Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. november 2018 · Nr. 128 TÍÐINDI Sunnukvøldið vórðu trý fólk flutt á Lands­ sjúkrahúsið eftir eitt ferðslu­óhapp á Sand­víka­ hjalla. Løg­reglan sigur, at fyribils varð ikki mett, at tey høvdu fingið álvars­ ligt mein, men tey vórðu kortini innløgd til eyg­ leiðingar.  Løgreglan veit ikki enn hví óhappið hendi, tí enn hava tey ikki tosað við fólkini, sum vóru við í óhappinum. Tveir bilar, sum komu koyr­andi hvønn sín veg, stoyttu saman, og tvey fólk í øðrum bilinum og eitt fólk í hinum bili­num, vórðu flutt á Lands­sjúkra­húsið, har tey so­statt vórðu innløgd til eyg­leiðingar. Áki Bertholdsen Nú skulu krøv set­ ast til, hvør kann vera duravørður í skeinki­ støð­um og dansistøðum í Før­oy­um. Tað ætlar Poul Michelsen, lands­ stýris­maður í vinnu­ mál­um, og tað er við í einum uppskoti, hann hevur lagt fyri Løg­ting­ ið um virksemið hjá mat­stovum og skeinki­ støðum. Í hesum sambandi hevur løgreglan gjørt vart við, at í Føroyum eru eingi krøv til tey, sum verða sett sum dura­vørðar á skeinki­ støð­um og dansi­støð­ um. Løgreglan sigur eisini, at dømi eru um at persónar, sum eru dømd­ir fyri álvarsom brots­verk, og sum eru kendir úr narko-um­ hvørvinum, ella ella eru settir í sambandi við ana­bolskar steroidir, hava virkað sum dura­ vør­ar.   Dømi eru eisini um at persónar, sum eru dømdir fyri harðskap í sambandi við sítt yrki sum duravørður, fram­ hald­andi verða verða brúktir sum duravørðar.  Duravørðar hava við full fólk at gera, og tað kann vera sett ser­ligt høvi til at seta ávísar treytir til teir, og løgreglan hevur tískil biðið politiska myndug­ leikan umhugsa um at tað ikki skal vera ein treyt fyri at fáa skeinki­ loyv­ið, at dura­vørðar lúka ávís krøv, eitt nú um at fara á skeið.  Seta krøv Poul Michelsen sigur, at hann tekur hetta til eftirtektar. Tað er ikki alt virksemi, sum krevur duravørð, men kortini er vanligt at hava duravørðar á disko­t­ ekum og verts­hú­sum, sum eru opin um nátti­ na. –  Í Føroyum eru ongar reglur um dura­ vørð­ar, og tískil kann ein og hvør røkja eitt slíkt starv, staðfestir Poul Michelsen.  –  Fólk, sum eru úti um kvøldarnar og um næturnar, kunnu koma soleiðis fyri, at tey ikki klára seg sjálvi og tá er um­ráðandi, at ansað verður eftir, at tey ikki koma sær í óføri ella taka sær óráð fyri, heldur Lands­stýris­mað­ urin. Hann heldur, at tískil hevur tað avgerandi týdn­ing, at duravørðar hava neyðugu fakligu og per­sónligu førleikarnar at røkja uppgávuna, tí tær støður og hendingar, sum duravørðar eru fyri í starvi sínum, seta ser­ lig krøv.  – Duravørðar arbeiða í einum umhvørvi, har tað koma nógv fólk, eisini heilt ung fólk, sum hava drukkið, og tí er serligur tørvur á at tryggja, at tey fólk­ ini, sum arbeiða í um­ hvørvi­num, eru skikk­að og ábyrgd­ar­full, sigur lands­stýris­maðurin.  Tí fer hann at krevja, at tey, sum fáa skeinkiloyvi skulu hava starvs­fólk, sum lúka ávísar treytir, áðrenn tey kunnu verða sett sum duravørðar.  