týsdagur 6. november 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. november 2018 · Nr. 129
TÍÐINDI
NARI
GNUM
ingsøkið, sigur abbadóttirin
um systkinabarnið. Hon vil tí
hava dómaran at døma systk
inabarnið at taka garðin niður
aftur og viðurkenna, at tey
hava rætt at koyra inn eftir
hansara ogn yvir á sítt parker
ingsøkið, eins og pápi hennara
gjørdi, tá hann átti húsini.
Abbasonurin vísir á sínari
síðu á, at vegurin liggur inni á
sínari ogn og at partur av park
eringsøkinum hjá systkina
barninum eisini liggur inni á
sínari ogn. Tá nú systkina
barnið, síðani hon keypti hús
ini frá pápa sínum, hevur
grivið út aftan fyri húsini til
fleiri nýggj parkeringspláss,
helt hann tað mundi vera í
lagi, at hann setti ein garð upp
millum ognirnar, fram við
markinum.
- Og hann bleiv bygdur á al
ljósum degi, ikki á miðjari nátt,
segði maðurin.
Dómarin valdi í fyrstu syftu
at biða partarnar finna eina
loysn sjálvir. Maðurin hevur
bjóðað seg til at bróta ein part
av garðinum niður, men hes
um havnaði kvinnan, tí hon
metti ikki, at tað fór at gera
nakran mun.
Skuldi skera á háls
Stríðið hevur til tíðir verið
sera
hart.
Kvinnan
hevur
meldað systkinabarnið fleiri
ferðir fyri mong viðurskifti, so
sum hóttanir og herverk, tó
uttan at løgreglan hevur gjørt
meiri við málið. Svarið frá løg
regluni var sum oftast, at
henni tørvaði betri prógv.
Tí valdu tey at seta vak
myndatól upp rundan um hús
síni, so at tey kundu skjalfesta,
hvat
grannin
gjørdi.
Sam
stundis settu tey eisini hunda
kløkkarar rundan um húsini, tí
hundarnir
í
grannalagnum
vóru í so nærgangandi, hildu
tey.
Systkinabarnið ilskast inn á
hundakløkkararnar
og
ein
dagin fer hann yvir til vak
myndatólið at geva grannun
um eini boð. Sjálvur sigur
hann, at hann bað grannan um
at sløkkja hundakløkkaran og
kvetta
sambandið
til
vak
myndatólið. Fyri at vísa, hvat
hann meinti, førdi hann tveir
fingrar fram við hálsinum,
sum fyri at siga, at tey skuldu
kvetta sambandið.
Innanfyri
sat
systkina
barnið og gjørdist hjartkipt, tí
hon skilti hetta sum eina hótt
an, at hann ætlaði at skera
hana á háls. Hon meldaði
málið til løgregluna, sum valdi
at geva manninum eina ávar
ing.
Hótti aðru ferð
Longu seinni somu viku er
kortini aftur galið. Tá er tað
sonur grannan, sum er komin
at klaga um hundakløkkaran.
Kvinnan biður mannin sleppa
sær burtur, men av tí, at hon er
bangin fyri, at hann fer at
oyðileggja
hundakløkkaran,
fylgir hon aftan á honum
rundan um húsini. Tá sær hon
systkinabarnið standa við síni
hús, og aftur nú ger hann sama
tekin, at hann skal skera hana
á háls, sigur hon.
Systkinabarnið noktar fyri
ákæruni og sigur, at eins og
seinast, so var hann illur um
vakmyndatólini og hundakløkk
aran og vildi hava grannan at
sløkkja bæði.
Kvinnan
valdi
aftur
at
melda systkinabarnið og í hes
um sambandi kom løgreglan
inn í húsini og legði hald á vak
myndaútgerðina. Maður henn
ara bleiv seinni ákærdur fyri
ólógligar vakmyndaupptøkur.
Nú er dómur fallin í øllum
trimum málunum og kvinnan
og maður hennara hava vunnið
fram í øllum trimum.
Føroya rættur hevur stað
fest rættin hjá kvinnuni at
koyra eftir innkomuvegnum
til síni hús og at seta bilin fram
við húsunum hjá sær. Systk
inabarnið verður tí dømt til at
bróta garðin niður aftur. Hann
skal eisini rinda systkinabarn
inum 32.000 krónur í endur
gjaldi, sum skal rinda fyri
kostnaðin at gera parkerings
plássið aftur.
Hann bleiv eisini dømdur
fongsulsrevsing í tvær vikur
fyri hóttanirnar. Hesin dómur
in var tó treytaður, sum merk
ir, at um hann einki líknandi
revsivert ger í eitt ár, skal hann
ikki sita dómin. Hann valdi tó
at kæra hendan dómin til Eyst
ara Landsrætt á staðnum.
Í triðja málinum bleiv mað
ur konuna fríkendur fyri vak
myndaupptøkurnar, tí Føroya
rættur metti ikki, at vak
myndatólini gjørdu upptøkur
av almennari ogn ella av ogn
grannans.
Dómur fallin í
øllum trimum
málunum og
kvinnan og
maður hennara
hava vunnið
fram í øllum
trimum
Kvinnan setti vakmyndatól
upp rundan um húsini,
tí hon helt at grannin
gjørdi herverk móti
ognini um næturnar.