mánadagur 5. november 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. november 2018 · Nr. 128
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Neistin og StÍF tjóvstartaðu
hetta umfarið í SMS-deildini, tá
ið liðini hittust í Høllini á Hálsi
leygardagin.
Hóast eina góða byrjan,
so
eydnaðist
tað
ikki
strandakvinnum at fylgja við
Neistanum, ið vann 23-17 eftir
12-7 í hálvleikinum.
Neistin tykist at halda fram
við at skava stig saman, og alt
bendir á at tær bláu úr Havn
eru tær, ið oddaliðini H71 og VÍF
skulu ansa eftir í kappingini um
finaluplássini. Neistin hevur
fingið ein fong við nýggja
leikaranum Sofie Søborg, ið
tykist at gerast betri fyri hvønn
dyst hon spælir. Samstundis
er Marjun F. Danberg aftur
farin í hondbóltsskógvarnar,
og hon var stóri leikarin
leygardagin. Heldur hon fram,
so hevur Neistin øgiliga styrki
á bakkunum, og kann hótta øll
lið.
VÍF er vaknað aftur
Øgiliga styrki hava Føroya
meistararnir úr VÍF eisini, og
tað prógvaðu tær móti Kyndli
sunnudagin.
Ivi hevur verið um Liljuna
Djurhuus í seinastuni, tí hon
hevur havt ein akslaskaða at
dragast við. Hetta sást tó ikki
sunnudagin í Havn, tí Liljan
Djurhuus sveiggjaði skotarmin
við stórari megi og átti stóran
leiklut í at VÍF vann greiðan
sigur á Kyndli.
Spenningurin í dystinum
helt sær kortini leingi, har
serliga Jovana Stranjanac í
kyndilsmálinum
gjørdi
sítt
fyri at halda tær grønu inni í
dystinum. Miðskeiðis í seinna
hálvleiki javnaði Kyndil til
14-14 eftir eina drúgva leiðslu
hjá VÍF, men so settu Føroya
meistararnir dystin upp á
pláss undir leiðslu av Vivionnu
Petersen í málinum, ið læsti av
seinastu løtuna.
Hjá Kyndli var profilurin
frá í fjør, Marianna Geirsdóttir
Eystberg við á liðnum fyri fyrstu
ferð hetta kappingarárið, og tað
sást at Kyndil fekk spælt við væl
størri breidd enn undanfarnu
dystirnar. Hetta rakk tó ikki
úrslit móti sterka VÍF-liðnum
og Kyndil má hyggja nakað langt
eftir finaluplássunum í løtuni.
Kyndil spæla sum
eitt oddalið
Klassikarin í Føroyskum mans
hondbólti, Kyndil móti VÍF var
eisini á skránni sunnudagin, og
hetta var ein týdningarmikil
dystur á stigatalvuni. VÍF
lá undan dystinum á odda í
kappingini, men Kyndil kundi
minka um munin niður í eitt
stig við einum sigri.
VÍF byrjaði eisini dystin
best, men eftir støðuna 4-6 setti
Kyndil ferð á og gjørdi støðuna
til 11-6. Bæði liðini vildu spæla
skjóta hondbólt, men hetta
tóktist at eydnast væl frægari
hjá Kyndli.
Kyndil tykist at hava ein
sera breiða hóp í ár, og ungu
leikararnir sum Bartal K.
Olsen og Jóni G. Viderø vístu
veruliga at teir eru til reiðar
at taka ábyrgd. Saman við
royndaru leikararunum á lið
num forðaðu teir fyri øllum
royndum hjá VÍF at koma
inn aftur í dystin í seinna
hálvleiki. Ein sat ongantíð
veruliga við kensluni av at
Kyndil skuldi missa tamar
haldi. Hetta serliga av tí,
at Kyndil fann nógvar og
fjølbroyttar loysnir í álops
spælinum, eins og verjan
stóð sera sterk. Fekk VÍF
forðað fyri skotum uttanifrá,
so spældi Kyndil strikuspæl
og eydnaðist hetta ikki, so
eydnaðist
tað
kanska
av
vonginum løtu seinni. Tað bar
ikki til at steðga kyndilsálopi
num sunnudagin, og endin
var ein sera greiður sigur á 32-
24 eftir eitt sera sannførandi
avrik.
