Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. november 2018 · Nr. 128 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge André Olsen Á ársveitslu felagsins um viku­skiftið boðaði NSÍ frá, at felagið hevur sett nýggj­an venjara komandi tvey kapp­ingar­árini. Talan er um 63 ára gamla ís­lendska venjaran Guð­jón Tórðars­son, ið gjøgn­um árini hevur vant eina rúgvu av for­ kunn­ug­um feløgum. Guð­jón Tórðarsson hev­ ur millum annað vant Stoke City, Barnsley, Notts County og Crewe Alexand­ra í Ong­landi, meðan hann frá 1997 til 1999 var íslendskur lands­ liðs­venjari. Dánial Hansen, for­ mað­ur í NSÍ, sigur, at NSÍ í eina tíð hevur leitað eftir rætta profili­num til felag­ið, og at NSÍ leiðslan metir, at Guðjón Tórðars­ son passar best inn í felag­ið í núverandi støðu. – Vit í leiðsluna ynskja at royna okkurt nýtt og øðr­vísi. Vit hava í eina tíð leit­að eftir onkrum, sum vit meta passar NSÍ best. Tá hugsa vit bæði spæli­ stíl og alt tað sum hartil hoyrir. Guð­jón Tórðars­ son var tann, sum vit mettu passaði best inn til okkara konsept. Í spæli­ stíli leggur hann dent á at spæla framrættaðan fót­ bólt, og harafturat meta vit, at hann kann geva okk­ara ungu og evna­ríku leikar­un­um nakað aftur­ at sum fót­bólts­spælarar, sigur Dánial Han­sen. Vitjaði í Runavík Guðjón Tórðarsson var um vikuskiftið í Føroyum og undirskrivaði sáttmála við NSÍ, og hann var mill­um annað við á ársveitsluni hjá NSÍ í sjó­ kafé’ini í Runavík leygar­ kvøldið. Dánial Han­sen sigur, at tað var eitt til­ vit­að val av NSÍ at bjóða venjara­num til Føroya, áðrenn endaliga avtalan varð undir­skrivað. – Fyri báðar partar hildu vit, at tað var best, at bjóða Guðjón til Føroya, áðrenn av­tal­an varð undirskrivað. Hóast tað hevur verið nógv tele­fon­samskifti í eina tíð, er ringt at fáa eina heildarmynd av per­són­i­ num gjøgnum tele­fon. So vit ynsktu at seta and­lit á persónin, og so at Guð­jón sjálvur kundi síggja um­ støðurnar, og hvat felagið hevði at bjóða. Guðjón var leygar­morgunin og hugdi eftir eini venj­ ing hjá okkara ungu leikarum, har hann so heils­aði uppá leikararnar, og seinni leygardagin undir­skrivaðu vit avtalu við venjaran. So vit meta, at vit hava gjørt tað uppá ein rætt­an máta, sigur Dánial Han­sen. Komið í lag gjøgnum Jens Martin Í NSÍ er Jens Martin Knud­sen ein tann størsta legend­an í felagnum, og tey sum kenna til Jens Mart­in Knudsen vita, at Jens Martin Knudsen hevur hollan kunnleika og drúgvar roynd­ir úr íslendskum fót­bólti. Dánial Han­sen sigur, at kontakt­in við Guð­jón Tórðars­son mill­um ann­ að er komin í lag gjøgnum Jens Martin Knud­sen. – Vit hava Jens Martin Knud­sen í felagnum, og hann kenn­ir eina rúgvu av kontakt­um í Íslandi. Tað er eisi­ni gjøgnum Jens Mart­in Knudsen og ein um­boðs­mann, at kontaktin av fyrstan tíð er komin, men alt sam­ skifti síðani hevur gingið fyri seg millum meg og Guð­jón Tórðarsson. Ímill­ um har, hava vit so eisini tosað við ein um­boðs­ mann, men hann hevur ikki sjálvur verið part­ ur av prátinum millum partar­nar, sigur Dánial Han­sen. Meira venjing Dánial Hansen, formaður í NSÍ, heldur, at nýggi ís­ lendski venjarin hevur nak­að at geva felagnum. – Vit vænta, at hann kann geva okkara leikar­ um eitt hægri venj­ingar­ støði, enn teir hava í dag, og kanska serliga okkara yngru leikar­ um. Leikararnir koma at ven­ja meira, og serliga teir ungu fáa stórar møguleikar fyri eyka venjing. Vit í NSÍ hava serstakliga nógv­ar ungar dugnaligar leikar­ar, og tí hava vit ynskt ein venjara­profil, sum kann flyta okkara ungu leikar­ ar upp­aftur meira til fram­tíð­ina, sigur Dánial Hansen. NSÍ vil royna okkurt nýtt og øðrvísi Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Dánial Hansen, formaður í NSÍ, sigur, at felagið ynskir at royna okkurt nýtt og øðrvísi til komandi kappingarár, og tí er valið er fallið á íslendska Guðjón Tórðarsson Guðjón Tórðarsson, nýggjur NSÍ-venjari, og Dánial Hansen, formaður í NSÍ KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Fótbóltsgalla 2018 So er punktum sett fyri kappingarárið 2018. Gott nokk eru tveir Nations League landsdystir eftir, men við Fótbóltsgalla er líka sum ein endi komin á tað mesta, sum er hent í føroyskum fótbólti í ár. Sum sæst á forsíðuni, so eru Adrian Justinussen og Margunn Lindholm ársins spælarar í hesum kappingarárinum. Hetta hevur verið eitt hendingarík kappingarár við fleiri spennandi søgum. HB hevur sett nýtt met við 73 stigum, Klæmint A. Olsen hevur tikið metið frá Jákupi á Borg fyri flest mál í føroysku landskappingini og EB/Streymur/Skála hevur sett seg á føroyskan kvinnufótbólt, har eitt framúr fríspark í steypafinaluni frá Margunn Lindholm stendur rimmar fast í minninum. Seinnu árini hava vit í Miðlahúsinum og FM1 lagt nógv fyri, at menna tiltakið “Fótbóltsgalla”. Nógvar betringar eru gjørdar og tiltakið verður tillaga so hvørt, sum tað er neyðugt. Tað fer nógv arbeiði í at samla inn atkvøður og telja saman. Arbeitt verður eisini støðugt við at gera sjálvt tiltakið størri og betri. Vegna fyrireikararnar, sum eru bæði úr Miðlahúsinum og FM1, so vil eg gjarna takka øllum, sum á ymiskan hátt hava gjørt hetta tiltkið møguligt. Uttan spælarar, venjarar, nevndir og eina rúgvu av sjálvbodnum arbeiði, var ongin orsøk til at tiltakið. Hartil eru tað nógvir stuðlar og nógv fólk, sum eiga stóran lut í, at Fótbóltsgalla 2018 letur seg gera. Her skal eisini ljóða ein stór tøkk til tvey nógvu, sum, møttu til tiltakið í Reinsaríinum fríggjakvøldið. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at spælarar, venjarar og fólk kring liðini møta til tiltakið. Ein afturvendandi trupulleiki, sum tó er minni enn nakrantíð nú, er at eitt nú tey tilnevndu ikki møta. Hetta er harmligt, tí hetta tiltakið er í stóran mun fyri at heiðra tey. Nú kappingarárið er komið at enda, so verður eisini nakað minni av fótbólti at lesa í ÍtróttarSosialinum komandi tíðina. Vit eru við á ferðini til Aserbadjan og Malta, tá landsliðið skal spæla seinastu tveir Nations League landsdystirnir. trondur@sosialurin.fo