Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 127 24 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen 2.partur Í seinasta parti var eiðis­ drong­urin Poul Carl í Pálls­húsi komin til ta nið­urstøðu, at hann vildi royna eydnuna í Danmark. Tilvildarliga sá hann í ein­ um blaði adressuna á sjó­mans­ háskúlanum í Svendborg, sunna­laga á Fyn. Hann fekk skó­makaran á Eiði at skriva sær eina umsókn um at sleppa inn á skúlan. Tá ið hann seinni fekk boð um, at hann var upp­ tik­in, fór hann við skipi til Keypmannahavnar. Men hann tordi ikki at fara til Svendborg við toki. Eitt slíkt merkiligt skep­ilsi hevði hann ikki sæð fyrr. Hann fór heldur við ein­ um skipi, hesum var hann meira tryggur við. Á Svendborg Sømands­høj­ skole fekk Poul Carl gott sam­ band við fyristøðumannin, sum æt Vilhelm Rasch, kendur sjó­manstrúboðari, Hann bleiv sum ein pápi fyri henda ungan drong­in. Hann var millum teirra, sum tók stig til at stovna Bróðurringin á Havin­ um, sum var eitt felag fyri trúgv­andi sjómenn og fiski­ menn, og sum eisini virkar í Før­oyum. Tað vóru menninir aft­an­fyri henda felagsskap, sum í 1906 settu sjómans­há­ skúl­an í Svendborg á stovn. . Tað verður sagt, at sjómans­ skúl­in í Svendborg var tann fyrsti skúli av sínum slagi í heim­inum. Her hava eisini nógv­ir føroyingar gingið. Poul Carl og Rasch høvdu samband við hvønn annan til Rasch doyði. Meðan Poul Carl var næm­ ingur, kom hann at kenna eina unga køksgentu á skúlanum, Olgu. Hann hevði eisini sæð hana í Siloam, missiónshús­in­ um í býnum, har tey bæði komu til møtir. Tey blivu meira enn væl. Út at sigla Men áðrenn meira hendi, fór Poul Carl at sigla sum lætt­ matrósur á eini skonnart frá Thurø. Her var lønin so mikið sum kr. 45 um mánaðin, tí hann hevði verið fiskimaður framm­anundan. Tá ið 1. heims­ bar­dagi brast á hækkaði lønin til kr. 60 um mánaðin. Frá hes­ um varð trekt útreiðslur til tubb­akk og undirklæði, sum kundu keypast frá skip­ar­an­ um, tá ið teir lógu leingi í sjón­ um. Hetta var ein strævin tíð. Mong hava í dag ilt við at trúgva, hvussu hart tað kundi vera. Ikki minst kundi tað vera ómenniskjansliga hart í ódn­ar­ veðri at noyðast upp í rign­ing­ in og repa seglini, men tað var einki sum æt. Tað mátti gerast. Her skal verða endurtikið nakað av tí, sum Poul Carl seinni skrivaði um eina bladr­ uta nátt í einum stíli, tá ið hann gekk á sjómansskúla: Det var en forrygende storm en nat i november, hvor vi lå under Norges kyst og kæmp­ ede hårdt for at holde os klar af kysten. Det var en rigtig storm med hagl og vind og sne, som trængte gennem marv og ben. Ingen af mandskabet havde fri den nat, alle mand stod på halvdækket ængsteligt stirr­ende i den retning, hvor vi for­modede at have Lister Fyr. Natt­en var bælgmørkt, det en­ este vi kunne se, var morild­en på søen, som stadig brød over lønn­ingen og fyldte dækket for derefter igen at løbe ud genn­em lænseportene. Vi stod alle tause, enhver havde nok i sine egne tanker. Hvis vi nu var nærmere kysten end vi for­modede? Hvorlede skulle vi så komme klar? Hver og en af besætn­ingen gjorde sig sikkert det spørgsmål. Vi kunne ikke gøre andet end at håbe