hósdagur 8. november 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018
SOSIALURIN 130
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sæð á Facebook:
Trý fólk verða flutt
á Landssjúkrahúsið
eftir eitt
ferðsluóhapp undir
Sandvíkarhjalla.
Mentamálaráðið biður
um 18,7 milliónir
krónur í enn einari
eykajáttan til Glasir.
Seinastu 30 árini er
talið á fosturtøkum
í Føroyum minkað
niður í ein fjórðing –
umleið 30 um árið.
Bakkafrost boðar
frá, at fyritøkan
hevði 168 milliónir
krónur í avlopi triðja
ársfjórðing.
Svenn Ó. Olsen
verður settur sum
høvuðsvenjari hjá
B68 komandi tvey
árini.
Felag hjá Framherja,
Varðanum og Kimbil
keypa H-Dygd og vilja
leggja felagið saman
við ALUplast.
Kynsskifti
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fosturtøkur
vórðu gjørdar í
Føroyum í 2017
29
Týsdagin hevði løgtingið fyrstu viðgerð av
uppskoti hjá uttanflokkatingkvinnuni Sonju
Jógvansdóttir um løgfrøðiligt kynsskifti.
Uppskotið mælir til, at fólk, sum kenna seg
sum annað kyn, enn tað tey lívfrøðiliga eru
fødd sum, skulu hava møguleikan at fremja
løgfrøðiligt kynsskifti. Kjakið í løgtinginum
var drúgt, og hóast summi søgdu seg skilja
støðuna hjá teimum transkyndu, var eingin
verulig undirtøka fyri uppskotinum, tí tað
vóru ov nógv ivamál um avleiðingar og
fylgjur av tí. Okkurt tingfólk mælti til at
kanna umstøðurnar nærri og betri, áðrenn
eitt slíkt uppskot kundi samtykkjast.
Onki er so ringt,
at tað ikki kann
blíva nógv verri
Vit fara at fáa meira monopol í
Føroyum. Alt fer á fáar hendur í
frammtíðini.Hetta er skađiligt fyri
okkara land.
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi
av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum
seinni veksur í stívt andøvsgul upp
í hvassan vind, 10 til 15 m/s, um
náttina í støðum upp í skrið, 18
m/s, av eystri og landsynningi.
Sólglottar og yvirhøvur turt, men
út á náttina skýggjað og regn.
Hitin millum 7 og 10 stig.
Lot til andøvsgul av suðri ella
eystri, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men
eisini okkurt æl av og á og hitin
um 8 stig. Um náttina lutvíst klárt
og hitin millum 3 og 7 stig.
Strúkur í vindi upp í skrið av eystri
og landsynningi, 13 til 18 m/s,
samdrigið og regn, men sum frá líður
makar hann vindin í lot til andøvsgul
av suðri, 3 til 7 m/s. Tað klárar í, tó
okkurt æl verður. Hitin um dagin um
8 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
8-13 m/s
2-7 m/s
Tá ið hesar reglur verða festar á blað,
hevur sólin verið frammi tað mesta av
degnum.
Vit grenja okkum ofta – og tað við
góðari grund – um veðrið, men dagurin
hevur verið ein lætti í heystar sjask
veðrinum higartil.
Regn og vindur – ella vindur og
regn. Onkur vil vera við, at ein venur
seg við veðurlagið, men sjálvur geri
eg tað ikki. Veðrið og veðurlagið gerst
verri og harðbalnari ár fyri ár, júst sum
veðurlagsserfrøðingarnir hava boðað
okkum frá.
Men hví skal veðrið vera sum fyrr,
tá ið alt annað broytist.
Í vikuni hevur okkara háttvirda Løg
ting havt orðaskifti um løgfrøðiliga
kynsbroyting.
Trúði ikki, at eg fór at uppliva slíkt,
men soleiðis broytist alt. Kanska fari eg
at eita Árna, sum Vilmund nú er farin
at kalla meg. Ja, eg kann so kalla hann
Munda – ella hvat!
Broytingarnar henda alla tíðina. Tað
eru ikki so mong ár síðani við høvdu
kjak um orðini formann ella forkvinnu.
Hetta skal eftir øllum at døma eisini
broytast.
Tey mest nýmótans eita nú hvørki
formaður ella forkvinna, men forfólk.
Í USA siga tey at kavamaðurin nú
eitur kavafólk.
Ája!
Í politisku skipanini er rok um, at
Glasir kostar ov nógv og at pengarnir,
sum eru játtaðir ikki eru brúktir til tað,
sum teir skulu.
Pengarnir til eina flagtekju, sum
vóru lætnir sum eykajáttan undir
miklum látri eru nú brúktir til okkurt
heilt annað og tingið má játta pengar
eina ferð afturat.
Tað sum verri er, er at helst einar 15
milljónir eru brúktar í heimildarloysi!
Politikararnir siga, at nú má onkur
ábyrgdast. Tað haldi eg eisini er rætt,
tí tað kann for hundin ikki vera rætt,
at vit onki kunnu byggja, sum er
størri enn eini Norðsetur-hús, uttan at
handverkið ikki er í ordan og at prísir
nir ikki halda.
Vit hava leingi hoyrt, at lítið skil var
á byggingini av Glasi og tíverri vísir tað
seg meira og meira, at hald er í søgu
num.
Ája!
Onkur heldur, at stak góðu bú
skapartíðirnar, sum vit hava havt,
hava toppað. Tað kann got vera, men
so mugu vit syrgja fyri, at vit ikki fella
so djúpt, sum v it onkuntíð fyrr hava
gjørt.
Ljósglottin er, at tey, sum fiska á
landleiðini eru farin at fáa fisk aftur.
Útróðrarbátarnir kom søkkladnir at
landi og í útróðrarbygdum og býum
er lív og smil afur at síggja.
Ja, sjalvt Petur Steingrund, toska
serfrøðingurin, er at hoyra í Barna
útvarpinum, har hann skilagott út
greinar tað, hann veit um tosk.
Tað sum altíð hevur verið av
gerandi fyri at vit kunnu
búgva í Føroyum er, at
viðhvørt gongur okkurt
væl, meðan annað
gongur minni væl.
Tað kenna vit væl
til.
Vit skulu royna
at forða fyri, at ikki
alt gongur minni
væl í senn.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
at 818
milliónir krónur
vóru goldnar
í lønum í
oktober
13-18 m/s