tað okkum báðum nógva gleði saman. Sangur ger altíð lagið betur, sigur hon. Tónleikurin og tað at vera í barnsburðarfarloyvi Vígdis Fjallstein Christiansen býr í Aarhus saman við mann­ in­um og teirra lítlu dóttur, Hansa Saloma. Vígdis Fjallstein Christiansen lesur sálarfrøði, men er í løtuni heima í Før­oy­ um saman við manninum í barns­burðarfarloyvi. – Tað, at vit bæði eru í barns­ burðarfarloyvi, saman gevur okk­um nakrar møguleikar, sum vit ikki høvdu havt um bara ein av okkum var í barsil, sigur Vígdis. – Samstundis sum vit bæði eru um okkara 6 mánaðar gomlu dóttir, hava vit eisini yv­ ir­skot at fáast við aðrar verk­ ætl­anir. Maðurin framleiðir sjó­salt, og eg eri í studio. Sjálv­ andi gera vit ikki tað sam­ stundis, men leggja tað soleiðis til rættis, at vit bæði kunna vera um dóttur okkara og sam­ stund­is fylgja okkara áhuga­ mál­um. Vit eru sjálvandi fyrst og fremst í barnsburðarfarloyvi fyri at verða um hana, men av tí at vit eru í tí støðu, at dótt­ur­ in fær fløsku, eru bæði eg og páp­in eins góður uggi, tí fløsk­ an er ikki tengd at nøkrum, sig­ ur Vígdis Fjallstein Christi­an­ sen. – Tað, at eg eri vorðin mamma, hevur givið mær eina heilt nýggja drívmegi. Eg haldi, at hóast man er í barns­burð­ar­ far­loyvi, nýtist tað ikki at merkja, at man ikki kann gera nakað annað. Sjálvandi haldi eg, tað er stravið til tíðir, men alt gevur nógv meira meining nú. Tað at vit gera rúm fyri hvørj­um øðrum og okkara áhugamálum sum familja, bæði saman og hvør sær, hevur í sein­asta enda positiva ávirkan allan vegin runt, sigur Vígdis Fjall­stein Christiansen. – Onkur hevur spurt meg “klárar tú at verða burtur frá dóttrini í fleiri tímar, tá tú fert í studio at taka upp?” og eg svari, at sjálvandi klári eg tað, tí dótt­ urin hevur tað minst líka gott hjá pápa sínu, sum hon hevur tað hjá mær. So í staðin fyri at hugsa, hvussu tað riggar at fara í gongd við hesa tón­leika­verk­ ætl­anina, samstundis sum hon eri í barsil, heldur Vígdis, at tað er júst orsaka av barsilinum, at tað ber til. –  Vit hava tíð og yvirskot beint nú, og tískil eri eg farin í gongd við tað. Eg haldi heilt sikkurt, at fleiri pápar skuldu havt møguleika at sloppið í barns­burðarfarloyvi. Vit eru so himm­alska glað fyri at hava fingið hesa tíðina saman sum familja, sigur hon. Jólasangur Tað eru Asta Højgaard og Ragn­ hild Dam, ið eisini vóru í Faroe 5, sum hava hjálpt Vígdis Fjall­ stein Christiansen at skriva tekst­in til jólasangin. – Eg byrjaði sjálv at arbeiða uppá tekstin, men var ikki heilt nøgd, so eg bæð tvær vinkonur koma at hjálpa mær at skriva hann lidnan, sigur Vígdis Fjall­ stein Christiansen. Signar í Homr­um hevur hugt eftir tekst­inum og rættlisið hann, so­leiðis at hann gjørdist klárur at spælast inn í studio. – Tað er so løgið við tónleiki og við kreativiteti sum heild. Hugskotini koma ofta, tá man minst væntar tað. Eg stóð und­ ir brúsuni, tá hetta lagið kom til mín. Eg skundaði mær undan, bant eitt handklæði rundan um meg, og rann inn í rúmið har klaverið stendur. Eg gjørdi skjótt av, so eg kundi verða vís í, at eg ikki fór at gloyma lagið, sig­ur Vígdis. – Eg vil siga, at hetta var ein løtt og skjót tilgongd, sum ikki tók nógv meira enn eina viku. Aftaná sangurin hevði fingið ein form, og teksturin var kom­ in upp á pláss, setti eg meg í sam­band við Hans Poulsen, sum hevur Introvers studio. Hann er ein útrúliga dugnaligur fram­leiðari, so eg visti at har fór eg at verða í góðum hond­ um. Hans Poulsen skilti beinan veg, hvar eg vildi við sanginum, og hann fekk heilt sikkurt tað besta fram úr honum. Tað er fantistiskt, at verða við í tilgongdini, frá tí at sangurin byrj­ar og so at uppliva úrslitið, sigur Vígdis Fjallstein Christ­ ian­sen. »Jól við tær« er róligur poppur Sangurin eitur »Jól við tær«, og er eitt spildur nýtt lag. Tekst­ur­ in snýr seg um nógv av tí sum jólini bera við sær, um hugna og samveru, og tey man hevur rundan um seg. Hvussu gáv­ urnar og prýði ongan týdning hev­ur, um man bara kann verða saman við sínum kæru. Sangurin kann sigast at vera rólig­ur poppur, men hann er ikki at samanbera við poppin, sum Faroe 5 framførdi tá í tíð­ ini. – Sangurin er um tað, sum eg seti í samband við jólini, at man sum vaksin ikki leggur eins nógv í jólagávurnar ella pyntið, men heldur gleðist um sam­ver­ una. Eg havi eisini fingið for­ talt, at summi tulka niðurlagið út frá einum andaligum sjón­ar­ horni. Tað er stuttligt at síggja, hvussu ymiskt fólk relatera til sangin, sigur Vígdis Fjallstein Christiansen. – Beint nú havi eg fokus á »Jól við tær«, og hvussu eg skal pro­movera hann. Men hvør veit hvat fer at henda í fram­tíð­ ini. Asta Højgaard og eg fara at framføra saman við Mads á Heyggi her til jóla. Tað verða nakrar privatar framførslur, og so eru nakrar almennar kon­ sert­ir, sum eg ikki ordiliga kann koma inn á enn. Men 8. des­ emb­ur hava vit eina lítla jóla­ kon­sert á nýggju Café’ini á Møl­ini í Skálavík, sigur Vígdis Fjall­stein Christiansen. –  Eg gleði meg bara at fáa hend­an sangin út og at fáa aft­ ur­meldingar frá fólki, sum hoyra hann. Sangurin verður fyrst tøkur á heimasíðuni sukursott.com. – Nú deili eg nógv á mínum bloggi, tískil var tað ein sjálv­ fylgja, at lesararnir eisini skuldu sleppa at verða partur av hesari tilgongdini. Hetta gev­ur eitt innlit og eina bak­ grunds­vitan, sum kann verða við til at styrkja um upp­liv­ing­ ina, tá tey hoyra sangin, sigur Vígdis Fjallstein Christiansen. »Jól við tær« kemur út í dag. – Sangurin er um tað, sum eg seti í samband við jólini, at man sum vaksin ikki leggur eins nógv í jólagávurnar ella pyntið, men heldur gleðist um samveruna, sigur Vígdis Fjallstein Christiansen