Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 127 30 TRÓNDUR ARGE H etta er tíðin við nógvum leysasøgum, skiftum og longdum sáttmálum. Summu feløg hava nógvar avtalur upp á pláss, meðan onnur enn leita eftir persónum til lyklapláss og postar. Í vikuni eru fleiri sátt­ málar komnir upp á pláss, sum koma at mynda komandi kapp­ ingarár. B36 hevur funnið avloysarar fyri spælarar, ið fara av landinum, meðan HB hevur longt við ein av lyklaspælarunum handan FM-heitið – og so er Sámal Erik Hentze aftur í Víkingi. Nógvar broytingar í B36 B36 hevur í eina tíð vitað, at spælar­ar sum Odmar Færø, Mein­hard E. Olsen og Kaimar Saag ikki halda fram í felagnum, meðan Magnus Holm Jacobsen í summar skifti til portugisiskan fót­bólt. Jákup á Borg hevur fleiri ferðir víst á, at felagið leitar eftir avloysarum til ávís pláss, meðan hann leitar í hópinum til onnur pláss. Í miðverjuni er millum annað væntað, at Andrias H. Eriksen og Bjarni Petersen skulu lyfta arvin eftir Odmari Færø, meðan Hugin Samuelsen er við at menna seg til ein spælara, sum kann avloysa, tá brúk er fyri tíð. Hartil verður Jónas Tór Næs væntandi klárar til komandi kappingarár. Hann kom á vøllin aftur í 27. umfari, eftir at hava sitið uttanfyri við drúgv­um skaða í næstan alt ár. Í summar kom Michal Przy­ bylski til felagið. Í eina tíð hevur ljóð­að, at Brian Jakobsen úr Skála og Árni Frederiksberg úr NSÍ skuldu koma til felagið. Í vikuni hevur felagið kunngjørt bæði skiftini. Brian: Lætt at velja B36 Brian Jakobsen hevur nokk havt sítt besta kappingarár í ár, har hann hevur skotið 10 mál fyri Skála. Hann skal nú verða maðurin, sum skorar málini fyri B36. - Mær hevur altíð dámt væl spæli­stílin hjá B36, har nógvir mál­møguleikar verða skaptir. Sjálvur flyti eg nú til Havnar, og skuldi eg velja millum B36 og HB til mína fótbóltsframtíð kom­andi árini, so var eingin sum helst ivi. So alt í alt rokni eg við, at hetta verður ein spennandi uppliving saman við nógvum góðum spælarum, sigur Brian Jakob­sen við heimasíðuna hjá B36, sum leggur afturat: - Brian, sum er 26 ára gamal, hevur í fleiri ár markerað seg sum ein vandamiklan harra í før­oyskum fótbólti, og tað fer hann vónandi eisini at gera, nú hann fer at spæla í hvítum. Í øllum førum heldur hann, at B36 er eitt felag, sum hóskar væl til sín, skrivar B36.fo. Árni: Eg vil royna okkurt nýtt Í gjár kunngjørdi B36 so, at Árni Frederiksberg eisini skiftir til B36. Hann hevur í síni tíð spælt 207 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ frá 2010 til leygardagin, tá hann skoraði sítt mál nummar 70 fyri barn­dómsfelagið í bestu deildini sam­bært Faroesoccer.com. Nú er tíðin komin til at royna nakað nýtt. - B36 spælir fótbólt á sama hátt, sum eg ynski at spæla. Her verður spælt - og ikki bara spark­ að - og tí rokni eg við, at B36 og eg verða eitt gott match, sigur Árni Fredriksberg, við B36.fo. Hann sigur víðari við Sosialin í dag, at hann hevur brúk fyri at royna nakað nýtt. -Hetta er ein blandingur av, at eg eri fluttur til Havnar, og at eg havi brúk fyri at royna nakað nýtt. Tað er ein undarlig kensla at skifta frá NSÍ, og eg eri takksasmur fyri tíðina og upp­ liv­ingarnar, men samstundis spent­ur upp á framtíðina, sigur Árni Frederiksberg, sum