týsdagur 6. november 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. november 2018 · Nr. 129
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Eitt
veksandi
tal
av
kvinnum við bróstkrabba
fáa viðgerð við heilivági
fyri ætlaða skurðviðgerð.
Endamálið við viðgerðini
er at minka um krabba
meinsknútin, soleiðis at
skurðviðgerðin
verður
minni umfatandi, tá hon
skal fremjast.
Tá
sjúkuavgerðin
–
bróstkrabbi – er ein veru
leiki, kann við einari røð
av kanningum finnast
fram til, hvussu umfat
andi sjúkan er.
Tá kannað verður, um
sjúkan møguliga hevur
breitt seg, verður hetta
eitt nú gjørt við rønt
genkanning av lungum,
ymiskum blóðroyndum og
møguligum skanningum.
Tað er læknin, sum
mælir til, hvørt viðgerð
við heilivági skal gevast
fyri skurðviðgerð av stør
ri krabbameinsknútum
ella ikki, og tá verður
gjarna hugsað um knútar,
sum eru tveir sentimetrar
ella størri.
Viðgerðin við heilivági
er sum oftast kemoterapi,
og henda viðgerð fevnir
um fleiri ymisk evni.
Vanliga tekur kemo
viðgerðin umleið 18 vikur
tilsamans – tríggjar við
gerðir við trimum vikum
ímillum hvørja viðgerð og
síðan níggju viðgerðir við
einari viku millum hvørja
viðgerð.
Mest brúkta viðgerðin
er tríggjar røðir við tí, sum
rópt verður epirubicin og
cyklofosfamid – og síðan
níggju røðir við paclita
xel.
Læknin metir leyp
andi um virknaðin av
viðgerðunum við rønt
genbróstkanning, ultra
ljóði ella skanningum.
Á hátt kann støða
skjótast gjørligt takast
til viðgerðina - um hon í
fyrsti syfti ikki vísir seg
at hjálpa sjúklinginum.
Tá illgruni er
Er illgruni um bróst
krabba, verða trý sløg
av kanningum gjørd –
ein læknakanning, ein
myndakanning og síðan
biopsi, sum er sýnsroynd,
tikin til sjóneykukanning
úr livandi vevnaði.
Tá
henda
kanning
fevnir um tríggjar partar,
verður kanningin eisini
rópt ein ”triple test” ella
ein ”triple diagnostikkur”.
Nakriar
kanningar
hava til endamáls at
finna út av, hvørt talan
er um krabbamein ella
ei – og aðrar hava til
endamáls at finna út av,
um krabbasjúkan hevur
breitt seg.
Læknin hyggur eftir
bróstunum og kannar
tey gjølla fyri at vita,
um her eru knútar, og
hann kannar eisini, um
eitlarnir undir arminum
ella lymfurnar, sum vit
vanliga rópa tað, eru
hovnar.
Myndakanningin
er
ofta bæði røntgenbróst
kanning
(mammografi)
og ultraljóðskanning, og
í serstøkum føri kann
talan eisini gerast um
MR-skanning av brót
unum.
Tá biopsi verður tikin,
sum eisini er partur av
hesi
kanning,
verður
hetta vanliga gjørt við
einari nál, men í onkrum
føri er neyðugt at taka
allan knútin fyri at kanna
vevnaðin nærri undir
sjóneyku.
Hevur
læknin
ill
gruna um krabbamein í
bróstunum, fáa kvinn
ur bjóðað eina sokall
aða
kliniska
røntgen
bróstkanning. Hetta er
ein røntgenkanning av
bróstunum, sum er meira
viðfevnd
enn
vanliga
røntgenbróstkanningin,
ið verður gjørd sum snar
kanning.
Við vanligari røntgen
bróstkanning
verður
bróstið trýst so flatt sum
gjørligt millum tvær plát
ur, og tað eru kvinnur,
sum halda, at hetta er
óbehagiligt – serliga, um
bróstið frammanundan
er eymt ella spent.
Vanliga
verða
tvær
røntgenmyndir tiknar av
hvørjum brósti, og henda
kanning tekur bert nakr
ar minuttir.
Røntgenmyndirnar
verða kannaðar av ser
læknum, róptir radiologar
ella røntgenlæknar.
Eitt broytt likam
Tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu ein kvinna hevur
tað undir og eftir viðgerð
fyri bróstkrabba.
Hevur kvinna verið
fyri stórari skurðviðgerð,
kann tað gerast neyðugt
hjá henni at liva við ein
um broyttum likami, og
tað kann taka tíð hjá
henni at venja seg við
nýggju umstøðurnar.
Tá fólk liva við einari
álvarsligari sjúku sum
krabbameini,
uppliva
mong, at tey gerast meira
nærverandi og seta størri
prís upp á familju, vinir
og gerandisdagin annars.
Hinvegin er tað ein
sannroynd,
at
nógvar
kvinnur, sum hava tikið
annað bróstið, stúra fyri
at síggja seg sjálvar í
speglinum, tí arrið kann
tykjast stórt.
Men, her mugu vit
minnast til, at tað serliga
er beint eftir skurðvið
gerðina, at arrið tykist
stórt, men sum tíðin
gongur verður tað bæði
minni og bleikari.
Hjá nøkrum kvinnum
er mista bróstið ein stór
ur
trupulleiki,
meðan
aðrar ongar trupulleikar
hava við eitt nú at standa
undir búsu í almennari
svimjihøll.
Flestu kvinnur upp
liva, at jú longri tíð er lið
in síðan skurðviðgerð og
sjúku, tess størri er møgu
leikin fyri, at tær fáa álit á
egið likam aftur.
Endurskapa bróstið
Um kvinna longu er ella
skal skurðviðgerðast fyri
bróstkrabba, kann hon
umhugsa at fáa endur
skapt mista bróstið.
Tað merkir, at kvinnan
kann fáa eitt bróst, sum
minnir um bróstið, hon
hevur mist – antin við
vevnaðaríseting
(eftir
gjørdum brósti), har egin
vevnaður verður brúktur
ella við einari flætting
av egnum vevnaði og
implantati.
Kelda: www.cancer.dk
TÁ KVINNA
VERÐUR RAKT
AV KRABBA Í
BRÓSTINUM
Hevur læknin illgruna um krabbamein í bróstunum,
fáa kvinnur bjóðað eina sokallaða kliniska røntgen
bróstkanning. Hetta er ein røntgenkanning, sum er
meira viðfevnd enn vanliga røntgenbróstkanningin,
ið verður gjørd sum snarkanning
Læknin hyggur eftir bróstunum og kannar tey gjølla fyri at vita, um her eru knútar, og hann
kannar eisini, um eitlarnir undir arminum ella lymfurnar, sum vit vanliga rópa tað, eru hovnar