Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2018 · Nr. 129 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Garðurin verður rivin, parkeringsplássið verður gjørt aftur, maðurin er fríkendur fyri ólógligar vakmyndaupptøkur, og grannin er dømdur fyri hóttanir. Danjal av Rana Dómur er nú fallin í granna­ stríðnum í Havn, har tvey systk­inabørn vóru komin til ilnar um ein garð. Rættarmálið um garðin er eitt av trimum rættarmálum, sum tey bæði pør­ini hava verið í seinastu góða mánaðin. Fyrsta málið var um inn­ komu­vegin til húsini bæði og ein garð, sum annar parturin hevði bygt millum húsini. Talan er um tvey hjún, har maðurin í øðrum og kvinnan í hinum eru systkinabørn. Hús­ ini hjá teimum liggja á trøðini, sum abbi teirra í sínari tíð átti. Síðani bleiv stykkið sundur­ lisið í tríggjar partar, ein til abb­an, ein til sonin og ein til dóttrina. Sonurin bygdi hús á sín­um øki í sjeytiárunum, meðan dóttirin ongantíð bygdi á sínum øki. Maðurin í granna­ stríðnum er sonur dóttrina, og hevur hann keypt gomlu hús­ ini hjá abbanum. Kvinnan í granna­stríðnum er dóttir son­ in, og hevur hon keypt hús­ini hjá pápa sínum. Atkoman til húsini hevur altíð verið heldur knortlut. Upp­runaliga gekk ein vegur gjøgn­um stykkið hjá dótrini, sum bæði abbin og sonur hans­ara brúktu og síðani park­ er­aðu hvør í sínum lagi við hús síni. Gjørdi garð á nátt Fyri nøkrum árum síðani byrj­ aði so stríðið millum part­ar­ nar. - Mitt á nátt setti hann brád­ liga ein garð upp, sum forðar okkum at nýta okkara park­er­ GREIÐUR VINN Í GRANNAKRÍG Kvinnan hevur meldað systkina­barnið fleiri ferðir fyri hóttanir og herverk Garður var gjørdur millum húsini, so niðaru húsini móti høvuðsvegnum ikki longur høvdu atgongd til parkeringspláss sítt.