eisini er tøkur aftur til landsliðið. Lasse heldur fram í HB Havnar Bóltfelag hevur í vikuni kunn­gjørt, at Lasse Andersen hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið, sum er galdandi fyri 2019. Danski miðverjin, sum kom til felagið undan hesum kapp­ ingarárinum, hevur roynst væl í miðverjuni saman við Bartali Wardum. - Eg trívist væl í felagnum og vildi allatíð halda fram. Tí eri eg eisini sera fegin um, at hava longt sáttmálan. Vit hava havt eitt fantastiskt ár. Nú gleði eg meg til komandi kappingarár, og at umboða HB í Champions League, sigur Lasse Andersen. Í Havnar Bóltfelagi fegnast tey um, at miðverjin hevur valt at halda fram í felagnum. Heim­ síðan skrivar millum annað, at 23 ára gamli Lasse Thillitz Ander­sen eigur stóran lut í meistara­heitinum, har HB fekk heili 73 stig, sum er met. - Í landskappingini hevur HB bara latið 18 mál inn í ár. Trekkja vit tvey tey fyrstu umførini frá, tá Lasse ikki var við, so hevur liðið bara latið 14 mál inn í 25 dyst­um, síðani miðverjin kom til. Tað er einki at siga til, at vit í HB fegnast um, at Lasse Ander­ sen er okkara í eitt ár afturat, skrivar heimasíðan. HB hevur nú longt sáttmálan við næstan allar spælararnar uttan Brynjar Hlødversson. Har­ til er Pætur Petersen komin til úr EB/Streymi. Sámal Erik Hentze aftur í Víkingi Eftir eitt ár sum venjari hjá NSÍ, er Sámal Erik Hentze aftur í Víkingi, har hann var venjari í 2016 og 2017. Bæði árini vann hann FM. -Eg havi verið í Víkingi fyrr og mær dámdi tað væl. Støðan er eitt sindur øðrvísi enn seinast, tí nú er málið at koma í Evropa. Her veit eg eisini hvat eg komi til, sigur Sámal Erik Hentze, sum undan hesum kappingarárinum eitt sindur óvæntað skifti til arva­fíggindan úr NSÍ. -Leiðslan í Víkingi bleiv eitt sind­ur bilsin, men eg havi ikki upp­livað tað sum, at brotið ikki var pent. Eg havi altíð verið væl­ komin í Víkingahúsið síðani, og havi tosað væl við leiðsluna og tey í felagnum. Tað hevur ikki verið ein trupulleiki, sigur Sámal Erik Hentze. Nógv hevur verið tosað um ættar­liðsskifti í Víkingi, men tað verður ikki bara eitt lið av ungum spælarum, sleppa á vøll­ in komandi ár, tí Bagge hevur í samrøðu við bolt.fo boð­að frá, at spælarar sum Fróði Ben­ja­ min­sen, Hans Jørgen Djurhuus og Erling Jacobsen eru upp á tal. -Eg haldi allar hurðar opnar. Kemur eitt nú Hans Jørgen aftur, so skal hann verða væl­ kom­in og hevði verið eitt ynski, tí tað kundi givið hinum nógv. Tá tú ert á besta liðnum, so skalt tú hava úrslit. Klárar tú so at fáa ein spælara gjøgnum systemið um árið, so hevur tú eitt nýtt lið per tíggju ár, sigur Sámal Erik Hentze. Hann leggur afturat, at liðið skal hava tveir til tríggjar nýggjar spælarar í hópin, men verður tað ikki nakar av áður­ nevndu, so verður leitað millum annað uttanlands. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Føroyskur fótbóltur: B36, HB OG VÍKINGUR GERA LYKLA AVTALUR ÍTRÓTTUR: Føroyskur fótbóltur B36, HB og Víkingur hava øll gjørt avtalur við lyklaspælarar seinastu dagarnar. B36 hevur fingið Árna Frederiksberg og Brian Jakobsen, HB hevur longt við Lasse Andersen, meðan Víkingur hevur fingið Sámal Erik Hentze aftur Lasse Andersen Árni Frederiksberg Brian Jakobsen: Sámal Erik Hentze