Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. november 2018 · Nr. 128 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen - Útbyggingin av brenni­ støðini hjá IRF á Haga­ leiti er júst liðug, og sig­ ast má, at tað var í tøk­um tíma, at kapa­si­tet­urin varð øktur. Hjá IRF í Leirvík siga tey, at áðrenn farið varð undir stóru útbyggingina í februar í ár, brendu tey í miðal 56 tons um døgnið. - Men, í dag – bert átta mánaðir seinni – er brenn­ingin í miðal 78 tons um døgnið. Endurnýtsla í Leirvík Tað er ikki bara í Tórs­ havnar kommunu, at burtur­kast, sum verður brent, verður endurnýtt sum fjarhiti. Eisini í Leirvík verður hitin frá brenningini brúkt­ur innanhýsis á brenni­støðini, í endur­ nýtslu­høllinu og á spill­olju­verkinum hjá felag­num. Harumframt verður fjarhiti eisini veitt­ur Høvdavirkinum, sum hevur sítt virksemi á Hagaleiti. - Í 2017 tóku vit ímóti tilsamans 234.691 rúm­ metrum av burtur­ kasti. Av hesum varð 30 prosent sent til endur­ nýtslu, og sløk 70 pro­ sent vórðu brend. Hjá IRF siga tey, at í staðin fyri at brenna virðis­mikið tilfeingi, sum kundi verið endurnýtt, ynskja tey at hava ein virkn­an og týðandi leik­ lut í arbeiðnum móti ein­ um nýggjum og grønum bú­skapi. - Vit vilja, at minni og minni verður brent, samstundis sum meira og meira verð­ur endurnýtt - um­hvørvi­ num hjá okkum øllum at frama. Hóast IRF støðugt ar­ beiðir við at endurnýta al­samt meira og at leing­ ja um lívsringrásina á vør­um og tilfeingi, eru tað sera stórar nøgdir av burtur­kasti, sum skulu brennast. - Tað er sjónligt í dag­ liga rakstrinum hjá IRF, at nøgdirnar av burtur­ kasti eru sera stórar, og eitt nú kemur sera nógv burturkast inn frá byggivinnuni, sum hevur nógv virksemi kring land­ið. Skiljihøll til vinnu Hjá IRF vilja tey betra um møguleikarnar hjá vinnuni at skilja burtur­ kastið, og tí er arbeiðið byrjað at byggja eina nýggja móttøkuhøll til brenni­støðina. - Við hesari høll verður tað skjótari og høgligari hjá vinnuni at sleppa av við og skilja burturkast til endurnýtslu. Mót­ tøku­høllin verður vænt­ andi klár at taka í nýtslu kom­andi summar, verð­ ur lagt aftrat. ­ Ruskið frá húsarhaldum og vinnu, sum kemur til brenningar hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík og KOB, Kommunalu Orku-og Brennistøðini á Hjalla, er eitt gott barometur um, hvør nýtslan í samfelagnum er Fríggjadagin 2. november var fyrsti harudagur, og loyvt er at skjóta eftir galdandi reglum fram til ársenda. Haruveiða verður skrásett á heimasíðuni www.haran.fo. – Nú er klárt at leggja tølini inn, sigur Eyðfinn Magnussen, sum skipar fyri hesi skráseting. Norðoya Bú- og Heima­ tænasta hevur sett starv­ið sum deildar­ leiðari í Sam­ býli­num í Bø­ gøtu í Klaks­vík Vilmund Jacobsen Nýggi deildarleiðarin hjá Norðoya Bú- og Heima­tænastu fyri Sam­býlinum í Bøgøtu í Klaksvík verður Mei­ britt W. Djurhuus, og hon byrjar í starvinum mána­dagin hin 19. november í ár. Meibritt W. Djur­huus er sjúkra­røkt­ar­frøðingur, og hon hevur áður verið vara­deildarleiðari á Norðoya Røktarheimi og virk­andi deildarleiðari á Sambýlinum á Heyg­ num. Í starvinum sum deild­ar­leiðari fær Mei­ britt W. Djurhuus ein týð­andi leiklut við at virka fyri, at búfólkini í Sam­býlinum í Bøgøtu fáa dygdargóða røkt og um­sorgan í heimligum um­hvørvi. Hon verður eisini partur av leiðslu­toymi­ num hjá bú-og heima­ tænastuni í Norð­ oyggjum. Meibritt W. Djur­huus kemur tískil at hava ein virknan leik­lut í menningini av eldra­øki­ num í Norð­oyggjum til frama fyri bú- og starvs­ fólk. Hóskvøldið 8. november skipar Fornminnisfelagið í Nes kommunu fyri almennum hugnakvøldi í gamla prestagarðinum á Nesi, har Joen Pauli Joensen, professari, fer at hugleiða um “Rekkjuvágir og seingjarhoyggj”. Ein sera glaður vinnari Vilmund Jacobsen Bára Gásadal gjørdist hepni vinnarin í Gekkinum seinasta fríggjakvøld, tá hon í fyrstu royndini kom á bláa leypin, har hon hevði lagt hálvu miljónina, sum var høvuðsvinningur hetta kvøldið. Í práti við gekkavertin greiddi hon frá, at hon nýliga er komin heim aftur úr Danmark eftir at hava lisið cand. merc. psyk., og nú er hon flutt heimaftur til Føroya at búgva. Útbúgvingin hjá henni er soleiðis ein kombinatión av sálarfrøði og vinnulívsbúskapi. - Eg eri ein sera glaður gekkavinnari, sigur Bára Gásadal í stuttari viðmerking við Sosialin. Vit ynskja henni hjartaliga tillukku við góða vinninginum. Meibritt verður deildarleiðari Nøgdin av ruski nógv vaksin