på, at skippernes bestik ikke var helt korrekt, og at vi var længere fra land end han antog. Skibet krængede hvert øjeblik så langt over, at vi måtte holde os fast ved den overisede nagle­ bænk. Skønt gennemblødte og forfrosne syntes ingen af os dog at gøre noget for at skaffe os varme ved bevægelse. Det var, som at kulden og an­ streng­elserne havde gjort os fuld­stændigt sløve og lige­gyld­ ige med, hvorledes det gik skib­et og os selv. Tømmermanden havde pejl­ et pumperne, og der var en del vand i lasten. Det tog vi os ikke så nær. Kunne man vente and­ et af en sådan gammel kasse. Når blot ikke riggen slingrede ned, eller lasten forskød sig kunne det såmænd være lige meg­et med den smule vand. Natt­en sneglede sig langsomt hen og mørket syntes at skulle vare evigt. Da morgenen endelig brød frem, så vi de norske skær inde om bagbord i en afstand af mindre end to kvartmil. Vind­ en havde nu lagt sig, så vi nu kunne gå vel klar af landet. Eft­er at have sat mærssejlene, (midterste råsejl på en fuld­ rigg­et mast på et ældre sejlskib) fik vi, efter at have vær­et oppe hele natten, ende­ lig den fortjente frivagt. Síðan fór Poul Carl við eini bark, Ternen, sum sigldi upp á Amerika. Á ferðini hendi tað, sum ikki var óvanligt, at ein maður fór fyri borð. Tað eydn­ að­ist tó einum øðrum av mann­ingini at loypa á bláman við einum enda, og tað eydn­að­ ist at fáa báðar um borð aftur. Hetta var eitt bragd, sum leingi stóð klárt í minninum hjá Poul Carl. Sigling undir 1. heimsbardaga Í 1914 fór Poul Carl sum matrós­ur við norska trý­mastr­ aða fullriggaran Songelv, sum var 2063 brt. til støddar. Mann­ ing­in var 30 menn. Allir uttan yvir­menninir svóvu í einum lug­ari, so tað var ikki nógv pláss. Men eingin klagaði um við­urskiftini, heldur ikki um tær nógvu rotturnar umborð, sum runnu alla staðni á skip­in­ um. Tað sama var við kak­er­ lakk­um. Tá ið kokkurin skúm­ aði suppuna, tók hann kak­er- ­lakkarnar samstundis. Eina ferð um vikuna fekk hvør mað­ ur eina lítla dós livurpostei, 1 pund av sukri, 1 pund av marg­ arini og ein stubba av speigi­ pylsu. Um hetta ikki strekti, so var einki at gera enn at eta turt breyð. Tað fekst tó heitur matur eina ferð um dagin. Tað fekst eisini keks, sum vóru væl dámdar og smakkaðu væl. Men aftaná tveir mánaðir í sjónum mátti maðkur pilkast úr keksunum, áðrenn tær vórðu etnar. Songelv sigldi mest við korni úr Suðuramerika til Eng­ land. Hvussu skjót ferðin var, kom við seglskipum ann uppá vindin. Hon kundi tí taka mán­ aðir. Tá í tíðini var tað vanligt, at menn vóru við skipunum í fleiri ár út í eitt uttan at koma heim. Poul Carl sigldi eisini við Songelv í meira enn hálvtriðja ár. Men tað bøtti um, at tá ið komið varð í havn, kundi tað taka langa tíð bæði at uppskipa og innskipa farm. Á fleiri ferðum til Suð­ur­am­ er­ika var bert barlast í lastini. Hetta var vanliga grót ella jarn. Poul Carl fer til Danmarkar á sjómanskúla. Hann fer út at sigla eisini undir 1. heimsbardaga, tá ið teir koma í holt við týskan kavbát GÍSLI UMBORÐ Á KAVBÁTI Poul Carl Poulsen: Sjómansháskúlin í Svendborg Songelv, sum Poul Carl var við, tá ið teir vóru søktir av kavbáti