hósdagur 1. november 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 127
25
Komandi partur
Poul Carl fer í land og kemur
aftur til Føroya á ellisárum
Tí kundi tað taka langa tíð at
at lossa barlastina, til lastin
aftur kundi fyllast við korni.
Eina ferð lógu teir inni í Suður
amerika í tveir mánaðir. Men
hetta var í Buenos Aires, sum
er ein av vakrastu býunum í
Suðuramerika, har tað eisini
var so nógv at síggja, tí gjørdi
hetta ikki so nógv. Tá var eisini
ein norskur sjómannaprestur í
býnum. Hann gjørdi nógv fyri
norrøn sjófólk sum at skipa
fyri útferðum og vitjanum av
ymiskum slagi.
Livandi proviantur
Tá ið Songelv aftur legði í
havið var lastin 3.300 tons av
meisi. Eisini vóru tveir livandi
grísar, sum manningin roknaði
við skuldi etast á jólum.
Beint áðrenn, teir løgdu frá
landi, kom presturin umborð
og gav Poul Carl ein pakka,
sum skuldi latast skiparanum
jólaaftan.
Men grísur var eingin etin á
jólum. Teir skuldi etast seinni
á túrinum. Jóladøgurðin var
Stavangeræg, sum var fiska
bollar, og rísgreytur. Pakkin
frá prestinum varð latin upp.
Her var ein pakki av sigarettum
til hvønn mann. Hetta gjørdi
lagið eitt sindur betri, ikki
minst tí nú var tubakkið farið
at ganga undan.
Síðan
varð
jólavangeliið
lisið og sungnir vóru nakrir
sangir. Kokkurin hevði eisini
bakað køku til hetta høvið, so
tað gjørdist kortini nakað av
jólahýri umborð.
Seiglívaður grísur
Aftaná nýggjár fór kjøtið at
ganga undan, og nú skuldi
annars grísurin slaktast.
Her hevur Poul Carl eina
stuttliga frásøgn sum verður
endurgivin, sum hann skrivar
hana á donskum:
De to grise havde været til stor
morskab for besætningen på
hele turen, så det var næsten
med vemod, at man tænkte på,
at den ene gris skulle slagtes.
Men der var ikke noget at
gøre, og dagen for slagtningen
blev fastsat. Da den oprandt,
skulle der findes en mand, der
kunne tage livet af grisen, ud
en at den skulle pines for
længe og valget faldt på tømm
ermanden, en ældre sømand
med den fornødne erfaring.
Tømmermanden fik slebet sin
kniv og i kabyssen fik kokken
sat en stor gryde vand over ild
en. Messedrengen løb forud og
gav dem fra mandskabet, som
havde frivagt, og som lå i deres
køjer, besked om, at slagtning
en gik i gang. Alle som en
sprang ud af køjerne, fik hurt
igt et par benklæder på og kom
ud på dækket. Foran ruffet
stod tømmermanden med en
hammer i den ene hånd og
kniven i den anden. Han stod
og ventede på, at grisen skulle
komme og æde sin sidste fro
kost, som bestod af majs.
Endelig kom grisen og skulle
til at begynde at æde. Men i
det samme svingede tømmer
manden sin hammer i den
hensigt at ramme grisen i
panden. Men slaget fejlede, så i
stedet for at ramme den i
panden, ramte han den i øjet.
Nu tog grisen flugten, og
tømmermanden, som næsten
var fra sig selv i raseri, løb bag
efter for at fange den.
Mandskabet,
som
havde
overværet forestillingen, gav
sig nu til at le, og som følge af
dette
blev
tømmermanden
blot mere rasende. Langt om
længe fik tømmermanden dog
taget livet af grisen, og de af
mandskabet, som havde fri
vagt, gik igen til køjs. Nu blev
det et almindelig mundheld
ombord, at tømmermanden
var ubrugelig som slagter men
dygtig til at give et blåt øje, og
hvis nogen kom til at tale om
grisen, så kunne han risikere
at få et sådant.
Gísli á kavbáti
Fyrst í februar 1917 var Songelv
næstan komin um Atlants
havið og var statt sunnan fyri
Írland. Tá hendi vanlukkan.
Hetta var jú undir 1. heims
bardaga, og ein partur av hes
um var kavbátabardagin hjá
Týsklandi, sum eisini merktist
í Føroyum við sluppunum,sum
vórðu skotnar niður á bankan
um. Hetta kom Poul Carl eisini
at merkja.
Lagnudagurin hjá Songelv
var 3. februar. Veðrið var av tí
besta, tí kundi ikki siglast við
seglum. Knappliga síggja teir
eitt gos á sjónum, Hildið var í
fyrsta umfari, at talan var um
ein hval. Tað komu fleiri gos og
nú síggja teir, at hetta eru
ávaringarskot
frá
kavbáti.
Seglini vórðu beinanvegin rep
aði, og tá ið kavbáturin nærk
aðist, sóu teir týska flaggið við
ørnini.
Skiparin á kavbátinum gev
ur í einum rópara boð um at
seta bát út og at koma yvir til
teirra við skipsskjølunum.
Hetta varð gjørt og Poul
Carl var við í bátinum, sum fór
yvir til kavbátin. Her vóru
skjølini kannað og Poul Carl
bleiv saman við trimum øðrum
tikin umborð á kavbátin sum
gíslar, meðan ein hermaður við
bajonet ansaði eftir teimum.
Týskarar tóku nú skipsjolluna
og róðu aftur til Songelv, har
øll manningin fekk boð um at
fara í bátarnar. Skiparin hevði
konu sína við. Hon gjørdist frá
sær sjálvum og mátti bindast.
Gíslarnir umborð á kavbát
num skiltu ikki, hví hermaður
in sum ansaði eftir teimum var
so blíður. Tá komu teir eftir, at
hetta var ein dani úr danska
minnilutanum norðast Týsk
landi. Hann fortaldi teimum,
at teir høvdu skotið nógv skip
niður.
Týskararnir løgdu spreingi
knøttar umborð á Songelv og
sprongdi tað í luftina. Tað sein
asta sum sást var norska
flaggið.
Kavbáturin hevði framman
undan kaprað 3.000 tons stóra
italienska
skipið
Famiglia.
Hetta varð nýtt til at hýsa
skandinaviskum sjófólki frá
skipum, sum teir søktu. Her
vóru
longu
tá
120
mans
umborð.
Manningin á Songelv varð
so sett umborð á hetta skipið,
har tað nú vóru 150 fólk við.
Tað var slett ikki nakar matur
umborð. Tað einasta fólkið
fekk var trý krúss av vatni um
dagin. Nakrar dagar seinni
blivu øll sett í land í Írlandi og
Famiglia varð søkt.
Skipamyndirnar
í
hesi
og
komandi grein eru frá Marstal
Søfartsmuseum.
Rætting: Í fyrsta parti varð
sagt, at Svenning av Lofti var
ættaður úr Pállshúsi. Hetta er
ikki rætt men hann var í ætt
við Poul Carl og kendi hann .
Hetta var eisini tað, sum nógvir føroyingar fingu roynt á Føroya Banka undir 1.heimsbardaga.
Her verður skotið av kavbátinum fyri at søkka eitt skip. Listamaðurin er Claus Bergen,
sum í 1917 var umborð á kavbáti at avmynda virksemið hjá kavbátinum.
Her er Poul Carl við einum springara, sum teir hava
fingið. Gott var at fáa ein feskan bita.
Poul Carl var eisini við Ternen. Teir mistu ein mann, men
takkað verið einum roysni varð hann bjargaður