týsdagur 6. november 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. november 2018 · Nr. 129
TÍÐINDI
Tingið viðger møguligt
løgfrøðiligt kynsskifti
Sonja Jógvansdóttir hevur lagt eitt uppskot um at geva fólki
møguleikar at gera løgfrøðisligt kynsskifti
Árni Gregersen
Løgtingið hevði seinnapartin í
gjár 1.viðgerð av einum upp
skoti
frá
uttanflokkating
kvinnuni Sonju Jógvansdóttir
um løgfrøðilig kynsskifti.
Í viðmerkingunum sigur
Sonja Jógvansdóttir at hetta
uppskotið heimilar at fólk,
hvørs lívfrøðiliga kyn er í and
søgn við kynssamleika teirra,
umvegis eina umsókn kunnu
skifta kyn løgfrøðiliga.
At skifta kyn løgfrøðiliga
merkir, at tú søkir um at fáa
eitt p-tal, sum samsvarar við
tín kynsliga samleika, og hetta
gevur tvørkyndum møguleika
at velja sær navn samsvarandi
samleika sínum, fáa nýtt sam
leikaprógv, koyrikort og pass.
Mannagongdin fyri at skifta
kyn løgfrøðiliga verður, at um
sókn um at skifta p-tal skal lat
ast avvarðandi myndugleika.
Seks mánaðir eftir at um
sóknin er latin, skal tann tvør
kyndi vátta fyri myndugleik
anum, at ynski framvegis er
um eitt nýtt p-tal, og viðkom
andi fær so nýtt p-tal samsvar
andi kynssamleika sínum.
Lítil undirtøka
Undir
fyrsta
partinum
av
orðaskiftinum bendi onki á, at
uppskotið fær undirtøku í
tinginum.
Umboð fyri samgonguna
vístu á, at talan er um eina
stóra broyting, sum vit mugu
taka støðu til og sum er mun
andi størri enn hetta upp
skotið.
Umboð
fyri
andstøðuna
vóru heilt greitt ímóti.
Gerhard
Lognberg,
Sam
bandsflokkurin, segði seg onki
skilja av hesum og hann var
hart ímóti at taka undir við
uppskotinum.
Eisini Elsebeth Mercedes
Gunnleygsdóttur, Fólkaflokk
urin, var eisini rættuliga greið.
Í sínari framsøgurøðu var hon
rættuliga greið og vísti við
dømum á, hvussu forvirrandi
eitt slíkt uppskot fór at fáa.
51 lond hava slíka lóg
51 lond um allan heim heimila,
at fólk kunnu skifta kyn, men
ymiskt
er,
hvørjar
treytir
verða settar.
Í nøkrum londum er ásett,
at fólk skulu til sálarfrøðiliga
útgreining, og møguliga undir
aðra og meira víðfevnda við
gerð.
Summi lond krevja skurð
viðgerðir, og at tey, sum skulu
skifta
kyn,
gerast
lívssør.
(Hetta er núverandi støða í
Føroyum).
Í øðrum londum er ásett, at
fólk sjálvi hava sannkenning
við sín kynsliga samleika, og
kunnu skrásetast í fólkayvir
litum samsvarandi (t.d. Dan
mark, Noreg, Írland og Malta).
Fleiri lond hava valt henda
leist seinastu árini, og væntast
kann at hetta økist, tí tað at
vera tvørkyndur er tikið av
listanum yvir sálarligar sjúkur
her hjá okkum og í heims
heilsustovninum .
Orðaskiftið í tinginum helt
fram eftir evstta mark hjá
blaðnum, men seinastu røður
nar bendu ikki á, at uppskotið
fer at vinna frama.
Glasir fer at kosta
slakar 20 milljónir í
eykajáttan nú
Tingið hevur fingið umbøn um at játta
18,7 milljónir eyka til at gera Glasir
lidnan fyri
Árni Gregersen
Tað stendur á at fáa mið
námsskúlan Glasir í Markna
gili lidnan.
Í gjármorgunin var fund
ur millum floksformennirnar
um eina umbøn uppá 18,7
milljónir til at gera skúlan
lidnan fyri.
Á fundinum var eisini
Landsverk, sum segði seg
ikki kunna vátta, at hetta var
seinasta umbøn um eyka
pengar til skúlan í Markna
gili. Tað kann lætt henda, at
meira peningur skal til at
gera skúlan endaliga lidnan.
Floksformennirnir kenna
seg settan í eina støðu, har
teir noyðast at játta peningin
at gera skúlan lidnan fyri.
Tað sum fleiri teirra halda
er ein trupuleiki er, at næst
an 15 av milljónunum eru
brúktar í arbeiðnum at gera
skúlan lidnan.
Tað vil siga, at fleiri floks
formenn halda, at pengarnir
longu eru brúktir – uttan at
nøkur heimild hevur verið at
brúka teir.
Onki er at ivast í, at tá ið
formliga umsóknin kemur
um eina eykajáttan, so fer
tingið at taka undir við tí.
Tað er eisini hugsandi, at
hetta fer at fáa avleiðingar í
aðrar mátar.
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, vísti við dømum
á, hvussu torført tað kann gerast um hetta uppskotið verður samtykt
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkakvinna, hevur lagt uppskotið fram
Gerd Lognberg, Sambandsflokkurin, segði seg onki skilja av, hvat ætlanin er við einum slíkum uppskoti