Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2018 · Nr. 129 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vinnan á fund við landsstýrismannin um stovnsrøktina Umsitingarætlanin fyri botnfiskin undir Føroyum er á veg – vinnan á fund við landsstýrismannin um skipanina fyri næsta ár Árni Gregersen Sjálvt um tað hevur staðið nógv á samgonguni í fleiri um­ førum, so sær tað út til at hon fer at røkka á mál. Seinasta rumbulmálið var uppskotið hjá Honnu Jensen og Ruth Vang úr Framsókn um at leingja skipanina við fiski­ døgum eitt ár afturat. Uppskotið var lagt fram, hó­ ast tær vistu at lands­stýris­ mað­urin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, arbeiðir við sama málið. Hesin kvisturin var rudd­ aður burtur eftir at teir tríggir samgonguleiðararnir Aksel V. Johannesen, Javnaðar­flokk­ur­ in, Høgni Hoydal, Tjóðveldi og Poul Michelsen, Framsókn, tos­aðu innanhýsis um málið og fingu tað loyst á tann hátt, at tær báðar tingkvinnurnar úr Fram­sókn taka uppskotið aftur. Málið hevur fylt nógv, tí andstøðan hevur boðað frá, at verð­ur uppskotið tikið aftur, so leggur andstøðan tað fram­ aftur. Kvoturnar burtur Sjálvt um uppskotið um kvot­ ur­nar verður lagt fram aftur av andstøðuni, so fer tað ikki at fáa nakra ávirkan á tað, sum annars fer at henda á øk­ in­um. Høgni Hoydal, landsstýris­ mað­ur við fiskivinnumálum, hev­ur kallað vinnuna inn á fund í morgin, har umsit­ing­ar­ ætl­an­in av botnfiska­stovn­un­ um undir Føroyum er til við­ gerð­ar. Landsstýrismaðurin sigur, at hjá honum er ein umsit­ing­ ar­ætlan raðfest hægst. Verða tað ikki kvotur, so verur tað ein regulering í fiski­daga­skip­ an­ini. Tað sum hendir júst nú und­ ir Føroyum er, at bátarnir und­ ir Føroyum fáa væl av fiski. Tal­an er bæði um feitan og stór­an fisk. Ótti er tí fyri, at mong av loyv­unum við fiskidøgum verða aktivera aftur nú og fara aft­ur í vinnuna, nú fiskur er at fáa. Hetta kann gera, at veiðu­ trýstið veksur. Landsstýrismaðurin heldur, at hesum eiga vit at ansa eftir, so vit ikki enda í einari líkn­ andi støðu, sum vit hava verið í. Fundurin við vinnuna í morg­in verður eftir øllum at døma ein kunnandi fundur, tí stór­ur partur av vinnuni vil held­ur hava fiski­daga­skip­an­ ina enn fáa kvotur. Undirtøka Við greiðu útmeldingini frá and­støðuni, so er tað onki at ivast í, at kedmur lands­stýris­ mað­urin í tingið við einum upp­skotið um at leingja fiski­ daga­skipanina, so fær hann und­irtøku fyri tíð. Andstøðan sjálv hevur eitt slíkt uppskot liggjandi í ting­ in­um og í somu løtu kvinn­ur­n­ ar úr Framsókn taka teirra upp­skot aftur, so fer and­støð­ an at leggja tað uppskotið fram­aft­ur. Í vinnuni er eisini stór und­ ir­tøka fyri at varðveita fiski­ dag­ar­nara, hóast nøkur fólk í vinn­uni halda, at kvotur eisini er ein skipan, sum væl kann brúk­ast. Ein vansi við kvotunum er útblaking av smáum fiski. Tað er kent allastaðni har kvotu­ skip­an verður brúkt, at skipini taka bert tann besta og størsta fiskin til lands. Smái og bíligari fiskurin verð­ur ofta blakaður aftur í havið. Ein annar vansi við kvot­un­ um er, at tað krevur eina stóra eftirlitsskipan, bæði á landi og á sjónum. Landsstýrismaðurin heldur tó ikki, at hetta er nakað, sum ikki ber til at loysa uppá ein skila­góðan hátt. Frá vinnuni hava verið fleiri atfinningar móti lands­stýris­ mann­inum. Vinnan sigur, at hon skal tillaga seg tí skipan, sum verður galdandi fyri fiski­ skap­in udnir Føroyum eftir nýggj­ár. Tað vil siga, at tíðin gongu und­an, nú minni enn tveir mán­aðir eru eftir av hesum ár­ in­um. Ruth Vang, Framsókn, fer at taka uppskotið hjá henni og Hannu Jensen aftur Knúturin í samgonguni tykist loystur á hesum sinni Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur fund við vinnuna í morgin