týsdagur 6. november 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. november 2018 · Nr. 129
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
HEGGA SAMUELSEN
ALDUR: 45
FYRRVERANDI FELØG: Fram, FS
Vágar, MB, 07 Vestur
AVBJÓÐINGIN
Størsta avbjóðingin hjá uppflytarum
er vanliga at yvirliva í deildini, og
soleiðis verður eisini hjá ÍF, sum tó
hevur eina rúgvu av leikarum við
royndum frá bestu deildini. ÍF vann
1. deild sannførandi, men tað kann
taka eina løtu aftur at klára at fylgja
við høgu leikferðini í Betrideildini.
Eitt, sum talar fyri ÍF, er, at tað eru
útlit fyri at fleiri lið koma at stríðast
í tyngra endanum næsta ár. Hetta,
og drúgvu royndirnar á liðnum, er
møguleikin hjá ÍF at yvirliva og aftur
stabilisera seg í deildini.
SORIN ANGHEL
ALDUR: 39
FYRRVERANDI FELØG: EB/
Streymur kvinnur, Víkingur
(hjálparvenjari)
AVBJÓÐINGIN
Óvæntað og við hjálp úr 1. deild
eydnaðist tað AB at yvirliva í
Betrideildini í evstu løtu, men tað
tykist púra greitt, at hópurin má
hava styrk, um hann skal standa
seg í Betrideildini og sleppa undan
botnstríðnum. Tað hevur venjarin,
Sorin Anghel, viðgingið alment,
og størsta avbjóðing hansara
komandi tíðina verður at lokka
røttu spælararnar út á Argir og at
síðani at skapa eitt lið, sum kann
skava væl fleiri stig saman næsta
kappingarár.
JÁKUP MARTIN JOENSEN
ALDUR: 42
FYRRVERANDI FELØG: B36 U18,
B36 II
AVBJÓÐINGIN
Nýklakti Betri-venjarin, Jákup Martin
Joensen, skal, saman við nevndini,
seta ein hóp saman, ið er førur fyri
at kappast fram ímóti fremru helvt
í deildini, og hann skal seta sítt
fingramerki á liðið. Tveir vongprofilar
eru mistir í Hans Paula Samuelsen
og Pæturi Petersen, so tað vera
møguliga avbjóðingar í tilfeinginum.
Lokala styrkin er tó rímilig, so tað
eru rímilig líkindi eru fyri at liðið
skuldi megnað at hildið seg burtur
frá botninum.
EINGIN VENJARI
AVBJÓÐINGIN
Felagsliðið í Suðuroy, TB/FCS/
Royn, hevur verið ein sólskinssøga í
føroyskum fótbólti, men tað er kuril
á tráðnum, og tað er vandi fyri, at
tað endar í skilnaði. Sum skilst, so
er ósemja um hvar heimadystirnir
skulu spælast, og helst fara næstu
dagarnir at avgera, um samstarvið
fer at halda fram ella ei. Tað
ganga ikki nógvir venjarar leysir í
føroyskum fótbólti, so tað er góður
møguleiki fyri, at venjaraloysnin,
eins og undanfarnu, árini verður
útlendsk – annaðhvørt í TB/FCS/
Royn ella TB.
EYÐUN KLAKSTEIN
ALDUR: 45
FYRRVERANDI FELØG: KÍ, B36
AVBJÓÐINGIN
Skála hevur stabiliserað seg
í deildini, men tykist flóta í
ongamannalandi langt frá bæði
toppi og botni. Tað er ilt at ímynda
sær, at hetta skal broytast, um liðið
ikki fær avgjørdan styrk ella miss.
Hóast smáu umstøðurnar klárar
liðið seg lutfalsliga væl einamest við
egnum tilfeingi. Eyðun Klakstein er á
øðrum kappingarári venjari á Skála,
har tey kunnu gera eitt langskot eftir
at bjóða topp 5 av, men sum eitt
realistiskari boð kunnu royna eftir at
vinna miðfeltið í deildini.