Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. november 2018 · Nr. 128 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo THERESA JÁKUPSDÓTTIR SÍÐA 4-5 Fólk skulu ganga meira ANNIKA OLSEN SÍÐA 3 Kommunur skulu ikki byggja íbúðir Tað fer ein hvøkkur ígjøgnum okk­um, hvørja ferð vit hoyra um eitt ferðsluóhapp í Føroyum. Sunnu­kvøldið var aftur galið, tá ið tveir bilar stoyttu saman undir Sandvíkarhjalla. Kald­ baks­vegurin var stongdur í ein tíma, tí ein persónur skuldi skerast leysur úr tí í eina bilinum. Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, men tey hava tað tíbetur gott eftir umstøðunum. Ferðslu­trygd­in í Føroyum er munandi batnað seinastu árini, og álvarsomu óhappini og vanlukkurnar eru blivnar færri, enn tær onkuntíð hava verið. Hvørjaferð eitt álvar­ samt óhapp hendir, er tað ein áminning til okkum um at ansa okkum í ferðsluni. Bilaferðslan fyllir alt meira í okkara samfelag. Vegirnir eru blivnir betri at koyra á, undir­ sjóvartunlar hava økt um ferðsluna millum økini, og talið á bilum bara veksur. Hetta økir eisini um vandan fyri óhapp­ um, tí ferðslan veksur alsamt. Nú fara vit inn í myrku árs­ tíðina, og hesa ársins tíð versna koyrilíkindini. Vindur og regn kunnu skapa óstøðugar koyri­ um­støður, og seinni koma ódnir og ikki minsta hálka at gera um seg. Hetta eru stórar av­bjóð­ingar fyri ferðsluna, og um­ráðandi er, at vit øll ansa okkum í ferðsluni, halda bilar­ nar í góðum koyristandi og koyra eftir umstøðunum. Nú er tíðin komin at seta vetrar­ dekkini undir bilarnar, so vit eru fyrireikað til fyrstu hálku­ dagar­nar. Vit lata okkum alt meira órógva av fartelefonini, men tað er umráðandi, at vit gera okk­um greitt, at koyring og far­tele­fonir hoyra ikki saman. Tá ið vit koyra bil, skulu vit hug­savna okkum at koyra bil. Tað er skjótt at fara skeivur í ferðslu­ni, um vit lata okkum órógva av fartelefon ella øðrum viður­skiftum. Nú á døgum koyra nógv færri fólk ávirkað av rús­drekka, men tað hendir tíverri fram­ vegis, at fólk verða tikin fyri at koyra við kenning. Her skulu vit hava eina nulltoleransu, tí drukkin fólk hava einki at gera við rattið – og tað skulu vit sum ein­staklingar verða við til at virka fyri. Hinvegin trongja vit nú eisini til eina hugburðsbroyting við­víkjandi fartelefonum, tí tað er blivið alt meira vanligt at síggja fólk tosa í telefon ella hyggja í telefonskíggjan, meðan tey koyra. Tað er vanda­ mikið! Lat okkum koyra bil, tá ið vit koyra bil – og koyra eftir umstøðunum. MUGU ANSA OKKUM Í FERÐSLUNI Nú skal tann mest um­ stríddi parturin av halgi­ dagslógini strikast. Tað er eitt endamál við einum upp­skoti, Poul Michelsen, lands­stýrismaður í vinnu­mál­um, nú hvur lagt fyri Løgtingið. Hetta er tann til­tikna grein fimm í halgi­dags­ lógini sum avmarkar loyv­ið at dansa og at spæla liv­andi tónleik aftan á mid­nátt ávís kvøld. Í grein fimm í halgi­dags­lóg­ini, stendur: »Offent­lige Forlystelser maa Aftenen før en Hellig­dag ikke vedvare læng­ere end til Midnat og slet ikke finde Sted Aften­en forud for Jule­ dag, Paaskedag og Pinse­ dag efter Kl.6« Hendan lógargreinin hevur elvt bæði løg­ reglu­ni, og teimum, sum skipa fyri dansi, stór­ar trupulleikar – fyri ikki um at tala øllum teim­um, sum hava hug at stutt­ leika sær eitt kvøld upp undir ein halgidag. Av tí sama hevur tað verið eitt afturvendandi ynski at hesin parturin av halgi­ dags­lógini verður strik­ að­ur.  Sambært ásetingini skulu almenn tiltøk halda uppat á midnátt kvøld­ið fyri ein halgidag. Men hesin parturin av lóg­ini hevur heldur ikki verið handhevjaður í longri tíð, tí aðrar regl­ ur eru komnar í staðin fyri. Sum dømi um het­ ta kann nevnast, at tað er loyvt at skipa fyri dansi til klokkan fýra sunnumorgun, hó­ast dans­urin skuldi hild­ ið uppat á midnátt eftir grein fimm í halgi­dags­ lóg­ini.  Í somu grein stend­ ur eisini, at tað er als ikki loyvt at skipa fyri almennum til­ tøkum kvøldið fyri jóladag, páskadag og hvítusunnudag. Heldur ikki hetta hevur verið hildið til fulnar í longri tíð, og bæði matstovur og skeinkingstøð hava opið hesi kvøld, eins og skipað verður fyri øðrum almennum tiltøkum.  Forboðið hevur einans verið handhevjað á tann hátt, at loyvt hevur ikki verið at skipa fyri dansi ella at hava livandi tónleik Poul Michelsen heldur, at tað er rættast bara av avtaka hesa regluna heilt fyri at fáa samsvar ímill­um lógarverkið og ta siðvenju, sum hevur verið hesi seinastu nógvu árini, tá ið talan er um almen tiltøk og afturlatingartíðir kvøld­ið fyri ein heiligdag. Hann leggur afturat, at tað er í samráð við Menta­ málaráðið at hetta verður gjørt, og at aðrar broyt­ ing­ar verða ikki gjørdar í halgi­dags­lógini. Nú verður loyvt at dansa eftir midnátt Lat okkum koyra bil, tá vit koyra bil Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Samongan boðar nú frá, at tingkvinnurnar hjá Framsókn fara at taka uppskotið aftur, ið varð lagt fram á løgtingi her­ fyri. Talan var um eitt uppskot um at halda fram við skipanini við fiski­døgum í eitt ár aftur­at, hóast talan hev­ ur verið um at leggja um til eina kvotuskipan á nýggj­ári­num. Samgongan visti ikki av upp­skotinum, og Javn­að­arflokkurin og Tjóð­veldi tóku tað eisi­ ni rættiliga illa upp og kravdu, at tað varð tik­ið aftur. Og nú boða teir tríggir floks­for­menn­inir, Aksel V. Johannesen, løg­ mað­ur, Høgni Hoy­dal, lands­stýris­maður í fiski­ vinnu­málum og Poul Michelsen, lands­stýris­ maður í uttanríkis- og vinnu­málum frá, at ting­kvinnur­nar fyri Fram­sókn taka upp­ skot­ið aftur – Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í næst­um at leggja fram uppskot, hvussu farast skal fram viðvíkjandi botn­fiska­veiðini undir Føroyum í 2019 – eisini í sambandi við um­ sitingar­ætlanir og fiski­ dag­ar og kvotur, siga teir tríggir. – Landsstýrið er á einum máli um, at stovns­røktin og burð­ ar­dyggur fiski­skap­ur er høvuðsmálið í øllum arbeiði við umsiting av okkara fiskastovnum, leggja teir afturat. Tinglimir hjá Framsókn bakka