Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. november 2018 · Nr. 128 Maturin gerst bara dýrari og dýrari Danjal av Rana Tað eru skjótt 11 ár síðani, í januar 2008, at Sosialurin sein­ ast gjørdi eina slíka prís­kann­ ing. Teir prísirnir eru eisini yvir­litinum, til samanberingar. Prísvøksturin seinastu árini sæst týðiliga. Av øllum vør­un­ um er einans ein, sum ikki er dýrkað. Tað eru eplini, sum nú kosta 14 prosent minni. Allar hinar vørurnar eru dýrkaðar mill­um sjey og 37 prosent. Ein posi av Taffel Chips er tað, sum er dýrkað mest. Miðal­prísurin í dag er 27,35 krón­ur, meðan hann í 2008 kost­aði 17,35 krónur. Kjøtið er eis­ini vorðið dýrari. Ein pakki við 400 grammum kostaði 22,57 í 2008, í dag kostar hann 32,55. Og tvey kilo av sukuri, sum tá kostaðu 15,20, kostað í dag 20,88, sum er 27 prosent meiri. Hetta kemur tó ikki óvart á, tí sambært Hagstovuni eru brúk­araprísirnir farnir 1,7 pro­ sent upp bara seinasta árið. Bara triðja ársfjórðing í ár vuksu matvøruprísirnir 0,6 pro­sent. Talvan her vísir gongdina í brúk­araprístalinum fyri mat­ vør­ur frá 2001 til 2018. Legg til merkis, at seinasta kanningin hjá Sosialinum var gjørd í janu­ar 2008, beint eftir ógvus­ ligu økingina í 2007. Talvan vís­ ir, at matvørurnar eru dýrk­að­ ar 29 prosent síðani fyrsta árs­fjórðing í 2001. Jú, Danmark er bíligari Men Bónus er bíligari enn SuperBrugsen Danjal av Rana Vit hava eisini sent fólk út at kanna prísirnar í Danmark. Her hava okkara fólk vitjað tveir handlar, Superbrugsen og Fakta á Christianshavn. Føroyingum dámar væl at vísa á, at alt er so nógv bíligari í Danmark, men sam­ anberingin hjá okkum vísir, at tað er bara ein hálvur sannleiki. Nógvar vørur eru bíligari í Danmark enn í Føroyum. Av teimum 37 vør­ unum, sum vit hava sam­an­ borið millum Føroyar og Dan­mark, er helvtin, 19 vør­ ur, bílig­ari í Danmark enn í Før­oyum. Tá hugt verður eftir saml­ aða prísinum fyri saman­ bornu vørurnar, vísir tað seg, at Bónus er eitt prosent bí­ligari enn SuperBrugsen, men hin­veg­in er Fakta 12 prosent bílig­ari enn Bónus. Um vit velja at sam­an­bera bí­ligastu vørurnar í Føroyum við bíligastu vør­ur­nar í Dan­ mark, eru vørurnar niðri trý prosent bíligari. Um miðalprísurin á vør­ un­um í Danmark og Før­oy­ um verð­ur samanborin, sæst tó týði­liga, at matvørurnar eru bílig­ari í Danmark. 11 av teim­um 37 vørunum eru bí­ lig­ari í Før­oyum, men nógvar av vør­un­um eru væl bíligari niðri. Sum dømi kann nevn­ ast, at frukt og grønmeti er út við helvt­ina bíligari, 1,5l av Coca Cola kostar 63 prosent minni í Dan­mark og jas­min­ rís kostar næst­an helvtina. Í miðal eru donsku vørurnar sjey prosent bílig­ari. PRÍSKANNING Brúkraraprístalið fyri matvørur 2001 til 2018