Ein treyt kann vera, at tey duga fyrstu­ hjálp, duga at brúka sløkkiútgerð og vita, hvar rým­ing­ar­leiðir­nar eru. Lands­stýris­mað­ur­ in heldur somu­leiðis, at dura­vørðar skulu hava prógv fyri, at teir eru ikki revsaðir fyri viður­ skifti, sum kunnu bera í sær, at starvið ikki verður røkt á fullgóðan hátt.   Krøvini, sum verða sett, fara at tryggja, at allir duravørðar eru skikk­aðir at taka sær av teimum uppgávum, sum arbeiðið hevur við sær, sigur lands­stýris­ maðurin. Áki Bertholdsen Kommunur skulu ikki fáa heimild til at byggja íbúð­ir. Tað heldur Annika Ol­ sen, borgarstjóri í land­sins nógv størstu kom­mu­nu, Tórshavnar Kom­mu­nu. Løgtingið hevur ikki minni enn tvey uppskot til viðgerðar um at geva kommunum heimild til at byggja leiguíbúðir, men Annika Olsen sigur púra avgjørd, at tað er ikki ein heimild, hon vil hava.   Hon staðfestir, at tað er ikki ein kommunal uppgáva at byggja øllum bústaðir. Tvørtur ímóti er tað leikluturin hjá Kom­mununum at skapa góð­ar karmar hjá byggi­ vinnuni at virka undir, tí so er eingin ivi um, at byggivinnan sjálv fer at átaka sær uppgávuna at byggja bústaðir.   Og tað heldur hon, at kommunan hevur gjørt, tí tey hava brúkt nógva orku upp á at samskifta við allar partar, sum hava áhuga í bygging, fyri­tøk­ ur, bankar, pensjónsfeløg o.s.fr.  Hon sigur, at nú manglar bara, at politiski myndugleikin hjá land­ inum spælir við og gevur kommununi heimild til at leiga grundstykki at bygg­ja íbúðir á, so at tað ikki er neyðugt at keypa grundstykki.   Privat byggja  Annika Olsen heldur, at skulu kommunur fara at byggja íbúðir, er tað kapp­ingaravlagandi, tí so gera kommunurnar seg inn á privatu vinnuna. Og kommunur eiga ikki at fara í kapping við privatu vinnuna, heldur borgar­stjórin. Vit eiga at skilja ímillum, hvar tær almennu uppgávurnar eru, og hvar tær privatu upp­gávurnar eru, leggur hon afturat.  Og hon leggur afturat, at skulu kommunur bygg­ja bústaðir, slepst ikki undan, at tað fer at darva øðr­um íløgum í ymsar væl­ferðar­tæn­ast­ ur. Skulu íløgurnar hjá kom­munu­num brúkast til at byggja íbúðir, hvør skal so byggja ellisheim, røktar­heim og alt annað, ið krevst í eini kommunu. Tað er ikki svarið upp á bústaðarneyðina, at kom­ mun­ur fara at átaka sær íbúðar­bygging, leggur hon afturat.  Hon heldur, at í løtuni er tað nøktandi, at kommunur kunnu bygg­ja eldrabústaðir og lestr­ar­bústaðir, og har­ afturat kunnu kom­mun­ ur­nar fara í samstørv um at útvega fleiri bústaðir, men tað skal vera tað privata, sum byggir og ikki kommunurnar. Trý fólk á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp KOMMUNUR SKULU IKKI BYGGJA ÍBÚÐIR Sleppa at vera duravørðar hóast teir eru dømdir fyri harðskap Borgarstjórin í høvuðsstaðnum er ímóti, at kommunurnar fáa heimild at byggja íbúðir Fara kommunurnar at byggja íbúðir, verður tað kappingaravleiðandi, og kommunurnar fara at gera seg inn á privatu vinnuna, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn Nú skulu krøv setast til, hvør kann vera duravørður í skeinkistøðum og dansistøðum í Føroyum