Kyndil spælir seg við hesum
heilt upp í oddin, og eingin ivi
kann vera um, at Kyndil ætla
tað av álvara í ár.
Nú liggja VÍF, Neistin og
Kyndil á níggju og átta stigum,
og tað er trupult at ímynda
sær at hesi liðini ikki vera
millum fýra tey fremstu tá ið
grundspælið er av. Fjórða liðið
kann hugsast at vera H71, ið
kann leggja seg undir liðina
av Neistanum og Kyndli um
hoyvíkingar fáa tvey stig móti
KÍF mikukvøldið. Men KÍF
kann eisini nærkast oddinum,
um kollfirðingar endurtaka
bragdið frá einum mánað
síðani, tá ið KÍF vann stórsigur
á H71.
Eftir at fyrsti fjórðingurin av bæði Okkara- og SMS-deildini er farin afturum geva stigatalvurnar ábendingar um
styrkina í kappingunum. Hjá monnum er sera opið, men hjá kvinnum eru tað tvey lið sum ætla sær at renna undan
SMS-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
H71
5
145
123
22
10
2
VÍF
6
166
134
32
9
3
Neistin
6
136
124
12
7
4
Kyndil
6
135
160
-25
4
5
Stjørnan
5
116
122
-6
3
6
StÍF
6
115
150
-35
1
Okkara-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
V.M.
T.M.
MUNUR
STIG
1
VÍF
6
162
148
14
9
2
Kyndil
7
172
151
21
8
3
Neistin
6
146
131
15
8
4
H71
5
121
116
5
6
5
StÍF
5
116
132
-16
4
6
KÍF
5
118
120
-2
3
7
Team Klaksvík
6
133
170
-37
2
Neistin – StÍF 23-17 (12-7)
Neistin: Marjun Danberg 8, Ingun K. Persson 3, Drós Ragnarsdóttir 3, Sofie
Søborg 2, Fríða á Dunga 2, Stina Madsen 2, Birita Wardum 1, Maria Dahl 1,
Sólbjørg Høj 1
StÍF: Rebekka Zachariassen 6, Erla Jansdóttir Petersen 5, Karina Berg Høgnesen
3, Jóhanna í Króki 1, Poula Dulavík Berg 1, Sunnfríð Berg Johansen 1,
Kyndil – VÍF 18-24 (9-13)
Kyndil: Marianna G. Eystberg 5, Bára K. Hansen 4, Súna K. Hansen 3, Anja
Eliasen 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Sólja B. Poulsen 1, Birita Mortansdóttir 1
VÍF: Liljan Djurhuus 7, Durita C. Jojic 7, Agnas Olsen 6, Daniella Joensen 3,
Kathe Frederiksen 1
Kyndil – VÍF 32-24 (16-11)
Kyndil: Bartal K. Olsen 8, David Edvardsen 6, Hjalti M. Jacobsen 3, Rógvi Dal
Christiansen 3, Tróndur Wardum 3, Jóni G. Viderø 3, Rókur Akralíð 2, Høgni K.
Olsen 1, Tummas P. Hanusarson 1, Ólavur av F. Mittún 1, Tórður S. Guttesen 1
VÌF: Jón Müller 7, Andrias Eriksen 4, Sjúrður Olsen 3, Filip Jojic 3, Bjarti Hansen
2, Jóhan í Garðastovu 2, Heini á Heygum 2, Rúni Joensen 1
Hagtøl SMS-deildin
Hagtøl Okkaradeildin
HONDBÓLTUR
STIGATALVURNAR
TAKA SKAP