Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. november 2018 · Nr. 129 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað hevur gingið skjótt fyri seg. Longu í vikuni eftir at kappingarárið í ár endaði, vóru níggju av tíggju venjarum settir til kappingarárið 2019. Tað er bara eitt spurnartekin eftir, og tað er í Suðuroynni FÓTBÓLTUR Kapp­ingarárið 2019 SÁMAL ERIK HENTZE ALDUR: 46 FYRRVERANDI FELØG: HB, AB, B36, NSÍ AVBJÓÐINGIN Hópurin hjá Víkingi er ikki í sama standi, sum hann var seinast Sámal Erik Hentze sat við stýrisvølin í Sarpugerði, og tað mugu hann og hini sláa seg til tols við. Avbjóðingin er, at fleiri av profilunum hava framtíðina aftanfyri seg, og tað er líkt til, at Víkingur má ígjøgnum eitt ættarliðsskifti. Hinvegin, so eru framvegis fleiri dugnaligir spælarar í hópinum, og við einum heimvendum meistaravenjara, so kann Víkingur óivað arga her og har – tó neyvan í longdini. MIKKJAL THOMASSEN ALDUR: 42 FYRRVERANDI FELØG: HB kvinnur, B36 AVBJÓÐINGIN Mikkjal Thomassen fer næsta ár í holt við sítt fimta ár sum venjari í KÍ. Verkætlanin er enn í gongd. Hann hevur, sum málsetningurin eisini var, stabiliserað KÍ sum eitt topplið í føroyskum fótbólti, men enn er tann heilt stóri dreymurin, FM, ikki blivin veruleiki. Við nýggjum tvey ára sáttmála í hondini og at síggja til altíð góða leikaratilfeinginum, so man avbjóðingin og málið hjá KÍ vera at koma heilt upp á tindin – og í minsta lagi gera tað betri enn 4. plássið í ár. JÁKUP Á BORG ALDUR: 39 FYRRVERANDI FELØG: Einki AVBJÓÐINGIN Eitt hendingarríkt og drúgt kappingarár við steypafinalu og seks dystum í Europa League kostaði nakrar spælarar á vegnum, men hetta lat dyrnar upp fyri, at B36 gav einari rúgvu av ungum spælarum møguleikan. Heili 27 spælarar vóru í spæli. Nú skal B36 – sum verður í nýggjari útgávu við eitt nú Árna Frederiksberg – løða upp til eitt nýtt kappingarár, har tað altíð verður miðað høgt, og FM er ein inngrógvin málsetningur í mentalitetinum í felagnum. GUÐJÓN ÞÓRÐARSON ALDUR: 63 FYRRVERANDI FELØG: ÍA, KA, KR, Ísland, Stoke, Start, Barnsley, Keflavík, Notts County, Crewe, BÍ/ Bolungarvík, Grindavík AVBJÓÐINGIN Lívið aftaná Árna Frederiksberg er byrjað í Runavík, og tá er kanska hóskandi at vaska talvuna reina við nýggjum, útlendskum venjara. Guðjón hevur ómetaliga drúgvar royndir og er ein venjari úr gamla skúlanum. Steypagull, FM-silvur og evropeiskur fótbóltur hava verið gleðisløturnar í Runavík síðstu árini, har NSÍ aftur og aftur verður nevnt sum FM-biðil. Man Guðjón Þórðarson vera maðurin, ið kann føra svanga felagið seinasta fetið til umbidna FM-gullið? HEIMIR GUÐJÓNSSON ALDUR: 49 FYRRVERANDI FELØG: FH AVBJÓÐINGIN HB er helst tað liðið, ið er best skúlað og bjálvað til komandi kappingarár. Íslendski meistaravenjarin hevur lagt eina dagsskrá, ið allir eru eina við. Stóra avbjóðingin er at verða verandi á toppinum, og tað krevur at endurnýggja og styrkja seg. Heimir hevur meldað út, at nýggir leikarar eru á veg – og ein er longu komin: Pætur Petersen. Avbjóðingin verður fyrst og fremst at endurvinna FM og royna eftir góðum úrsliti í Champions League. VENJARA­ KABALIN ER UM AT GANGA UPP Pætur Albinus Venjarakabalin fyri kapp­ingar­ árið 2019 í føroyskum fót­bólti er so gott sum longu løgd. Í vikuni eftir at kapp­ingar­árið 2019 endaði, var venjara­spurn­ ing­urin hjá níggju av tíggju lið­ um avgreiddur. Einasta liðið, sum ikki hevur sett venjara enn, er TB/FCS/ Royn. Hvør skal vera venjari er neyv­an hægsta raðfesting hjá felags­liðnum í løtuni, tí tað er nevni­liga óvist um samstarvið um eitt felagslið yvirhøvur skal halda fram. Flestu feløgini høvdu longu væl undan kappingarendan av­greitt hvør skal vera venjari í 2019. Nakrir venjarar høvdu sátt­mála, nakrir gjørdu nýggjan sáttmála, og EB/ Streym­ur, sum mátti leita sær eftir nýggjum venjara, setti fyri hálvari aðru viku síðan Jákup Martin Joensen í venjarasessin. Nú valdaði bara ógreiða hjá NSÍ og Víkingi, men tað fall skjótt upp á pláss. Sámal Erik Hentze reiv teltpelarnar upp í Runavík og fór aftur til Vík­ing, meðan NSÍ gjørdi skjótt av og longu á gallaveitsluni leygar­ kvøldið kunngjørdi avloysaran, 63 ára gamla íslendingin, Guð­ jón Þórðarson. Harvið hava níggju av tíggu lið­um greiðu á hvør er venjari hjá teimum næsta kappingarár.