Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 127 31 TRÓNDUR ARGE F ríggjadagin 2. november klokkan 20 verður Fót­ bólts­galla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fót­ bólts­samband Føroya. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. Aftur­ meld­ingarnar hava verið góðar, tí fleiri framstig eru gjørd seinnu árini. Millum annað verða allar at­kvøðurnar – uttan tær um ársins dómara – kunngjørdar í Sosialinum mánadagin eftir. Í nógvar mátar verður fylgt manna­gongdunum, sum FIFA Ballon d’Or brúkti, áðrenn FIFA og France Football aftur fóru hvør til sítt. Tað hevur til tíðir víst seg at verið torført, at fáa øll tey tilnevndu at møta upp, meðan tað í øðrum førum ikki hevur verið pláss fyri øllum. Aftur í ár er vónin, at fáa øll tey tilnevndu at møta og samstundis tryggja, at talan verður um eitt stórt kvøld fyri øll. Tí aftur í ár verður sjálvt til­ takið, sum eisini er ein sending á FM1, í sjálvum Reinsaríinum í hjarta­num í Havn. Her verður reyð­ur løbari, har spælarar, venjar­ar og onnur verða av­ mynd­aði, umframt at okkurt verður at eta og drekka. Pláss verður fyri áleið 300 gestum. Nýggjur heiður Í fjør høvdu vit á fyrsta sinni heiðurin ársins landsliðsspælari. Í fjør var tað hjá monnum, sum tá høvdu spælt HM 2018 undan­ kapping. Í ár verður ársins lands­ liðs­spælari hjá kvinnum valdur. Hetta er besti spælarin í inn­ leiðandi undankappingini, har Før­oyar vunnu á Luksemborg, Monte­negro og Turkalandi, um­framt EM-undankappingina, har Føroyar tíverru taptu allar dyst­ir­nar. Nú eru allar atkvøðurnar tald­ar. Her eru tey tilnevndu til hjá kvinnunum. Tað eru tær tríggjar, sum hava fingið flest atkvøður. Her eru tær í bók­ stava­røð Tilnevndar til ársins spælari: Heidi Sevdal, HB Margunn Lindholm, EB/Streymur/Skála Milja R. Simonsen, HB Tilnevndar til ársins ungi spælari: (Við U21-aldri) Durita Hummeland, EB/Streymur/Skála Julia Naomi Mortensen, HB Sara Lamhauge, HB Tilnevningar til ársins málverji: Anna S. Hansen, EB/Streymur/Skála Jóna Nicolajsen, B36 Óluva Joensen, KÍ Tilnevningar til ársins verjuspælara: Birita B. Nielsen, B68 Nadja Johannesen, HB Rakul Magnussen, EB/Streymur/Skála Tilnevningar til ársins miðvallarar: Ansy Jakobsen, EB/Streymur/Skála Birna T. Mikkelsen, EB/Streymur/Skála Margunn Lindholm, EB/Streymur/Skála Tilnevningar til ársins áleypari: Evy á Lakjuni, KÍ Heidi Sevdal, HB Milja R. Simonsen, HB Tilnevningar til ársins venjari: Aleksandar Djordjevic, KÍ Allan Dybczak, HB Mathias Davidsen, EB/Streymur/Skála Ársins landsliðsspælari hjá kvinnum: Ansy Jakobsen, EB/Streymur/Skála Heidi Sevdal, HB Lív F. Arge, FCN Ársins dómari hjá kvinnum: Aron S. Vest Heini Viðoy Jørleif Djurhuus Hesar eru tilnevndar hjá kvinnunum Fótbóltsgalla 2018: HESAR ERU TILNEVNDAR TIL ÁRSINS SPÆLARA HJÁ KVINNUM Landskappingini er um at koma at enda, og nú skulu ársins spælarar veljast. Hetta verður gjørt á Fótbóltsgalla, sum aftur í ár verður í Reinsaríinum í Tórsgøtu í Havn. Tiltakið verður fríggjadagin 2. november