Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. november 2018 · Nr. 129 TÍÐINDI Hesin møguleikin kemur aldrin aftur SANDOYARTUNNILIN Tað vísir seg at vera ringt hjá myndugleikunum at taka støðu til, hvat alt grótið úr Sandoyartunlinum skal brúkast til. Men tað hevur Bóndin í Kirkjubø eina greiða meining um Áki Bertholdsen Hetta er ein møguleiki, vit aldr­in á ævini fáa aftur. Tað sigur Jóannes Paturs­ son, bóndi í Kirkjubø. Um nakrar fáar mánaðir verður sjøtul settur á størsta byggjarí har um vegir, tá ið farið verður undir arbeiðið at bora Sandoyartunnilin. Men tað vísir seg at vera ringt at taka støðu til, hvat alt grótið, sum kemur úr tunlinum skal brúkast til. Og talan er ikki um smávegis nøgdir, tí tal­ an er um heili 500.000 kubikk. Fyri at geva eina mynd av, hvussu nógv, talan er um, kann nevnast, at verður alt grótið javnað út um allan Tórs­ vøll, hevði fløtan verið 70 metr­ar høg. Fleiri uppskot Tórshavnar býráð hevur við­ gjørt spurningin leingi, men tað knípur at koma til eina nið­urstøðu. Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum hevur víst á, at ætlanin hjá teimum í tunnils­felagnum er at tyrva grótið í tveimum økjum í hag­ an­um, beint við syðru oman­ koyr­ingina til Velbastað, tí so kann lendið dyrkast. Tað er eitt tilmæli, umsitingin í Tórs­ havn­ar Býráð eisini mælir bý­ ráðn­um til at samtykkja. Og tað tekur eisini Byggi- og býar­ skip­anarnevndin hjá býráðn­ um undir við. Annars er uppskot um at brúka grótið til at gera byggi­ lendi á Velbastað, tað er eisini skotið upp at brúka ein part av tí til bakkaverju í Kirkjubø fyri at verja fornminnini har. Og Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, skjýtur upp at brúka grótið til eitt nýtt vinnuøki á Gomlurætt. Har kann eitt økið upp á 75.000 fer­ metrar gerast afturat økinum upp á 50.000 fermetrar, sum er har frammanundan. Eitt greitt tilmæli Ein, sum hevur eitt greitt upp­ skot um tað, er Jóannes Pat­ urs­son, bóndi í Kirkjubø. Hann heldur, at ein partur av grótinum skal brúkas til at fylla út í Kirkjubø fyri at taka tað lendið aftur, sum tíð­ar­inn­ ar tonn hevur máað burtur av. Rest­in kann so brúkast til onn­ ur endamál. Hann heldur ikki, at tað skal verða landfast heilt út í Hólm­ an, tí har er nú eitt serstakt fugla­lív við tað, at bæði terna, æða, og annar fuglur, eigur har. Bóndin í Kirkjubø, sigur, at tað ber til at fáa eitt nýtt øki upp á 65.000 fermetrar vestan fyri hólman og eitt øki upp á 62.000 fermetrar eystan fyri. Hann heldur, at tað kundi verið eitt prýði fyri kirkjubø, og kundi verðið brúkt til ymisk í ferðavinnuni. Men hann vísir samstundis á, at tað hevði verið besta verjan fyri tey forn­minni, sum eru í Kirkjubø. – Fornminni í Kirkjubø standa til at fara í havið. Og roynd­ irnar higartil hava víst okk­um, at politiski myndug­leik­in er ómetaliga trekur at seta nakað í verk fyri at bjarga for­ minnum undan at verða tik­in av brimi. – Men nú hava vit ein møgu­ leika, vit aldrin á ævini fáa aftur, tí nú kann alt grótið til endamálið fáast fyri einki, sig­ ur hann. Hann sigur, at klárar bý­ ráðið ikki at taka støðu, er tað ein spurningur um Landið ikki eigur at taka um endan og taka tær neyðugar avgerðirnar. Ikki serliga víðskygd Seinast býráðið í Havn um­ røddi spurningin, hildu fleiri bý­ráðs­limir, at tað er ikki serliga víðskygd bara at tyrva tað í haganum. Teirra millum eru Tróndur Sigurðsson, bý­ ráðs­limur fyri Javn­að­ar­flokk­ in, Jákup Dam og Heðin Mort­ en­sen. Staðbundna nevndin fyri Kirkjubø og Velbastað mælir frá at brúka grótið til upp­fyll­ ing í Kirkjubø. Hinvegin halda tey, bakkaverja eigur at verða gjørd í Kirkjubø, og tað tek­ ur    Byggi- og býar­skip­anar­ nevnd­in hjá býráðnum undir við. Eisini Tjóðsavnið mælir frá at brúka grótið til at fylla út ímóti hólmanum, tí hetta fer at broyta økið fullkomiliga. Helena Dam á Neystabø, bý­ ráðslimur fyri Javn­aðar­flokk­ in, heldur, at broytir tað lendið at fylla upp í Kirkjubø, broytir tað eisini lendið at tyrva alt grótið. Gunvør Balle heldur eiga at vit eiga at lurta eftir sak­kunn­ leik­anum og staðbundnu nevnd­um, Ein uppfylling tekur leingi at fyrireika, men tað hevur skund at finna út av, hvat grótið skal brúkast til. Og so­statt verður framvegis verð­ ur so bíðað eftir eini avgerð. Nakað soleiðis hugsar bóndin í Kirkjubø sær, at Kirkjubøur kann fara at síggja út. Grøni liturin er økið sum verður lagt afturat við gróti úr Sandoyartunlinum, men har ber til at gera neyst, gøtur, bryggju, veg og parkeringspláss og annað. Hann heldur, at tað kundi verðið eitt prýði fyri bygdina – samstundis sum tað bjargar fornminnunum Verður alt grótið javnað út um allan Tórsvøll, hevði fløtan verið 70 metrar høg